Seinnapartin í dag var 10 ára hátíðarhald í Ven og Virka. Vegna koronu varð hátíðarhaldið skipað fyri innbodnum, sum hava havt eitt serligt tilknýti til Ven og Virka. Stýrisformaðurin í NBH, Jógvan Skorheim, og Marna E. Jensen, stjóri í NBH, hildu røður. Harumframt greiddu starvsfólk í Ven og Virka frá søguni og virkseminum. Eisini var ábit og tónleikur, og til seinast fekk Ven og Virka eitt flott gávubræv frá áhugabólkinum fyri eldri áljóðandi 30.000kr.
Stórur áhugi at venja
Ynskið at venja er seinastu árini vorðið størri enn kravið um at venja. Hetta sigur Hedevig Matras, deildarleiðari seinastu 10 árini í Ven og Virka, sum er venjingarhølið hjá Fysio- og ergoterapieindini í Norðoya Bú- og Heimatænastu.
Hóast venjingartilboðið í Ven og Virka einans hevur 10 ár á baki, so hevur henda tænasta ment seg so mikið nógv, at nú eru umleið 400 borgarar árliga, ið gera brúk av hesum møguleika.
– Tá ið vit byrjaðu her fyri 10 árum síðan, var høvuðsendamálið at hjálpa teimum, sum høvdu fingið afturgongd í førleikastøðuni. Tað er tað framvegis í dag, men við tí menning, sum er farin fram, er tænastan nógv meira fjølbroytt, enn hon var, tá vit byrjaðu. Vit eru fleiri starvsfólk og eru samansett við fleiri ymiskum fakbólkum.
– Hetta hevur avgjørt styrkt okkara tænastu og ger, at vit kunnu bjóða fleksiblar tænastur. Málbólkurin hjá okkum er heimabúgvandi fólkapensjónistar, sum av einari ella aðrari orsøk hava fingið afturgongd í førleikastøðuni, og ynskja at betra virkisførleikan við venjing. Somuleiðis bjóða vit fólkapensjónistum ókeypis eginvenjing, har borgarar sjálvir standa fyri venjingini.
– Tað er sera gleðiligt at síggja, hvussu íðin tey eldru eru, sum koma til hesar venjingarnar. Tey merkja veruliga mun, tá ið tey venja, samstundis sum samveran lívgar tey upp. Tí hóvar tað teimum ikki væl, at venjingarmøguleikarnir eru vorðnir meira avmarkaðir undir hesi koronufarsóttini, sigur Hedevig Matras.
Rehabilitering er gongda leiðin
Seinastu tvey árini hevur Norðoya Bú- og Heimatænasta bjóðað samdøgursrehabilitering, sum er eitt tíðaravmarkað tilboð, har høvuðsendamálið er at stuðla fólkapensjónistum at megna sín egna gerandisdag í tann mun, tað ber til.
Rehabilitering á eldraøkinum snýr seg um, at tann eldri er í miðdeplinum, og sjálvur setur sær mál fyri rehabiliteringina, samstundis sum fakfólkini taka støði í gerandisdegnum hjá borgaranum.
Jóngerð Biskopstø, fysioterapeutur, Jóna Østerø, sjúkrarøktarfrøðingur, og Pernille Frandsen, ergoterapeutur, starvast í Ven og Virka. Tær vísa á, at tvørfakligt toymisarbeiði er alfa og omega, tá ið talan er um rehabilitering. Við at samstarva tvørfakliga ber til at taka hond um alla lívsstøðuna hjá borgaranum, tá ið endurvenjingartilgongdin skal byrja. Hetta er sera týdningarmikið, tá ið mistir førleikar skulu endurvinnast, tí sjáldan er talan bert um ein mistan førleika, ið kann krøkjast til eitt fakøki. Tær tríggjar eru tí ógvuliga fegnar um, at tilboðið um rehabilitering verður raðfest enn hægri í komandi fíggjarári.
Somuleiðis vísa tær tríggjar á, at gransking á hesum øki staðfestir, at rehabilitering bæði er ein tænasta, sum borgarin ynskir fyri at fáa eitt sjálvstøðugt lív, har hann býr heima sum longst, og ein tænasta, sum í síðsta enda eisini er ein fíggjarliga skynsom.
Virknar eldsálir
Støðan var nakað øðrvísi fyri 10 árum síðan, tá ið Ven og Virka á fyrsta sinni lat upp. Eldraøkið var tá undir Almannaverkinum, og tilboð um venjingar til eldri, sum høvdu fingið afturgongd í førleikastøðuni, var ógvuliga avmarkað, tí onki høli var í Norðoyggjum til endamálið. Søgan um Ven og Virka kann tí knýtast at søguni um Sambýlið á Heygnum, har eldsálir gingu undan og fingu kommununa við í leikin um at fáa bygt eitt ellisheim á trøðna, sum var latin kommununi sera bíliga til endamálið í 1945.
Tað var tó ikki fyrr enn í 2003, at Sambýlið á Heygnum var tikið alment í nýtslu. Kvinnurnar, sum gingu undan við at savna pening inn til byggiverkætlanina, eru somu kvinnur, sum vístu á tørvin og á hølið, vit í dag kenna sum Ven og Virka og Virkishúsið Smæran.
Nakrar av hesum kvinnum eru Maria Klein, Kala Lómaklett, Gerda Absalonsen og Amalia Hansen, sum allar hava verið virknar í áhugabólkinum fyri eldri. Gjøgnum henda felagsskap hava tær skipað fyri eini ørgrynnu av tombola og basarum, har peningurin fyrst og fremst fór til byggiverkætlanina og síðani hevur verið latin til ymisk endamál til gagns fyri trivnaðin hjá eldri borgarum. Nevnast kann lyftan millum hæddirnar í Sambýlinum á Heygnum og sjónvarpsskíggin, sum verður brúktur í venjingarhølinum í Ven og Virka.
Maria, Kala og Gerda, sum framvegis eru virknar í áhugafelagnum fyri eldri, dylja ikki fyri, at tað avgjørt er heilsufremjandi at gera sjálvboðið arbeiði.
– Serliga stuttligt er tað, tá ið peningur, sum er komin inn gjøgnum tombola og basarar, tænir einum góðum endamáli. Og so er tað so gleðiligt at minnast aftur á nógvar hugnaligar løtur í sambandi við hesi tiltøk, har nógv ymisk fólk eru møtt, siga tær tríggjar at enda.