– Triðja koppseting skal verja eldru borgararnar enn meira

– Triðja koppseting skal verja eldru borgararnar enn meira

Soleiðis sigur Marna E. Jensen, stjóri í Norðoya Bú- og Heimatænastu, sum fegnast um, at fyrstu búfólkini á eindunum í NBH í dag vórðu koppsett fyri koronu á triðja sinni.

– Triðja koppsetingin er við til at verja eldru borgarar enn meira, eisini nú veturin stendur fyri durum. Hesaferð eru tað okkara egnu starvsfólk í Heimatænastuni, sum koppseta eldru borgararnar, og tað er ein tænasta sum vit eru ógvuliga fegin um, at vit kunnu bjóða, sigur Marna E. Jensen.

Byrjað var á Sambýlinum á Heygnum. Nøkur av búfólkunum vóru farin at baka, tá ið sjúkrarøktarfrøðingarnir komu á gott, men tað gjørdi ikki mun. Køkur og koppseting hvørt um annað og gott lag á búfólkunum.

NBH hevur tveir samskaparar í starvi, sum hava til uppgávu at skapa ein virknan, innihaldsríkan og lívsjáttandi gerandisdag saman við teimum, sum búgva á búeindunum hjá NBH. Í dag var tað Haldis Karlsdóttir, sum saman við nøkrum av búfólkunum bakaði leskiligar havragrínskøkur meðan sjúkrarøktarfrøðingarnir hjá Heimatænastuni fingu koppsett fyrstu búfólkini.

22 starvsfólk staðið demenssamskiparaútbúgving

22 starvsfólk staðið demenssamskiparaútbúgving

Á hugnaligari samkomu í Skótahúsinum í Runavík fingu 22 starvsfólk á eldraøkinum handað prógv í samband við, at tey hava tikið demenssamskiparaútbúgving, sum Norðoya Bú- og Heimatænasta saman við Roðanum hevur skipað fyri.

Av teimum sum hava tikið útbúgvingina eru 10 starvsfólk úr Norðoya Bú- og Heimatænastu, 7 úr Roðanum, 3 úr Nánd, 1 úr VEKS og 1 úr Almannaverkinum.

Dagurin byrjaði longu kl. 9.00 við framløgum. Seks framløgur vóru á skránni, og allar vóru sera viðkomandi og vælskipaðar. Millum annað varð greitt frá dagligdegnum hjá hjúnafelagum, har avvarðandi hevur fingið staðfest demenssjúku. Eisini varð greitt frá, hvussu ágangandi atburður kann fyribyrgjast, tá talan er um persónliga røkt.

Marna E. Jensen, stjóri í Norðoya Bú- og Heimatænastu, helt røðu fyri starvsfólkunum, har hon m.a. takkaði fyri, at starvsfólkini hava viljað sett tíð og orku av til at menna sínar førleikar innan hetta økið.

– Kunnleiki um demensøkið er altavgerandi fyri at kunna veita bestu hjálp fyri borgarar, ið hava fingið demens, tí er hetta eitt týdningarmikið fet í menningini at veita eina dygga tænastu, sum tit við tykkara amboðum og førleikum kunnu geva teimum demensraktu og teirra familjum, segði Marna E. Jensen m.a.

Marna E. Jensen vísti eisini á, at við hesum átakinum, at útbúgva starvsfólk til demenssamskiparar, prógvar kommunala raðfestingin á hesum økinum eisini viljan at veita borgarunum við demensi eitt dygdargott røktar- og viðgerðartilboð, sum er grundað á tað vitanargrundarlag, sum finst, og sum alla tíðina er í menning.

Torbjørn Jacobsen, stýrisformaður í Roðanum, var eisini komin at heiðra starvsfólkunum, og takkaði m.a. fyri ídni, sum hvønn dag verður lagt í arbeiðið á eldraøkinum.

Áðrenn próvhandanin var liðug, framførdu Hervør Sabina og Kári á Torkilsheyggi tvey løg.

Birgitte Vølund og Mette Søndergaard hava staðið fyri útbúgvingini saman við Unn Justinussen. Beinta Dalheim og Jóngerð Guttesen frá Roðanum og Marna E. Jensen og Sunnuva á Lakjuni frá Norðoya Bú- og Heimatænastu hava, saman við undirvísarunum, lagt útbúgvingina tilrættis.

Hugnaløta á Norðoya Ellis- og Vistarheimi

Hugnaløta á Norðoya Ellis- og Vistarheimi

 

Hárið var krúllað, neglirnar lakeraðar og hugnin millum búfólk og avvarðandi var í hásæti, tá ið Mona Maria úr Fugloy bjóðaði vælkomin til hugnakvøld á Vistarheiminum.

Í mars mánaði tók Mona Maria úr Fugloy við sum deildarleiðari á Vistarheiminum, og tað var í hesum sambandi, at boðið var til tiltakið, sum hevði til endamál at skapa eina upplýsandi og góða hugnaløtu millum búfólk og avvarðandi.

Mona Maria úr Fugloy sigur, at tað hevur stóran týdning, at búfólkini trívast saman við starvsfólkunum, men at ein týðandi liður í trivnaðinum eisini er samstarvið við tey avvarðandi. Eitt av endamálunum við tiltakinum var tískil at kunna um ymisk viðurskifti, sum kunnu stuðla undir gott samstarv og trivnað millum búfólk, starvsfólk og avvarðandi.

