Landsfelag Pensjónista og Eldraráðini í Føroyum skipaðu í gjár fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Ráðstevnan viðgjørdi støðuna á eldraøkinum í Føroyum og framtíðarhugsanir hesum viðvíkjandi. Sjóneyka varð eisini sett á starvsfólkatrotið, ið krevst eina loysn.
Karl Johansen, stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), luttók og helt røðu á ráðstevnuni. Hann segði m.a., at eldri borgarar ynskja at búgva í egnum heimi, sum longst. Tað er eisini tað, sum eldralógin leggur upp til.
Stýrisformaðurin segði í hesum sambandi, at NBH í longri tíð hevur arbeitt við ætlanini at byggja ein eldradepil í Klaksvík, har heimatænasta, eldraíbúðir, dagtilhald, venjing og nýtt røktarheim eru í sama umhvørvi.
– Í einum eldradepli verður raksturin munandi minni, við tað at starvsfólkatilfeingið verður betur gagnnýtt við t.d. færri náttarvaktum. Tað er sjálvsagt eisini ein týðandi liður í mun til starvsfólkatrotið, sum bara økist, segði Karl Johansen m.a.
Onnur evnið, sum vórðu viðgjørd vóru m.a. eldraráð sum myndugleiki og teirra uppgávur, eftirmeting av eldralógini, tænastan á eldraøkinum og framtíðarhugsanir, heilsustøðan hjá teimum eldru 75+, kanning og eftirlit á røktarheimum. Ráðstevnan endaði við einum pallborði við evninum: avbjóðingar og loysnir innan eldraøkið.
Røðan hjá Karl Johansen kann lesast her:
Góðan dagin øll somul
Takk fyri innbjóðingina og høvi til at halda eina røðu til hesa Ráðstevnuna.
Yvirskriftin til ráðstevnuna er, sum tykkum kunnugt: Støðan á eldraøkinum
Góðu áhoyrarar
Um eg var spurdur um, hvussu støðan á eldraøkinum í Norðoyggjum er, so hevði mítt stutta svar verið, at tað gongur gott, men at har er eitt MEN.
– Vit gleðast um, at kunna veita bústað til okkara eldru borgarar, men vit ynskja at veita betri og meira fjøltáttaði bústaðartilboð
– Vit eru errin av okkara fjølbroyttu tænastum, sum fevna um alt frá heimatænastu til venjing og dagtilhald, men vit ynskja at menna okkara tænastur enn meira.
– Vit hava eitt høgt fakligt støðið á fleiri økjum, og tað ynskja vit at halda fast í
***
Tá ið eldraøkið varð flutt til kommunurnar at umsita, avgjørdi Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu ikki at gera stórar broytingar á økinum beinanvegin.
Kommunurnar í Norðoyggjum góvu ístaðin teimum, sum kenna eldraøkið best, møguleika at mynda framtíðina á eldraøkinum.
Hvørji vóru tey? Jú, tað vóru starvsfólk, borgarar, avvarðandi og aðrir fakbólkur, sum samstarva verður við á eldraøkinum. Hesi luttóku í eini umfatandi nøgdsemiskanning og eftirfylgjandi varð visjónin hjá NBH orðað, og hevur hon verið stýringsamboðið hjá NBH líka síðan.
Kanningararbeiði víst m.a. at eldri borgarar ynskja at búgva í egnum heimi, sum longst. Tað sama leggur eldralógin upp til.
Tænasturnar hjá NBH vóru og verða tí áhaldandi mentar við ynskinum um fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru.
Her verður hugsað um eitt nú venjingarmøguleikar og dagtilhald, har sosiala samveran avgjørt ikki skal undirmetast, tí tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri tey eldru, sum gleðast um at kunna vera saman um ymiskt virksemi, so sum venjing, spæl, sang og hugnaligt prát.
Ætlanin er tí at halda fast í menningini av hesum økinum.
Eg kann t.d. nevna, at man í NBH hevur tveir samskaparar í starvi, har endamálið við tænastuni er at skapa ein virknan, innihaldsríkan og lívsjáttandi gerandisdag saman við teimum, sum búgva á búeindunum. Umframt at starvfólkatalið í Ven og Virka, sum er venjingarhøli hjá Fysio- og ergoterapieindini, er økt frá trimum til átta starvsfólk.
Hetta við tí endamáli, at skapa góðar tænastur, sum kunnu stuðla undir ynskinum, at búgva heima, sum longst.
Tey flestu málini í strategiini hjá NBH eru røkkin.
