Móttøka á Viðareiði

Móttøka á Viðareiði

Hugnalig samvera, røður, tónleikur og ein góður kaffimunnur var á skránni, tá ið Dagtilhaldið á Viðareiði lat dyrnar upp fyri fyrstu ferð.
Dagtilhaldið er liður í einari størri ætlan um at byggja ein tænastudepil, sum skal savna bæði venjingarhøli, dagtilhald og aðrar tænastur frá NBH.
Stýrisformaðurin, Karl Johansen, Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu og Marita Sumberg stýrislimur í Norðoya Bú- og Heimatænastu vóru øll samd um, at eitt slíkt tilboð í nærumhvørvinum hevur stóran týdning, og tí fegnaðust tey øll um hesa raðfesting, sum uttan iva eisini fer at styrkja felagsskapin millum eldri borgarar norðanfyri fjall.
Hans F. Christiansen úr Hvannasundi sang og spældi tvey sera vøkur løg. Ein hugnalig løta.

Dagtilhaldið letur upp um mánaðarskiftið. Kunnað verður nærri á heimasíðuni.

, tá ið latið verður upp.

Nýtt dagtilhald á Viðareiði letur upp

Nýtt dagtilhald á Viðareiði letur upp

Fríggjadagin 19. januar kl. 14.00 verður móttøka í nýggju hølunum í Dagtilhaldinum á Viðareiði. Á skránni verður røður, tónleikur, kaffi og okkurt søtt afturvið.
Eitt av endamálunum við nýggja dagtilhaldinum er at bjóða heimabúgvandi fólkapensjónistum norðanfyri fjall eitt savningarstað til hugnaliga samveru.
Virksemið í dagtilhaldinum verður skipað í tøttum samstarvi við tey, sum koma, soleðis at tað er tørvurin og áhugamálini hjá teimum, sum eru virkin í dagtilhaldinum, ið myndar dagskránna.
Ein faldari við kunning um dagtilhaldið, og innbjóðing til móttøkuna, er sendur til øll húski norðanfyri fjall, men øll eru hjartaliga vælkomin. 

Kunning um nýggj brúkaragjøld

Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur samtykt at dagføra gjøldini fyri tilboð og tænastur. Nýggju gjøldini eru galdandi frá 1. januar 2024. Yvirlit yvir nýggju gjøldini kunnu síggjast her:  Gjøld fyri búpláss heimahjálp og umlætting frá 1 januar 2024

Gjøldini verða kunngjørd vísandi til “kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.” Hendan er seinast broytt við kunngerð nr. 6 frá 30. januar 2023, og sæst her. Gjøldini eru galdandi fyri tær tænastur og tey tilboð, ið verða veitt við heimild í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum seinast varð broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10 des. 2021, vanliga nevnd eldralógin, og hon sæst her.

Búfólk á búeindunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu og heimabúgvandi, sum rinda fyri heimatænastu, fáa skriv sendandi um nýggju brúkaragjøldini.

Hugnakvøld í Smæruni 16. oktober

Hugnakvøld í Smæruni 16. oktober

Virkishúsið Smæran, á Kjalarvegi 48, hevur í nógv ár virka sum savningarstað fyri fjølbroytt hugskot, ið kvinnur og menn eldri enn 60 ár, sum oftast hava góðskað fyri.

Í vár varð skipað fyri hugnakvøldum, har fleiri kvinnur hittust. Gerandisevnir vórðu umrødd, stokkarnir tiknar fram og góður drekkamunnur var at fáa hvørja ferð.

Mánakvøldið 16. oktober frá kl. 20.00 til 22.00 verður aftur boðið til hugnaløtu, har kvinnur 60 ár og eldri kunnu hittast. Ongin treyt er knýtt at tilboðnum, men møguleiki er sjálvandi fyri at hava stokkar ella annað handarbeiði við.

Endamálið er at skapa eitt netverk, har møguleiki er at hittast til eina hugnaløtu, umrøða gerandisevnir, hugleiða og kanska menna okkurt hugskot, sum kann birta undir onnur tiltøk, sum eisini kunnu fremja heilsu og trivnað hjá hesum málbólki.

Skipað verður fyri hesum hugnakvøldum mánakvøld fram til jólar. Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Nýtt tilboð á Kalsoynni

Nýtt tilboð á Kalsoynni

Einaferð um mánaðin verður skipað fyri dagtilhaldsløtu í Mikladali. Hetta er komið í lag, aftaná at Eldraráðið saman við Norðoya Bú- og Heimatænastu hevði ein kunnandi fund á Café Eðge um tilboð og tænastur, sum verða veittar. Tá kom nevnliga eitt ynski fram um, at okkurt varð gjørt á Kalsoynni.

