Demensøkið verður styrkt enn meira

Demensøkið verður styrkt enn meira

Í sambandi við at farið er undir tilgongdina at gera Gulu eind á Heiminum við Vágna til demenseind, hevur Norðoya Bú- og Heimatænasta havt trý skeið í ymiskum innan demensøkið.

Talan er um sama skeið, sum er endurtikið tríggjar ferðir, soleiðis at øll hava kunna luttikið. Við á seinasta skeiðnum vóru eisini starvsfólk úr Sambýlinum í Bøgøtu, sum longu er skipað sum demenseind.

Endamálið við skeiðnum er m.a. at førleikamenna starvsfólkini, soleiðis at teir borgarar, sum hava fingið staðfest demens, fáa rætta viðgerð og hjálp sum stuðlar undir ein skipaðan innihaldsríkan gerandisdag.

Skeiðið varð væl skipað við bæði innanhýsis og uttanhýsis starvsfólkum, sum hava drúgvar royndir innanfyri økið. Eisini vóru søgur frá avvarðandi, har greitt var frá, hvussu tað er at vera avvarðandi hjá fólki, ið fáa staðfest demenssjúku.

Vit takka øllum starvsfólkunum fyri góða móttøku av skeiðnum. Eisini ein tøkk til øll tey, sum í hesi tilgongdini hava verið við til at ment demensøkið við sínari rúgvismiklu vitan.

NBH luttekur í Spæl føroyskt vikuni

NBH luttekur í Spæl føroyskt vikuni

– Endiliga slapp eg at síggja Varpið, sum eg havi hoyrt so nógv um!
Soleiðis segði ein gestur, sum var so ómetaliga fegin um, at starvsfólk høvdu tikið seg við til eina tónleika uppliving í Varpinum, fyrrapartin í dag.

Umleið 200 fólk møttu í morgun til tiltak í Varpinum, sum varð fyriskipað av NBH í samband við árligu Spæl føroyskt vikuna.
Tað tók sína tíð at fáa øll uppá pláss, tí nógvir koyristólar skuldu koyrast millum búplássini og Varpið, men við góðari hjálp frá starvsfólkunum gekk tað avbera væl.

Nógv av teimum sum møttu hava ikki sæð hvønn annan í áravís, so tað var ikki sørt rørandi at uppliva, hvussu glað øll vóru fyri upplivingina.

Tríggjar ymiskar tónleika upplivingar og ein góðan drekkamun! Tað er onki at ivast í, at í dag savnaði føroyski tónleikurin fólkið.

Spæl føroyskt í Varpinum

Spæl føroyskt í Varpinum

Klaksvíkar kommuna og Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) hava tvey spennandi tiltøk í Varpinum í sambandi við Spæl føroyskt vikuna, sum verður í komandi viku.

6. mars verður skipað fyri forkunnugum eldratiltaki fyri teimum, sum eru knýtt at tænastum og tilboðum hjá NBH, og 7. mars verður skipað fyri einum konsertdegi, har allir dagstovnarnir í kommununi framføra føroyskar sangir fyri hvørjum øðrum.

Tað er ikki á hvørjum degi, at fólk, sum búgva á bústovni hjá NBH, fáa innbjóðing til tiltøk uttanfyri heimið. Síðsta ár var NBH eisini partur av Spæl føroyskt vikuni, men tá varð skipað fyri ymiskum tónleika framførslum á teimum ymisku heimunum.

Talan verður tí um eina heilt serstaka løtu, tá ið bæði búfólk, tey sum fáa heimatænastu, tey sum ganga í dagtilhald, venja í Ven og Virka og tey sum koma í Virkishúsið Smæran, verða boðin til eina tónleikaframførslu í Varpinum.

Tað verður uttan iva ein uppliving í sær sjálvum at koma inn í Varpið, men eisini ein avbjóðing at fáa 30 koyristólar koyrdar millum heimini og Varpið. Tí eru avvarðandi, har tað bar til, eisini hjartaliga vælkomin til tiltakið.

Marna E. Jensen, stjóri í NBH, sigur at við góðum vilja, so skal tað nokk eydnast.

– Vit eru ógvuliga fegin um at kunna geva teimum, sum eru knýtt at tænastum og tilboðum hjá NBH hesa upplivingina, sum einans kann lata seg gera, tí vit hava so dugnalig og ófør starvsfólk. Hesin dagurin fer at krevja stóran fleksibilitet av starvsfólkunum, men øll hava tikið væl ímóti hugskotinum, og tí ivist eg ikki í, at upplivingin verður góð fyri allar partar.

– Tað eru ikki øll sum megna túrin yvir í Varpið, men við góðari hjálp frá avvarðandi, so verða tað fleiri sum fara at kunnu njóta góðar føroyskar tónar frá m.a. skúlakórinum á Skúlatrøð.

Børnini framføra og lurta

Hósdagin 7. mars kl. 10.00 verður skipað fyri einari sangløtu/samling fyri børnum í aldrinum 0-3 ár. Tey fara at syngja nakrar føroyskar sangir og hoyra eina lítla søgu.

Kl 11.00 byrjar barnakonsertin fyri teimum 3-7 ára gomlu. Byrjað verður við at hoyra Skúlakórið syngja. Síðan fara teir 6 dagstovnarnir at framføra fyri hvørjum øðrum. Við hesum tiltakinum fáa børnini bæði høvi at framføra og at vera til konsert í stásiligu hølunum.

Av sangum, sum børnini fara at framføra kann nevnast: Eg gekk mær eftir bønum fram, Kennir tú blómurnar og Vestan fyri Mykines.

