Í seinastu viku skipaðu ergo- og fysioterapeutarnir hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu fyri skeiðið, har umleið 120 skeiðsluttakarar luttóku. Har ímillum røktarstarvsfólk hjá NBH, ergo- og fysioterapeutar í Roðanum, Nánd og KS. Eisini vóru nakrir ansarar við á skeiðnum.
Endamálið við skeiðnum var at geva starvsfólkunum vitan og førleikar um nýtslu av ávísum hjálpartólum, sum kunnu lætta um arbeiði og byrgja fyri arbeiðsskaðum.
-Mær dámar væl, at vit javnan fáa dagført okkara vitan. Nýggjar loysnir, í mun til hvussu vit tryggja okkum, at brúkarin fær bestu hjálpina, verða allatíðina mentar, og tí haldi eg avgjørt at hetta hevur verið eitt gott skeið, sigur Súsanna Danielsen, sjúkrarøktarfrøðingur í Norðoya Bú- og Heimatænastu.
Skeiðið var ein dagføring í vitan og førleikum innan flyting, siti- og liggistøður. Hetta fevndi um undirvísing og venjing í nýtslu av hjálpartólum sum glíðiløk, snaritorni, amboð til stuðulssokkar, koyristólum og røktarsong.
Malan Steinhólm, ergoterapeutur, sum er ein av fyriskiparunum av skeiðinum sigur, at tað hevur stóran týdning, at brúkarin fær eina kenslu av, at hjálparamboðini eru ein hjálp til dagliga arbeiðið. Somuleiðis hevur tað týdning, at okkara starvsfólk fáa neyðuga kunning í mun til, hvussu tey kunnu tryggja sína arbeiðsstøðu, soleiðis at røktin verður væleydnað fyri báðar partar.