Búðatrøð er dagtilhald fyri heimabúgvandi borgarar í Norðoyggjum, sum hava fingið staðfest eina demenssjúku.
Endamálið er:
- Við rættari viðgerð og hjálp at stuðla undir ein skipaðan, innihaldsríkan gerandisdag, ið er merktur av lívsgleði og trivnað, hóast sjúku.
- Við vegleiðing, ráðgeving og undirvísing stuðla familjunum, so tær gerast førar fyri at veita tann stuðul og ta hjálp, ið krevst at vera um ein avvarðandi, sum hevur fingið eina demenssjúku.
- At stuðla undir sjálvsavgerðarrættin við støði í førleikum hins einstaka.
- Dagtilboðið skal gera tað møguligt hjá menniskjum við demensi at búleikast heima sum longst.
Á Búðatrøð starvast fólk, sum hava servitan og drúgvar royndir innan demensøkið. Pláss er fyri 8 – 10 borgarum.
Umframt dagtilhald veita starvsfólkini á Búðatrøð eisini vegleiðing, ráðgeving og undirvísing í demensspurningum.
Hevur tú spurningar ella ivamál ert tú vælkomin at venda tær til Búðatrøð á tel. 793451, yrkadagar millum kl. 10-16.
Um áhugi er at fáa pláss á Búðatrøð ber til at venda sær til tel. 793400 yrkadagar millum kl. 8.00 – 15.00. ella senda umsóknarblað, sum fæst her.
Avgerð um pláss á Búðatrøð verður tikin við støði í eini fakligari meting.
Búðatrøð heldur til í norðara enda á 1. hædd á Heiminum við Vágna.
Deildarleiðari er Gunnvá Müller, sjúkrarøktarfrøðingur.
Adressa:
Sævargøta 1
700 Klaksvík
Tel. 793451
nbh@nbh.fo
Ein faldari við stuttari kunning um demens sæst her.