– Triðja koppseting skal verja eldru borgararnar enn meira

– Triðja koppseting skal verja eldru borgararnar enn meira

Soleiðis sigur Marna E. Jensen, stjóri í Norðoya Bú- og Heimatænastu, sum fegnast um, at fyrstu búfólkini á eindunum í NBH í dag vórðu koppsett fyri koronu á triðja sinni.

– Triðja koppsetingin er við til at verja eldru borgarar enn meira, eisini nú veturin stendur fyri durum. Hesaferð eru tað okkara egnu starvsfólk í Heimatænastuni, sum koppseta eldru borgararnar, og tað er ein tænasta sum vit eru ógvuliga fegin um, at vit kunnu bjóða, sigur Marna E. Jensen.

Byrjað var á Sambýlinum á Heygnum. Nøkur av búfólkunum vóru farin at baka, tá ið sjúkrarøktarfrøðingarnir komu á gott, men tað gjørdi ikki mun. Køkur og koppseting hvørt um annað og gott lag á búfólkunum.

NBH hevur tveir samskaparar í starvi, sum hava til uppgávu at skapa ein virknan, innihaldsríkan og lívsjáttandi gerandisdag saman við teimum, sum búgva á búeindunum hjá NBH. Í dag var tað Haldis Karlsdóttir, sum saman við nøkrum av búfólkunum bakaði leskiligar havragrínskøkur meðan sjúkrarøktarfrøðingarnir hjá Heimatænastuni fingu koppsett fyrstu búfólkini.