Nýggir faldarar um tilboð og tænastur hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu

Nýggir faldarar um tilboð og tænastur hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu

Hvørt húsarhald í Norðoyggjum hevur í dag fingið faldarar, sum kunna borgarar í Norðoyggjum um tilboð og tænastur hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH). Eisini eru fjølbroytt tiltøk til eldri borgarar savnað í einum faldara.

Norðoya Bú- og Heimatænsta hevur síðan eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita havt eina heimasíðu, har borgarar fáa kunning um tilboð og tænastur, sum verða veittar borgarum í Norðoyggjum.

Á heimasíðuni www.nbh.fo eru m.a. oyðubløð, sum skulu brúkast, tá ið søkt verður um tænastur frá NBH. Umframt aðra kunning, sum varpar ljós á virksemið hjá NBH, so verður eisini upplýst, hvussu borgarar koma í samband við NBH.

– Eg fegnist um, at hesin faldari nú er komin í hvørt heim í Norðoyggjum, so allir borgarar kunnu fáa kunning um allar tær mongu tænastur, ið vit bjóða okkara eldru borgarum. Tá eldraøkið varð yvirtikið, stungu kommunurnar í Norðoyggjum út í kortið, at eitt av málunum skuldi verða at kunna betri um møguleikarnar, sum samstarvið bjóðar sínum borgarum, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Marna E. Jensen, stjóri í NBH sigur eisini, at fleiri borgarar hava víst áhuga fyri, at kunningin eisini er tøk aðrastaðni enn á heimasíðuni.
-Stýrið fyri NBH hevur samtykt eina visjón, har NBH millum annað skal raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, sum skulu mynda eldraøkið. Báðir faldararnir eru framleiddir í samstarvi við

Eldraráðið, sum hevur víst á hendan tørvin, sigur Marna E. Jensen. Hon leggur afturat, at faldarin, sum kunnar um tiltøk til okkara eldri borgarar, er framleiddur og fíggjaður í tøttum samstarvi við Eldraráðið, og eiga tey stóra tøkk fyri tað.

Umframt at nýggju faldararnir verða bornir út til øll húsarhald í Norðoyggjum, so verða teir eisini at finna á heimasíðuni hjá NBH, á Læknamiðstøðini og á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Faldarin, sum kunnar um tilboð og tænastur, kann lesast her
Faldarin, sum kunnar um tiltøk til eldri, kann lesast her