Bókasavnið luttekur eisini við einum søgukróki, so um onkur hevur hug at steðga eina løtu aftaná sangframførslurnar, so er eisini møguleiki til tað.

Hetta er fyrsta tiltakið á dagstovnaøkinum, sum verður hildið í Varpinum. Fleiri av børnum hava kanska ikki verið í Varpinum, tí er tað eisini fyri tey ein uppliving í sær sjálvum.

Dagtilhaldið á Viðareiði letur upp

Dagtilhaldið á Viðareiði letur upp

Dagtilhaldið til fólkapensjónistar byrjar fríggjadagin 2. februar og verður opið mikudag og fríggjadag kl. 13 til 16. 

Eitt av endamálunum við nýggja dagtilhaldinum er at bjóða heimabúgvandi fólkapensjónistum norðanfyri fjall eitt savningarstað til hugnaliga samveru.

Virksemið í dagtilhaldinum verður skipað í tøttum samstarvi við tey, sum koma, soleðis at tað er tørvurin og áhugamálini hjá teimum, sum eru virkin í dagtilhaldinum, ið myndar dagskránna.

Eru spurningar, ber til at venda sær til Monicu Ziska, deildarleiðara, á tel. 793490, týsdag ella fríggjadag millum kl. 10-16.

Móttøka á Viðareiði

Móttøka á Viðareiði

Hugnalig samvera, røður, tónleikur og ein góður kaffimunnur var á skránni, tá ið Dagtilhaldið á Viðareiði lat dyrnar upp fyri fyrstu ferð.
Dagtilhaldið er liður í einari størri ætlan um at byggja ein tænastudepil, sum skal savna bæði venjingarhøli, dagtilhald og aðrar tænastur frá NBH.
Stýrisformaðurin, Karl Johansen, Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu og Marita Sumberg stýrislimur í Norðoya Bú- og Heimatænastu vóru øll samd um, at eitt slíkt tilboð í nærumhvørvinum hevur stóran týdning, og tí fegnaðust tey øll um hesa raðfesting, sum uttan iva eisini fer at styrkja felagsskapin millum eldri borgarar norðanfyri fjall.
Hans F. Christiansen úr Hvannasundi sang og spældi tvey sera vøkur løg. Ein hugnalig løta.

Dagtilhaldið letur upp um mánaðarskiftið. Kunnað verður nærri á heimasíðuni.

, tá ið latið verður upp.

Nýtt dagtilhald á Viðareiði letur upp

Nýtt dagtilhald á Viðareiði letur upp

Fríggjadagin 19. januar kl. 14.00 verður móttøka í nýggju hølunum í Dagtilhaldinum á Viðareiði. Á skránni verður røður, tónleikur, kaffi og okkurt søtt afturvið.
Eitt av endamálunum við nýggja dagtilhaldinum er at bjóða heimabúgvandi fólkapensjónistum norðanfyri fjall eitt savningarstað til hugnaliga samveru.
Virksemið í dagtilhaldinum verður skipað í tøttum samstarvi við tey, sum koma, soleðis at tað er tørvurin og áhugamálini hjá teimum, sum eru virkin í dagtilhaldinum, ið myndar dagskránna.
Ein faldari við kunning um dagtilhaldið, og innbjóðing til móttøkuna, er sendur til øll húski norðanfyri fjall, men øll eru hjartaliga vælkomin. 

Kunning um nýggj brúkaragjøld

Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur samtykt at dagføra gjøldini fyri tilboð og tænastur. Nýggju gjøldini eru galdandi frá 1. januar 2024. Yvirlit yvir nýggju gjøldini kunnu síggjast her:  Gjøld fyri búpláss heimahjálp og umlætting frá 1 januar 2024

Gjøldini verða kunngjørd vísandi til “kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.” Hendan er seinast broytt við kunngerð nr. 6 frá 30. januar 2023, og sæst her. Gjøldini eru galdandi fyri tær tænastur og tey tilboð, ið verða veitt við heimild í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum seinast varð broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10 des. 2021, vanliga nevnd eldralógin, og hon sæst her.

Búfólk á búeindunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu og heimabúgvandi, sum rinda fyri heimatænastu, fáa skriv sendandi um nýggju brúkaragjøldini.

Hugnakvøld í Smæruni 16. oktober

Hugnakvøld í Smæruni 16. oktober

Virkishúsið Smæran, á Kjalarvegi 48, hevur í nógv ár virka sum savningarstað fyri fjølbroytt hugskot, ið kvinnur og menn eldri enn 60 ár, sum oftast hava góðskað fyri.

Í vár varð skipað fyri hugnakvøldum, har fleiri kvinnur hittust. Gerandisevnir vórðu umrødd, stokkarnir tiknar fram og góður drekkamunnur var at fáa hvørja ferð.

Mánakvøldið 16. oktober frá kl. 20.00 til 22.00 verður aftur boðið til hugnaløtu, har kvinnur 60 ár og eldri kunnu hittast. Ongin treyt er knýtt at tilboðnum, men møguleiki er sjálvandi fyri at hava stokkar ella annað handarbeiði við.

Endamálið er at skapa eitt netverk, har møguleiki er at hittast til eina hugnaløtu, umrøða gerandisevnir, hugleiða og kanska menna okkurt hugskot, sum kann birta undir onnur tiltøk, sum eisini kunnu fremja heilsu og trivnað hjá hesum málbólki.

Skipað verður fyri hesum hugnakvøldum mánakvøld fram til jólar. Øll eru hjartaliga vælkomin.