Eginvenjing

Fólkapensjónistar í Norðoyggjum hava nú møguleika fyri sjálvir at venja í Ven og Virka, týsdag og hósdag frá kl. 9 – 12.

Eginvenjing vil siga, at pensjónistarnir venja uttan serliga vegleiðing frá terapeutum, tó ber til at fáa stutta kunning um, hvussu venjingartólini skulu nýtast.

Undirtøkan hevur verið sera góð. Millum 10 – 20 fólk vitja hvørja ferð.