Kunning um nýggj brúkaragjøld

Kunning um nýggj brúkaragjøld

Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur samtykt at dagføra gjøldini fyri tilboð og tænastur.

Nýggju gjøldini eru galdandi frá 1. januar 2025.
Yvirlit yvir nýggju gjøldini kunnu síggjast her: Gjøld fyri búpláss heimahjálp og umlætting í 2025

Gjøldini verða kunngjørd vísandi til “Kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.”
Hendan er seinast broytt við kunngerð nr. 6 frá 30. januar 2023, og sæst her.

Gjøldini eru galdandi fyri tær tænastur og tey tilboð, ið verða veitt við heimild í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum seinast varð broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10 des. 2021, vanliga nevnd eldralógin, og hon sæst her.

Búfólk á búeindunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu og heimabúgvandi, sum rinda fyri heimatænastu, hava fingið skriv við kunning um nýggju brúkaragjøldini.

Nýtt og spennandi starv sum kommunalur demenssamskipari í Norðoya Bú- og Heimatænasta

Nýtt og spennandi starv sum kommunalur demenssamskipari í Norðoya Bú- og Heimatænasta

 


Brennir tú fyri demensøkinum? So er møguleikin her! Norðoya Bú- og Heimatænastan vil menna demenstænastuna til heimabúgvandi borgarar í Norðoyggjum.

Sum liður í hesi tilgongd sóknast vit eftir einum kommunalum demens-samkipara á starvsbroti 0,8 frá 1. desember 2024 ella eftir nærri avtalu.
Tú fert í høvuðsheitum at hava ábyrgd av at menna, samskipa og seta nýggjar tænastur í verk tíðliga í sjúkugongdini, við tí fyri eyga at fremja heilsu, stuðla undir virkni og fyribyrgja sosiala avbyrging.

Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við borgaran, avvarðandi, eins og í tvørfakligum og tvørgeiraligum samstarvi við onnur heilsustarvsfólk og stovnar. Arbeiðshátturin er persónmiðsavnandi við atliti at ynskjum og tørvum hjá tí einstaka og tekur støði í nýggjastu vitan, gransking og tøkni.

Arbeiðsuppgávurnar fevna um
• At uppbyggja eina nýggja tænastu
• At samskipa demenstænastuna til heimabúgvandi borgarar í Norðoyggjum
• At styrkja tvørfakliga og tvørgeiraliga samstarvið og samskiftið
• At tryggja samanhangandi borgaragongdir tvørtur um fak og geirar
• Í samstarvi við visitator/heilsuráðgeva gera fyribyrgjandi heimavitjanir
• At arbeiða relatiónsskapandi og vegleiða og undirvísa borgarum og avvarðandi
• At stuðla, vegleiða og undirvísa starvsfólkum í NBH í mun til ítøkiligar støður
• At kunna teg um nýggjastu vitan, háttaløg og gransking á demensøkinum

Karmar og førleikakrøv
Starvið er staðsett á Búðatrøð, sum er dagtilhald fyri fólk við demenssjúkum. Starvsfólkini á Búðatrøð, hava útbúgving og drúgvar royndir innan demensøkið. Vit kunnu tí bjóða tær eitt gott og stimbrandi fakligt umhvørvi
í dagliga arbeiðnum.

Til starvið krevst, at tú hevur demenssamskiparaútbúgving, eins og viðkomandi heilsufakliga útbúgving. Royndir innan økið kunnu vera ein fyrimunur. Talan er um nýtt starv, og vit vænta tí, at tú ert fleksibul, megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við viðkomandi aktørar, bæði í NBH og uttanhýsis, t.d. Demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum.

Góð evni at samskipa, samstarva og samskifta eru neyðug fyri at røkka endamálinum um eina dygdargóða demenstænastu til heimabúgvandi borgarar í Norðoyggjum.

Virðir
Kjarnuvirðini í NBH eru nærvera, fleksibilitetur og høgt fakligt støði. Hesi síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum sæst her https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar og setanartreytirnar eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Gunnvá Müller, deildarleiðara í Búðatrøð á tel. +298 793450 ella við tpost til gunnvam@nbh.fo.

Umsókn við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er 12. november 2024

Starvsfólk í Heimatænastuni á skeiði um demens

Starvsfólk í Heimatænastuni á skeiði um demens

Herfyri vóru starvsfólk í Heimatænastuni hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu á skeiði í ymiskum innan demensøkið. Sama skeið varð hildið tvær ferðir, fyri at geva øllum starvsfólkunum í Heimatænastuni møguleika at luttaka.

