Tríggir nýggir vegleiðarar á eldraøkinum

Tríggir nýggir vegleiðarar á eldraøkinum

Súsanna Danielsen, sjúkrarøktarfrøðingur í Heimatænastuni, Jóna Østerø, sjúkrarøktarfrøðingur í samdøgursrehabiliteringini og Pernille Frandsen, ergoterapeutur í Ven og Virka hava staðið kliniskt vegleiðaraskeið á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya.

Endamálið við vegleiðaraútbúgvingin er at menna førleikar hjá heilsustarvsfólkum, sum síðani kunnu virkað sum vegleiðarar og undirvísarar hjá lesandi í samband við kliniska undirvísing.

Súsanna Danielsen sigur, at við fleiri vegleiðarum í Norðoya Bú- og Heimatænastu eru møguleikarnir hjá lesandi nú enn betri, tá ið lesandi skulu hava kliniska undirvísing í samband við heilsuútbúgving.

– Tað eru nógv ung úr Norðoyggjum, sum nema sær útbúgving innanfyri heilsuøkið, og tí er tað sera gott, at vit kunnu taka ímóti lesandi soleiðis, at tey longu í lestrartíðini fáa eina góða uppliving av starvsøkinum í NBH.

Jóna Østerø leggur afturat, at tey seinastu árini er eldraøkið blivið ein sergrein í sær sjálvum.

– Vit arbeiða nógv tvørfakligt og brúkarar verða skjótari útskrivaðir aftaná sjúkrahúslegu. Hetta setur bæði faklig krøv, og økir um tørvin á samstarvi. Tað ger starvsøkið á eldraøkinum sera spennandi, og er avgjørt nakað, sum vit eisini meta er tydningarmikið hjá lesandi at fáa ráðgeving og vegleiðing í.

Pernille Frandsen sigur eisini, at tað er heilt nýtt í ergo- og fysioterapeuteindini í Ven og Virka at taka ímóti lesandi. Tí vónar hon, at nýggi møguleikin letur upp fyri, at fleiri, sum lesa ergo- og fysioterapi, velja Norðoya Bú- og Heimatænastu, tá ið starvsplássið skal veljast. Tí um kliniska undirvísingin eydnast væl, so er sannlíkt, at valið fellur aftur á starvsplássið, tá ið søkt verður eftir arbeiði.

Norðoya Bú- og Heimatænasta ynskir Súsannu, Jónu og Pernille hjartaliga til lukku og blíðan byr við uppgávuni sum kliniskir vegleiðarar.