Øðrvísi venjingardagar í Ven og Virka

Øðrvísi venjingardagar í Ven og Virka

Seinastu tríggjar vikurnar hevur verið skipað fyri serligari bólkavenjing fyri menn. Teir, sum hava luttikið, ganga frammanundan til skipaða venjing í Ven og Virka tveir dagar um vikuna. Talan hevur tí verið um nakrar produktivar vikur.
Bólkavenjingin hevur verið bjóðað hesum bólki í samband við, at ergoterapieindin hevur tvey starvslesandi, sum í løtuni nema sær útbúgving, sum psykomotoriskir terapeutar.
Útbúgvingini leggur dent á menniskja í síni heild, men tað, sum serliga eyðkennir hesa útbúgvingina er koblingin millum kroppin og tað sálarliga. Tvs. samanhangin millum, hvussu kroppurin hevur tað, sosialu og sálarligu heilsuna, og hvørji amboð kunnu brúkast fyri at gerast meira tilvitaður um samlaðu heilsustøðuna.
Pernille Frandsen, sum dagliga starvast á ergoterapieindini í Ven og Virka sigur, at vejingarnar, sum hesin bólkurin hevur gjørt saman við teimum starvslesandi, eru nakað øðrvísi enn venjingin, sum teir annars eru vanir við. Vanliga verður vant við maskinum, men hesar venjingarnar leggja í størri mun upp til rørslur, har tú kanst brúka egna kropsvekt, eisini nevnd funktionel venjing.
Venjingarnir hava verið í Virkishúsionum Smæruni og í Dagtilhaldinum á Búðatrøð, og hevur tilboðið verið væl móttikið av bæði starvsfólkum og brúkarum.

Fysioterapiin skal støðugt mennast

Fysioterapiin skal støðugt mennast

Ven og Virka

Í 2023 skipaði Fysio- og ergoterapeuteindin, Ven og Virka (NBH), fyri skeiði fyri fysioterapeutar í Føroyum. Á skeiðnum var nýggjasta vitanin innan styrki- og konditiónsvenjing til eldri á skrá. Undirtøkan var sera góð, og tí verður nú aftur skipað fyri skeiði fyri fysioterapeutum.

Hesaferð verður fokus á greining, viðgerð og rehabilitering av fólkum, ið hava vánaliga javnvág og vestibulerar trupulleikar. Tað er Hedevig Matras, deildarleiðari í Ven og Virka, sum skipar fyri skeiðnum.

Skeiðið verður í Ven og Virka í Klaksvík

Skeiðið tekur fyrst og fremst støði í eldri sjúklingum/borgarum, men hevur eisini týdning fyri yngri sjúklingar/borgarar.

Skeiðið verður í Ven og Virka í Klaksvík í døgunum 4. og 5. september 2025.

Tað er Katrine Storm Piper, Cand. scient í fysioterapi, Ph.d.-lesandi, serfrøðingur i geriatriskari fysioterapi, á deildini fyri Ergo- og Fysioterapi á Ríkissjúkrahúsinum, sum fer at undirvísa.

Nógv er longu tilmeldaði, so tað er at gera skjótt av, um ynski er at luttaka á skeiðnum.

Les skeiðslýsingina her: Skeiðslýsing

Eldraráðið skipar fyri tiltaki í Mikladali

Eldraráðið skipar fyri tiltaki í Mikladali

Í samband við Virkið vár átakið hjá Klaksvíkar kommunu, skipar eldraráðið í norðoyggjum fyri hugnaligum tiltaki í avhaldshúsinum í Mikladali. Talan er bæði um frásøgn, gongutúr, felagssang og drekkamunn.

Markus í Norðnástovu fer at hugleiða um lívið fyrr og nú. Síðan verður farið ein gongutúr í bygdini, og aftaná verður sangur og drekkamunnur inni í avhaldshúsinum í Mikladali.

Tiltakið verður mikudagin 30. apríl og byrjar kl. 16.30. Øll eru vælkomin.

Tey sum ikki búgva á Kalsoynni, kunnu taka túrin við Sam kl. 15.30 og til ber at taka túrin heimaftur kl. 18.50.

Væleydnað tiltak í Dagtilhaldinum Sóljuni

Væleydnað tiltak í Dagtilhaldinum Sóljuni

8. apríl varð skipað fyri kunnandi tiltaki um demens og um tilboð til fólk við demenssjúku í Norðoyggjum. Umleið 50 fólk komu á gátt í hugnaligu hølunum í Dagtilhaldinum Sóljuni, so sigast má, at kvøldið var væl vitjað.

Marna E. Jensen, stjóri, bjóðaði vælkomin og fortaldi eisini, at í næstum fer NBH at fáa eina nýggja heimasíðu, og at ein nýggjur faldari um demens er framleiddur.

Gunnvá Müller, deildarleiðari á Búðatrøð, upplýsti um demens, og Annika Vágsheyg, starvsfólk á Demensklinikkin við Norðoyggjum sum arbeiðsøki, segði frá um útgreinan av demensi og hví tað hevur týdning at fáa hesa útgreinan. Eisini upplýstu Ingrid J. Heinesen og Burna Hentze um, hvussu vit eiga at samskifta við fólk, sum hava demens.