Við á seinna skeiðnum vóru eisini nøkur starvsfólk frá Heiminum við Vágna, har ein eind er skipað sum demenseind.

Endamálið við skeiðnum er m.a. at førleikamenna starvsfólkini, soleiðis at tey gerast betur før fyri at veita teimum borgarum, sum hava fingið staðfest demens, heimahjálp.

Skeiðið varð væl skipað við starvsfólkum, sum hava drúgvar royndir innanfyri økið. Eisini vóru søgur frá avvarðandi, har greitt var frá, hvussu tað er at vera avvarðandi hjá fólki, ið fáa staðfest demenssjúku.

Norðoya Bú- og Heimatænasta vil takka øllum starvsfólkunum fyri góða móttøku av skeiðnum. Eisini ein tøkk til øll tey, sum í hesi tilgongdini hava verið við til at ment demensøkið við sínari rúgvismiklu vitan.

Fráboðan um trygdarbrot

Fráboðan um trygdarbrot

 

Henda kunning er til øll, sum hava havt samskifti við Klaksvíkar kommunu, Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) og Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum.

Sum tey flestu helst vita, so hevur Klaksvíkar kommuna verið úti fyri einum álvarsomum telduálopi, har óviðkomandi eru komin fram at skipanunum hjá kommununi og harvið eisini hjá NBH og Barnaverndartænastuni. Sostatt hava bæði vanligar og viðkvæmar persóns-upplýsingar verið á skeivum hondum. Vit hava nú ræði á øllum upplýsingunum aftur, men kunnu ikki við vissu siga, at teldsníkarnir ikki hava tikið avrit av upplýsingunum.

Hetta trygdarbrotið fevnir millum annað um upplýsingar, sum eru skrásettar hjá Klaksvíkar kommunu, NBH og Barnaverndartænastuni, so sum navn, bústaður, p-tal, kontunummur, yrkisfelagsligt tilknýti og aðrar viðkvæmar persónupplýsingar í sambandi við málsviðgerðir.
Talan kann eisini vera um skrásetingar hjá barnatannlækna í Klaksvíkar -, Fugloyar -, Hvannasunds -, Kunoyar – og Viðareiðis kommunum.

Henda kunning er fyri at geva øllum møguleika at taka neyðug stig og fyrivarni fyri at tryggja seg, nú persónupplýsingar hava verið á skeivum hondum.

Trygdarbrotið kann viðføra m.a. hesar vandar:

Persónar kunnu royna at nýta p-tal ella aðrar upplýsingar til m.a. samleikastuldur ella svik
Við atgongd til persónsupplýsingar kunnu óviðkomandi royna at lumpa fólk at veita fleiri upplýsingar ella pengar
Her eru nøkur stig, ið kunnu takast fyri at forða fyri misnýtslu av persónupplýsingum:

Verið varin, um tit fáa óvæntaðar teldupostar, SMS-boð ella telefonuppringingar, har biðið verður um persónligar upplýsingar, innritanarupplýsingar ella pengar
Trýstið ikki á ivasamar leinkjur og latið ikki persónupplýsingar til óviðkomandi
Broytið veik loyniorð til sterk loyniorð – sí t.d. kunning frá Gjaldstovuni her: https://gjaldstovan.fo/Gjaldstovan/kunning/tidindi/kt-tilbugvingin-a-gjaldstovuni-haekkar-nu-netalop-er-innan-landoddarnar/

Um tit hava spurningar, ella tykkum tørvar fleiri upplýsingar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkara dátuverndarfólk, Jens Chr. Olsen, telefon 784070, teldupostur: dpo@klaksvik.fo.

Arbeitt verður av øllum alvi við at framtíðartryggja allar dátur.

Vinaliga

Klaksvíkar kommuna, Norðoya Bú- og Heimatænasta (NBH) og Barnaverndartænastan í Norðoyggjum

Hug at stilla upp til Eldraráðið?

Hug at stilla upp til Eldraráðið?

12. november 2024 skal nýtt Eldraráð veljast fyri Norðoyggjar. Endamálið hjá Eldraráðnum er at betra og styrkja sambandið millum eldri borgarar og Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH). Fyri at stilla upp skulu tey, sum stilla upp til Eldraráðið, vera 60 ár ella eldri sjálvan valdagin. Atkvøtt verður millum persónarnar, sum skrivliga hava boðað kommununi frá, at teir stilla upp.

