Nú ber aftur til at vitja á búeindunum eftir ávísum leisti
Í sambandi við at fleiri tilburðir av smittu við koronuvirus vórðu staðfestir fyrst í august-mánaði, varð mett neyðugt at seta smittuverjuátøk í verk, sum m.a. høvdu við sær, at tað ikki var møguligt at vitja á búeindunum í NBH.
Nú tamarhaldið á smittuni tykist vera betri, hava eldraøkini í Føroyum í saman við Pál Weihe, yvirlækna, tikið ta støðu, at tvey avvarðandi hjá hvørjum búfólki aftur kunnu vitja á røktarheimum og eldrasambýlum. Hetta er galdandi frá mikudegnum 19. august 2020. Sí, nærri kunning um vitjanina her.
Áheitan til avvarðandi um at lata seg kanna
Fyri at forða smittuni at koma inn á búeindirnar, fer NBH staðiliga at heita á avvarðandi um javnan at lata seg kanna fyri COVID-19, serliga áðrenn vitjað verður aftur fyrstu ferð. Kanningartíðirnar síggjast á heimasíðunum hjá teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum: www.ks.fo – www.ls.fo – www.ssh.fo.
Tað ber somuleiðis til at kanna seg hjá privatu fyritøkuni Thetis, sí vegleiðing her.
NBH fylgir kanningarskráum, ið eru gjørdar fyri starvsfólk, búfólk og heimabúgvandi borgarar við støði í heilsufakligum tilmælum á økinum. Hesar kanningar verða gjørdar í NBH.
Aðrar tænastur í NBH
Aðrar tænastur og tilboð í NBH, so sum Dagtilhaldið Sóljan og virksemið í Ven og Virka hava eisini verið skerd hesa tíðina og byrjað verður varisliga aftur í hesi og næstu viku.
Nærri kunning fæst undir hvørji tænastu sær, sí Tænastur.
Verður latið enn meiri upp?
Alt eftir, hvussu koronasmittan í samfelagnum háttar sær, verður latið enn meiri upp fyri vitjan á búeindunum og øðrum tænastum í NBH.