Monica Ziska kunnaði um Dagtilhaldið á Viðareiði, og til seinast greiddi Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum, frá arbeiðnum hjá felagnum.

Samanumtikið, so kann sigast, at demensur er ein sjúka, har tað er serliga umráðandi at hugsa um, hvussu tosað verður um fólk, sum hava demens, men ikki minst umráðndi, hvussu tosað verður við fólk, sum hava demens.

Kvøldið endaði við drekka og góðum køkum frá Mariettu, har høvi var at práta víðari og spyrja við borðini.

 

 

Kunningartiltak um demens og tilboð til fólk við demenssjúku í Norðoyggjum

Kunningartiltak um demens og tilboð til fólk við demenssjúku í Norðoyggjum

Týskvøldið 8. apríl 2025 kl. 19:30 verður alment kunningartiltak um demens og tilboð til fólk við demenssjúku í Norðoyggjum. Tiltakið verður  í hølunum hjá Dagtilhaldinum Sóljuni á Stoksoyravegi 39, Klaksvík.

Skráin: 

Kunnað verður um undirvísing um demenssjúkur, og um demens-útgreinan. Eisini verður upplýst, hvussu vit eiga at tosa við fólk, sum hava demens.

Harumframt verður kunnað um tilboðið á Búðatrøð og dagtilhaldið á Viðareiði. Umboð frá Alzheimerfelagnum luttaka eisini.

Aftaná verður boðið drekka, og fólk kunnu seta starvsfólkunum spurningar.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Stýrið í NBH hevur skipað seg

Stýrið í NBH hevur skipað seg

Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) hevur skipað seg við Karl H. Johansen, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, sum stýrisformanni og Símun Gullaksen, borgarstjóra í Fugloyar kommunu, sum næstformanni.

Í hesum sambandi varð skipaður ein evnisdagur á Fiskastykkinum í Sandavági, har høvuðsevnið var strategi fyri 2025-2028. Dagurin varð skipaður í tveimum pørtum – fyrrapartin varð dentur lagdur á búeindirnar, meðan tænasta til heimabúgvandi var høvuðsevnið seinnapartin.

Karl H. Johansen, sum nú fer undir sítt seinna skeið sum stýrisformaður, staðfestir, at NBH komandi árini hevur fleiri avbjóðingar, men stýrið fer til verka við góðum treysti.

”Vit standa framman fyri vaksandi avbjóðingum, serliga við demografisku broytingunum og at veita hjálp til tørvin hjá heimabúgvandi. Tað er neyðugt at leggja eina greiða strategi fyri at tryggja eina dygdargóða tænastu til okkara borgarar, sum er tíðarhóskandi og er við til at tryggja fíggjarligt haldføri,” sigur Karl H. Johansen.

Stýrið fer í næstum at arbeiða víðari við strategiini fyri 2025-2028.

NBH er javnbjóðis samstarv millum kommunurnar í Norðoyggjum um eldraøkið.

Nývalda Eldraráðið havt sín fyrsta fund

Nývalda Eldraráðið havt sín fyrsta fund

 

Herfyri hevði Eldraráðið í Norðoyggjum sín fyrsta fund í hesi setuni. Eldraráðið er mannað við 11 limum, 7 úr Klaksvíkar kommuna og hinar kommunurnar hava hvør sín lim.

Nøkur av evnunum, sum prátað varð um á fyrsta fundinum hjá Eldraráðnum vóru, val av limi í brúkararáðið til “Virkishúsið Smæruna”, um eldraíbúðir og kunnað varð um arbeiðið at gera nýggja heimasíðu til NBH.

Endamálið við Eldraráðnum í Norðoyggjum er at virka sum ráðgevi hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) og fáa í lag samskifti millum eldru borgararnar og NBH. Eitt nú siga viðtøkurnar fyri Eldraráðið, at fyrisitingin hjá NBH eigur at spyrja og kunna Eldraráðið um alt tað, sum viðvíkur teimum eldru.

Har afturat kann Eldraráðið eisini koma við hugskotum og annars virka fyri, at vitan og royndir hjá teimum eldru verða virðismett og gagnnýtt í arbeiðinum hjá NBH.

Tey, sum manna nýggja Eldraráðið, eru hesi:

Fyri Klaksvíkar kommunu: Steinbjørn O. Jacobsen, formaður, Gunvør Sigurðsson, Gerda Absalonsen, Elsa Hansen, Finnur Jacobsen, Hanna Fuglø og Hanus Poulsen
Kunoyar kommunu: Eghild Poulsen
Hvannasunds kommunu: Margreta í Buð
Viðareiðis kommunu: Sunniva Simonsen
Fugloyar kommunu: eingin valdur

 

Kunning um nýggj brúkaragjøld

Kunning um nýggj brúkaragjøld

Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur samtykt at dagføra gjøldini fyri tilboð og tænastur.