Valskeiðið gongur frá 1. jan. 2025 til 31. des. 2028. Kundi tú hugsð  tær at stilla upp, skalt tú fylla út eina valevnisfráboðan. Hetta skjal fæst á skrivstovunum hjá kommununum í Norðoyggjum ella á heimasíðuni hjá NBH, www.nbh.fo/oydubloed/

Saman við valevnisfráboðanini skulu undirskriftir frá minst tveimum stillarum fylgja við, sum eisini lúka treytirnar fyri valrætti til Eldraráðið. Eingin kann vera stillari fyri meira enn eitt valevni. Fráboðanin skal latast einari av skrivstovunum í kommununum.

Valevnisfráboðanir mugu vera einari av kommununum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. okt. 2024.  Hetta skjal fæst á skrivstovunum hjá kommununum í Norðoyggjum ella á leinkjuni her. Valevnisfráboðan og stillaralisti til eldraráðsvalið 2024

Persónar á innkomnu valevnisfráboðunum verða førdir á eitt samlað yvirlit, ið verður almannakunngjørt. Eldraráðið verður samansett eftir sama leisti, sum stýrið fyri NBH. Valið fer fram sama dag sum kommunuvalið.

Tí skulu veljast hesir limir:

Klaksvíkar kommuna fær 7 limir

Hvannasunds kommuna fær 1 lim

Viðareiðis kommuna fær 1 lim

Kunoyar kommuna fær 1 lim

Fugloyar kommuna fær 1 lim

Eldraráðið skipar seg sjálvt. Tey næstvaldu á viðkomandi vallistum verða varalimir eftir galdandi valreglum. Les meira um Eldraráðið og viðtøkur fyri Eldraráðið her: Eldraráðið-NBH

Norðoya Bú- og Heimatænasta merkt av netálopi

Norðoya Bú- og Heimatænasta merkt av netálopi

Sum kunnugt varð Klaksvíkar kommuna rakt av netálopi um vikuskiftið. Hetta merkir, at teldusníkar hava lagt hald á telduskipanir hjá kommununi.

Karl Johansen, borgarstjóri og  stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu, sigur, at støðan er álvarsom, tí kommunan hevur onga atgongd til sínar dátur. Arbeitt verður við at fáa greiðu á, hvussu umfatandi álopið er, men sannlíkt eru viðkvæmar upplýsingar komnar í skeivar hendur.

– Serkøn fólk, sum hava royndir við tílíkum, arbeiða í løtuni saman við avvarðandi myndugleikum fyri at finna útav, hvat er hent, og hvør avleiðingin verður. Samstarvað verður við bæði løgregluna, KT-Landsins og kt-veitarar. Fráboðan er somuleiðis send Dátueftirlitinum.

Stýrisformaðurin leggur afturat, at arbeiðsstøðan hjá umsitingini er nógv merkt av støðuni, men í høvuðsheitum virka flestu tænastuveitingar, bæði hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Rósa og Blóma eru fluttur inn á Norðoya Ellis- og Vistarheim

Rósa og Blóma eru fluttur inn á Norðoya Ellis- og Vistarheim

Seinastu tveir dagarnir hava verið nakað øðrvísi hjá búfólkunum á Norðoya Ellis- og Vistarheimi, nú kaninungarnir Rósa og Blóma eru fluttar inn.

Diana Ó. Johannesen, deildarleiðari, staðfestir, hvussu lívsjáttandi tað hevur verið at síggja móttøkuna, nú starvsfólkini hava tikið stig til at fáa kaninir sum kelidjór.

– Gransking vísir, at kelidjór eru serliga góð fyri eldri, sum t.d. búgva á einum røktarheimi, og aftaná bert tveir dagar hava vit sæð, hvussu stóra umsorgan búfólkini hava fyri kaninunum.
– Umsorgan er ein grundleggjandi tørvur hjá øllum menniskjum, og er hetta komið heilt týðiliga til sjóndar hesar dagarnar. Búfólkini hava givið kaninunum navn, og verða tær væl og virðiliga kíndar. Eisini verður prátað við kaninirnar, umframt at búfólkini eru sera uppmerksom, um kaninirnar fáa nokk at eta.
Diana sigur, at valið fall á kaninir, einamest tí at tað er eitt friðarligt djór, sum eisini kann búgva úti í búri. Húsavørðurin hjá NBH hevur gjørt tvey portur, soleiðis at bæði búfólk, sum megna at ganga sjálvi, og tey sum eru í koyristóli, hava lætta atgongd at koma inn í kaningarðin. Upplivingin at síggja kaninirnar renna runt í garðinum hevur eisini verið ein ómetaliga góð uppliving.

