Ven eina betri javnvág!

Ven eina betri javnvág!

Tað var høvuðsniðurstøðan á skeiðnum, sum Ven og Virka var vertur fyri í dag og í gjár.

25 fysioterapeutar úr øllum landinum luttóku á skeiðnum, sum snúði seg um greining, viðgerð og rehabilitering av fólkum, ið hava vánaliga javnvág og vestibulerar trupulleikar.

Skeiðið tók fyrst og fremst støði í eldri sjúklingum/borgarum, men kann sagtans eisini hava týdning fyri yngri sjúklingar/borgarar.

Á skeiðnum varð víst á hagtøl, sum vísa, at umleið 30% – 40% av eldri borgarum, sum búgva heima, detta hvørt ár. Hjá eldri, sum eru blivin 80 ár, er talið 50%.

Í nógvum førum er talan um vestibular trupulleikar, sum kann føra til, at ein gerst svimbul, vil spýggja ella fær eina kenslu av at danda, hóast tú stendur stillur. Hetta kann elva til ótryggleika, sum ger, at ein heldur seg aftur við at fara út ella taka lut í sosialum felagsskapum.

Hóast tað kann tykjast óbehagiligt, so snýr tað seg um at provokera eina støðu, sum ger ein svimbul. Tað kann vera við m.a. at flyta høvd og eygu, mala runt, bukka seg niður og at flyta seg frá síðu til síðu, har tað eru tær stóru rørslurnar, sum koma í spæl.

Jóngerð Biskopstø, sum hevur starvast sum fysioterapeut í nógv ár, er væl nøgd við skeiðið.

-Orsøkir til vánaliga javnvág kann koma av nógvum ymiskum orsøkum, tí hevur tað verið sera læruríkt at hoyra um nýggjastu gransking á økinum, og at umrøða og greina ymiskar støður, sum vit eisini hava fingið roynt í praksis.

– Vit hava eisini fingið íblástur frá hvørjum øðrum og nógv góð hugskot til venjing, sigur Jóngerð.

Tað er Katrine Storm Piper, Cand. scient í fysioterapi, Ph.d.-lesandi, serfrøðingur i geriatriskari fysioterapi, á deildini fyri Ergo- og Fysioterapi á Ríkissjúkrahúsinum, sum hevur staðið fyri skeiðum saman við Hedevig Matras, deildarleiðara í Ven og Virka.