NBH hevur sett ein kommunalan demenssamskipara í starv. Talan er um eitt nýtt starv, har endamálið er at menna, skipa og útinna tænastur, sum m.a. skulu tryggja eina góða sjúkutilgongd, soleiðis at lívsgóðskan hjá teimum, sum fáa staðfest demens, verður varðveitt á einum so høgum stigi sum gjørligt.
Jonna Joensen, sum seinastu árini hevur starvast sum deildarleiðari á Sambýlinum í Bøgøtu, sigur, at tað hevur týdning at tey, sum fáa staðfest demenssjúku, fáa møguleika at vera ein sjálvbjargin og virkin partur í familjuni og samfelagnum so leingi, sum tilber.
– Avvarðandi skulu tí somuleiðis stykjast og stuðlast. Ein uppgáva hjá mær verður tí eisini at vegleiða og undirvísa avvarðandi í mun til broytta leiklutin í familjuni. Hetta kann vera við til at fyribyrgja m.a. strongd og tunglyndi, sum kemur munandi oftari fyri í familjum, har ein limur hevur demenssjúku enn í øðrum familjum.
Leikluturin hjá kommunala demenssamskiparanum verður eisini at vera kontaktpersónur og stuðla undir eini samanhangandi og góðari sjúklinga-/borgaragongd í tvørfakligum og -geiraligum samstarvi við viðkomandi aktørar, t.d. demensklinikk (landsdemenssamskipara), kommunulækna, Almannaverk, heimatænastu osfr.
Jonna byrjaði 1. oktober og ynskja vit Jonnu blíðan byr í starvinum.