Nýggju gjøldini eru galdandi frá 1. januar 2025.
Yvirlit yvir nýggju gjøldini kunnu síggjast her: Gjøld fyri búpláss heimahjálp og umlætting í 2025

Gjøldini verða kunngjørd vísandi til “Kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.”
Hendan er seinast broytt við kunngerð nr. 6 frá 30. januar 2023, og sæst her.

Gjøldini eru galdandi fyri tær tænastur og tey tilboð, ið verða veitt við heimild í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum seinast varð broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10 des. 2021, vanliga nevnd eldralógin, og hon sæst her.

Búfólk á búeindunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu og heimabúgvandi, sum rinda fyri heimatænastu, hava fingið skriv við kunning um nýggju brúkaragjøldini.

Nýtt og spennandi starv sum kommunalur demenssamskipari í Norðoya Bú- og Heimatænasta

Nýtt og spennandi starv sum kommunalur demenssamskipari í Norðoya Bú- og Heimatænasta

 


Brennir tú fyri demensøkinum? So er møguleikin her! Norðoya Bú- og Heimatænastan vil menna demenstænastuna til heimabúgvandi borgarar í Norðoyggjum.

Sum liður í hesi tilgongd sóknast vit eftir einum kommunalum demens-samkipara á starvsbroti 0,8 frá 1. desember 2024 ella eftir nærri avtalu.
Tú fert í høvuðsheitum at hava ábyrgd av at menna, samskipa og seta nýggjar tænastur í verk tíðliga í sjúkugongdini, við tí fyri eyga at fremja heilsu, stuðla undir virkni og fyribyrgja sosiala avbyrging.

Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við borgaran, avvarðandi, eins og í tvørfakligum og tvørgeiraligum samstarvi við onnur heilsustarvsfólk og stovnar. Arbeiðshátturin er persónmiðsavnandi við atliti at ynskjum og tørvum hjá tí einstaka og tekur støði í nýggjastu vitan, gransking og tøkni.

Arbeiðsuppgávurnar fevna um
• At uppbyggja eina nýggja tænastu
• At samskipa demenstænastuna til heimabúgvandi borgarar í Norðoyggjum
• At styrkja tvørfakliga og tvørgeiraliga samstarvið og samskiftið
• At tryggja samanhangandi borgaragongdir tvørtur um fak og geirar
• Í samstarvi við visitator/heilsuráðgeva gera fyribyrgjandi heimavitjanir
• At arbeiða relatiónsskapandi og vegleiða og undirvísa borgarum og avvarðandi
• At stuðla, vegleiða og undirvísa starvsfólkum í NBH í mun til ítøkiligar støður
• At kunna teg um nýggjastu vitan, háttaløg og gransking á demensøkinum

Karmar og førleikakrøv
Starvið er staðsett á Búðatrøð, sum er dagtilhald fyri fólk við demenssjúkum. Starvsfólkini á Búðatrøð, hava útbúgving og drúgvar royndir innan demensøkið. Vit kunnu tí bjóða tær eitt gott og stimbrandi fakligt umhvørvi
í dagliga arbeiðnum.

Til starvið krevst, at tú hevur demenssamskiparaútbúgving, eins og viðkomandi heilsufakliga útbúgving. Royndir innan økið kunnu vera ein fyrimunur. Talan er um nýtt starv, og vit vænta tí, at tú ert fleksibul, megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við viðkomandi aktørar, bæði í NBH og uttanhýsis, t.d. Demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum.

Góð evni at samskipa, samstarva og samskifta eru neyðug fyri at røkka endamálinum um eina dygdargóða demenstænastu til heimabúgvandi borgarar í Norðoyggjum.

Virðir
Kjarnuvirðini í NBH eru nærvera, fleksibilitetur og høgt fakligt støði. Hesi síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum sæst her https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar og setanartreytirnar eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Gunnvá Müller, deildarleiðara í Búðatrøð á tel. +298 793450 ella við tpost til gunnvam@nbh.fo.

Umsókn við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er 12. november 2024

Starvsfólk í Heimatænastuni á skeiði um demens

Starvsfólk í Heimatænastuni á skeiði um demens

Herfyri vóru starvsfólk í Heimatænastuni hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu á skeiði í ymiskum innan demensøkið. Sama skeið varð hildið tvær ferðir, fyri at geva øllum starvsfólkunum í Heimatænastuni møguleika at luttaka.

Við á seinna skeiðnum vóru eisini nøkur starvsfólk frá Heiminum við Vágna, har ein eind er skipað sum demenseind.

Endamálið við skeiðnum er m.a. at førleikamenna starvsfólkini, soleiðis at tey gerast betur før fyri at veita teimum borgarum, sum hava fingið staðfest demens, heimahjálp.

Skeiðið varð væl skipað við starvsfólkum, sum hava drúgvar royndir innanfyri økið. Eisini vóru søgur frá avvarðandi, har greitt var frá, hvussu tað er at vera avvarðandi hjá fólki, ið fáa staðfest demenssjúku.

Norðoya Bú- og Heimatænasta vil takka øllum starvsfólkunum fyri góða móttøku av skeiðnum. Eisini ein tøkk til øll tey, sum í hesi tilgongdini hava verið við til at ment demensøkið við sínari rúgvismiklu vitan.