Í síðsta mánað varð hetta fyriskipað fyri fyrstu ferð, og aftur í dag er dagtilhaldsløta í Mikladali. Á skránni var góður matur, sangur og bingo.

Rúna Josephsen og Unn Østerø, sum dagliga arbeiða á dagtilhaldinum Sóljan í Klaksvík vóru saman við stjóranum, Marnu E. Jensen, sera væl móttiknar til hesa fyrstu løtuna og fingu nógvar góðar søgur um lívið í Kalsoynni fyrr og nú.

Dagtilhaldsløtan er í avhaldshúsinum í Mikladali síðsta fríggjadag í hvørjum mána frá kl. 11:30 til 14:30, og eru tær fyriskipaðar av dagtilhaldinum Sóljan.

9 fólk, ið eru eldri enn 67 ár, búgva á Kalsoynni. Hesi fáa boð frá ferð til ferð, nær hesar løtur verða fyriskipaðar.

Skeið fyri fysioterapeutar: Styrki- og konditiónsvenjing til eldri

Skeið fyri fysioterapeutar: Styrki- og konditiónsvenjing til eldri

Styrki- og konditiónsvenjing hevur stóran týdning fyri eldri, sum hava geriatriskar avbjóðingar.

Endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing er ein lógartryggjaður rættur í Føroyum hjá borgarum, sum hava tørv á hesum.

Á hesum skeiði verður nýggjasta vitanin gjøgnumgingin innan hetta økið.

Umframt hetta verður venjingarfysiologi og tess meginreglur gjøgnumgingnar, sum fysioterapeutar kunnu gagnnýta í sínum dagliga yrki við venjing av eldri borgarum sum hava geriatriskar trupuleikar.

Fysio- og ergoterapeuteindin, Ven og Virka (NBH) skipar fyri hesum skeiði í samstarvi við Dansk selskab for Fysioterapi i Gerontologi og Geratri.

Um hetta skeiðið hevur tín áhuga, og tú ynskir at luttaka, trýst á leinki her:Styrki- og konditionsvenjing til eldri, sum hava geriatriskar avbjóðingar

Fyrilestur um heilsugóðan kost

Fyrilestur um heilsugóðan kost

Týsdagin 28. mars kl. 19.00 skipar Eldraráðið í Norðoyggjum fyri fyrilestri í miðhøllini á Skúlatrøð, har sjóneyka m.a. verður sett á tey almennu kostráðini til eldri og hvussu kropsligar og sálarligar broytingar í heilsustøðuni, kunnu ávirka matarhugin, kostvanar og føðslutørvin.

Fyrilesturin er serliga ætlaður aldursbólkinum 65 ár og eldri, men bæði ung, avvarðandi og onnur áhugaði eru hjartaliga vælkomin.

Tað verða Lovisa Lassen, føðsluatstøðingur og yrkisbschelor í føðslu og heilsu og Emma Winther Olsen, yrkisbachelor í føðslu og heilsu, sum koma at hava fyrilesturin. Bjóðað verður drekkamunnur og lagt verður eisini upp til prát og spurningar.

Hvar: (eldra) Miðhøllin á Skúlatrøð

Nær: 28. mars kl. 19.00

Málbólkur: Øll eru vælkomin, ung, eldri, avvarðandi og áhugaði.

 

Nýtt tilboð í Smæruni

Nýtt tilboð í Smæruni

Nýtt tilboð í Smæruni

Virkishúsið Smæran, á Kjalarvegi 48, hevur í nógv ár virka sum savningarstað fyri fjølbroytt hugskot, ið kvinnur og menn eldri enn 60 ár, sum oftast hava góðskað fyri.

Mánakvøldið 13. mars frá kl. 20.00 til 22.00 verður boðið til hugnaløtu, har kvinnur 60 ár og eldri kunnu hittast til ein kaffimunn. Ongin treyt er knýtt at tilboðnum, men møguleiki er sjálvandi fyri at hava stokkar ella annað handarbeiði við.

Endamálið er at skapa eitt netverk, har møguleiki er at hittast til eina hugnaløtu, umrøða gerandisevnir, hugleiða og kanska menna okkurt hugskot, sum kann birta undir onnur tiltøk, sum eisini kunnu fremja heilsu og trivnað hjá hesum málbólki.

Í fyrstu atløgu verður skipað fyri hesum hugnakvøldum hvørt mánakvøld í mars og í apríl.