Dagtilhaldið Sóljan eitt virkið tilboð

Dagtilhaldið Sóljan eitt virkið tilboð

Dagtilhaldið Sóljan er dagliga karmur um innihaldsrík tilboð, sum stuðla undir møguleikanum hjá eldri at vera virkin. Dagtilhaldið er fyri heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum, og er sera væl vitjað.

Opið er mánadag, týsdag og hósdag frá kl. 13.00 til 16.00.

Fríggjadag er tilboðið visiterað frá kl. 11 til 15. Tað merkir, at starvsfólk hjá NBH gera eina meting av, um hetta tilboðið er serliga væl egna til tørvin hjá einum ávísum borgara. Tað merkir sostatt, at Dagtilhaldið Sóljan er eitt samansett tilboð, ið bæði er opið og visiterað.

Virksemið í dagtilhaldinum verður skipað í tøttum samstarvi við tey, sum koma, so dagarnir kunnu verða fjølbroyttir, men tað er onki at ivast í, at tað serliga er felagssangur, binding og borðspøl sum popp og lættar fimleika rørslur, sum vanliga mynda dagsskránna.

Nakrar ferðir um árið verður eisini skipað fyri útferðum, har øll, sum hava dagliga gongd í dagtilhaldinum, hava møguleika at luttaka.

Dagtilboðið í menning

Ymiskar tillagingar hava verið gjøgnum árini. Høvuðsorsøkin er, at tilboðið helst skal nøkta veruliga tørvin, og tí verður tilboðið eisini tillagað eftir ynskjum og tørvunum hjá teimum, sum gera brúk av tilboðnum.

Døgurðaskipan
Umframt at tað altíð verður bjóðað ein drekkamunnur, so hevur tað í eina tíð eisini verið møguligt at melda seg til eina døgurðaskipan, sum er kl. 12.00 mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag. Døgurðaskipanin er eitt visiterað tilboð, og plássið er avmarkað. Tí er neyðugt at venda sær til eitt av starvsfólkunum, um ynski er at gera brúk av døgurðaskipanini. Ein máltíð kostar 70 kr.

Dagtilhald á Kalsoynni 

Í eitt gott ár hava starvsfólkini í dagtilhaldinum eisini skipað fyri dagtilhaldsløtu á Kalsoynni. Hetta tilboðið verður boðið fólkapensjónistum annan mikudag í hvørjum mánaði frá kl. 11:30 til 14:30.

Til ber at lesa um fleiri tilboð og tænastur hjá Norðoya Bú – og Heimatænastu á nbh.fo

 

 

Demensøkið verður styrkt enn meira

Demensøkið verður styrkt enn meira

Í sambandi við at farið er undir tilgongdina at gera Gulu eind á Heiminum við Vágna til demenseind, hevur Norðoya Bú- og Heimatænasta havt trý skeið í ymiskum innan demensøkið.

Talan er um sama skeið, sum er endurtikið tríggjar ferðir, soleiðis at øll hava kunna luttikið. Við á seinasta skeiðnum vóru eisini starvsfólk úr Sambýlinum í Bøgøtu, sum longu er skipað sum demenseind.

Endamálið við skeiðnum er m.a. at førleikamenna starvsfólkini, soleiðis at teir borgarar, sum hava fingið staðfest demens, fáa rætta viðgerð og hjálp sum stuðlar undir ein skipaðan innihaldsríkan gerandisdag.

Skeiðið varð væl skipað við bæði innanhýsis og uttanhýsis starvsfólkum, sum hava drúgvar royndir innanfyri økið. Eisini vóru søgur frá avvarðandi, har greitt var frá, hvussu tað er at vera avvarðandi hjá fólki, ið fáa staðfest demenssjúku.

Vit takka øllum starvsfólkunum fyri góða móttøku av skeiðnum. Eisini ein tøkk til øll tey, sum í hesi tilgongdini hava verið við til at ment demensøkið við sínari rúgvismiklu vitan.