Væleydnað tiltak í Dagtilhaldinum Sóljuni

Væleydnað tiltak í Dagtilhaldinum Sóljuni

8. apríl varð skipað fyri kunnandi tiltaki um demens og um tilboð til fólk við demenssjúku í Norðoyggjum. Umleið 50 fólk komu á gátt í hugnaligu hølunum í Dagtilhaldinum Sóljuni, so sigast má, at kvøldið var væl vitjað.

Marna E. Jensen, stjóri, bjóðaði vælkomin og fortaldi eisini, at í næstum fer NBH at fáa eina nýggja heimasíðu, og at ein nýggjur faldari um demens er framleiddur.

Gunnvá Müller, deildarleiðari á Búðatrøð, upplýsti um demens, og Annika Vágsheyg, starvsfólk á Demensklinikkin við Norðoyggjum sum arbeiðsøki, segði frá um útgreinan av demensi og hví tað hevur týdning at fáa hesa útgreinan. Eisini upplýstu Ingrid J. Heinesen og Burna Hentze um, hvussu vit eiga at samskifta við fólk, sum hava demens.

Monica Ziska kunnaði um Dagtilhaldið á Viðareiði, og til seinast greiddi Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum, frá arbeiðnum hjá felagnum.

Samanumtikið, so kann sigast, at demensur er ein sjúka, har tað er serliga umráðandi at hugsa um, hvussu tosað verður um fólk, sum hava demens, men ikki minst umráðndi, hvussu tosað verður við fólk, sum hava demens.

Kvøldið endaði við drekka og góðum køkum frá Mariettu, har høvi var at práta víðari og spyrja við borðini.