Onkrar tillagingar eru gjørdar í strategiini hjá NBH, tí vit vita, at onki er statiskt. Av somu orsøk hevur Stýrið fyri NBH tí eisini tikið avgerð um, at lata eina nýggja nøgdsemiskanning gera, soleiðis, at vit áhaldandi kunnu menna tænasturnar í samstarvi og eftir ynskjum frá m.a. borgarum, starvsfólkum og avvarðandi.
***
3. februar í ár varð skipað fyri kunningarfundi á Viðareiði í samband við at Stýrið hevur samtykt at fara undir at byggja ein tænastudepil á Viðareiði, sum fevnir um hølir til venjing, heimatænastu og dagtilhald.
Tað er gleðiligt, at vit um stutta tíð eisini kunna bjóða hesa tænastu til tey, sum búgva norðanfyri fjall.
Norðoya Bú- og Heimatænasta arbeiðir í løtuni við fleiri spennandi verkætlanum. Umframt tænastudepil á Viðareiði, so hevur NBH í longri tíð arbeitt við ætlanini at byggja ein eldradepil í Klaksvík, har heimatænasta, eldraíbúðir, dagtilhald, venjing og nýtt røktarheim eru í sama umhvørvi.
Tíverri er eitt ordans knútapunkt, sum kann forða hesum ætlanum, men vónandi verður ikki so.
Í sambandi við at eldraøkið varð latið kommunum at umsita, varð greitt, at kommunurnar skuldu yvirtaka øll búpláss á eldraøkinum.
Hetta varð gjørt við tveimum undantøkum, nevniliga Norðoya Røktarheimi og Røktarheiminum á Tvøroyri, sum bæði eru sambygd við sjúkrahúsini á staðnum.
At byggja ein nýggjan eldradepil er ein stór og kostnaðarmikil verkætlan, og tí hevur í rúma tíð verið arbeitt við møguleikanum at lata Sjúkrahúsverkinum Norðoya Røktarheim, soleiðis at fígging kann fáast til vega at fara undir eldradepilin í Klaksvík. Enn er ikki komið á mál við hesum.
Men tað er okkara vón, at vit fáa greiðu á hesum ongantíð ov skjótt. Stýrið og leiðslan í NBH eru av tí greiðu sannføring, at hóskandi karmar fara at lyfta dygdina í tænastunum, tí umstøðurnar á m.a. Norðoya Røktarheimi eru avgjørt ikki nøktandi.
Í einum eldradepli verður raksturin munandi minni, við tað at starvsfólkatilfeingið verður betur gagnnýtt við t.d. færri náttarvaktum. Tað er sjálvsagt eisini ein týðandi liður í mun til starvsfólkatrotið, sum bara økist.
Tí er tað mín inniliga vón, at vit finna eina loysn á trætuni, sum endaligt kann staðfesta hvør eigur hvat.
Eitt kunnu vit í øllum førum longu staðfesta.
Klaksvíkar sjúkrahús hevur brúk fyri meira plássi og vit í NBH hava brúk fyri at betra um okkara umstøður, so tað burdi verið so líka til ????
***
Góðu starvsfólk á eldraøkinum
Tit knokla. Tað vita vit. Tit geva eina rúgvu av tykkum sjálvum hvønn dag til arbeiðis. Tit útinna tykkara uppgávur, veita fakliga sjúkrarøkt, veita umsorgan og tað nýggjasta: Tit eru øll meira ella minni tvungin at verða lærumeistarar.
Í NBH er man júst farin undir skipaða undirvísing fyri ófaklærdum. Hetta fyri at tryggja, at sjúkrarøktin framhaldandi kann vera á einum fakliga góðum støði. Tað sigur ómetaliga nógv um støðuna, sum allatíðina setur krøv til tykkum um at finna virðiligar loysnir á økinum.
Takk fyri tykkara megnar arbeiði.
***
Eg havi líka eina heilsan afturat. Hon er til Eldraráðið í Norðoyggjum. Tað er ein fragd, at hava eitt so vælvirkandi eldraráð, sum kann koma við góðum íkasti til viðurskifti, sum eru aktuel at viðgera á eldraøkinum. At eg skuldi sita á fundi saman við Eldraráðnum, sum stýrisformaður í NBH, tað heði Marna nokk ikki rokna við, tá hon spurdi pensjóneraða sýslumannin, um hann hevði verið áhugaður í, at stilla upp til eldraráðið.
Marna, kanska tú kanst ringja til mín næstu ferð tað verður val til eldraráðið ????
Takk fyri.