– Skipað verður vanliga fyri einum jólatiltaki, har avvarðandi eisini verða boðin við, men hetta seinasta hálvtannað árið hevur sjálvsagt verið merkt av koronustøðuni, sum hevur ført við sær, at møguleikar fyri at samla størri bólkar á Vistarheiminum ikki hava verið eins góðir.

– Tí hava kvinnurnar, sum búgva her, verið ómetaliga spentar til dagin. Tær hava pyntað seg og fyrireikað seg uppá ymiskar mátar fyri at tryggja sær, at orka var til góðan veitsludøgurða og vakrar tónar frá Halli Joensen og Beddi Hansen. Tað hevur verið ein ómetaliga lívsjáttandi dagur, sigur Mona Maria, deildarleiðari á Norðoya Ellis- og Vistarheimi.

Nýggjur deildarleiðari á Norðoya Røktarheimi

Nýggjur deildarleiðari á Norðoya Røktarheimi

Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur sett Ásu Ásmundsdóttir í starv sum deildarleiðara á Norðoya Røktarheimi.

Ása hevur starvast innan eldraøkið í nógv ár. Ása er sjúkrarøktarfrøðingur, og hevur fjølbroyttar royndir í sjúkrarøkt. Umframt at vera sjúkrarøktarfrøðingur, so hevur Ása eisini diplomútbúgving í leiðslu, og hevur starvast sum leiðari á eldraøkinum í nógv ár.

Áðrenn eldraøkið var lagt út til kommunurnar at umsita, starvaðist Ása sum økisleiðari í Sandoy og seinni sum leiðari í Eldradeplinum í Almennaverkinum. Seinnu árini hevur Ása starvast sum deildarleiðari í Nánd, sum er eldrasamstarvið í Eysturkommunu.

Í starvinum skal Ása tryggja, at búfólkini á Norðoya Røktarheimi fáa dygdargóða røkt og umsorgan í heimligum umhvørvi.

Harumframt verður Ása ein týðandi partur av leiðslutoyminum hjá NBH, og kemur tískil at hava ein virknan leiklut í menningini av eldraøkinum í Norðoyggjum, til frama fyri bú- og starvsfólk.

Ása tók við starvinum 1. apríl 2021.

Vit ynskja Ásu hjartaliga til lukku, og bjóða henni vælkomnari í starv hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Mona Maria úr Fugloy nýggjur deildarleiðari

Mona Maria úr Fugloy nýggjur deildarleiðari

Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur sett Monu Mariu úr Fugloy sum deildarleiðara í Norðoya Ellis- og Vistarheimi. Mona Maria tók við starvinum 15. mars.

Mona Maria hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir í sjúkrarøkt. Hon gjørdist sjúkrarøktarfrøðingur í 1998, og hevur starvast bæði á sjúkrahúsi og á eldraøkinum, har starvsøkini fevna um bæði heimasjúkrarøkt og onnur samantvinnaði tilboð á bústovnum fyri eldri.

Umframt at vera sjúkrarøktarfrøðingur, so hevur Mona Maria eisini prógv sum kandidatur í sjúkrarøktarfrøði, og hevur leiðsluroyndir bæði í Føroyum og í Danmark, har hon eisini hevur arbeitt sum m.a. deildarleiðari.

Fyri Monu Mariu hevur tað stóran týdning, at búfólkini og starvsfólkini í Norðoya Ellis- og Vistarheimi trívast. Tí vil hon virka fyri, at hon saman við búfólkunum, starvsfólkunum og avvarðandi fær skapt eitt heimligt umhvørvið, har grundleggjandi røktin er í miðdeplinum.

Vit ynskja Monu Mariu hjartaliga til lukku, og bjóða henni vælkomnari í starv hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Gunnvá Muller virkandi deildarleiðari í Búðatrøð

Gunnvá Muller virkandi deildarleiðari í Búðatrøð

Gunnvá Muller er virkandi deildarleiðari í Dagtilhaldinum Búðatrøð

Annika Vágsheyg, sum hevur verið deildarleiðari fyri bæði Dagtilhaldinum Sóljan og Dagtilhaldinum Búðatrøð er í farloyvi, og tí verður økið, í eina tíð, umskipað soleiðis, at Gunnvá Muller er virkandi deildarleiðari í Búðatrøð og Rúna Løkságarð Josephsen er virkandi deildarleiðari í Dagtilhaldinum Sóljan.

Nýggjur deildarleiðari í Dagtilhaldinum Sóljan

Nýggjur deildarleiðari í Dagtilhaldinum Sóljan

Rúna Løkságarð Josephsen er nú virkandi deildarleiðari í Dagtilhaldinum Sóljan.

Annika Vágsheyg, sum hevur verið deildarleiðari fyri bæði Dagtilhaldinum Sóljan og Dagtilhaldinum Búðatrøð er í farloyvi, og tí verður økið, í eina tíð, umskipað nakað.

Søkt verður í løtuni eftir deildarleiðara til Dagtilhaldið Búðatrøð.

Annars er at siga, at síðani Dagtilhaldið Sóljan flutti inn í nýggj høli á Stoyksoyravegi, at borgararnir hava verið sera væl nøgdir við snotiligu hølini, sum nú eisini er merkt við nýggjum og fínum búmerki.

 

Tríggir nýggir vegleiðarar á eldraøkinum

Tríggir nýggir vegleiðarar á eldraøkinum

Súsanna Danielsen, sjúkrarøktarfrøðingur í Heimatænastuni, Jóna Østerø, sjúkrarøktarfrøðingur í samdøgursrehabiliteringini og Pernille Frandsen, ergoterapeutur í Ven og Virka hava staðið kliniskt vegleiðaraskeið á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya.

Endamálið við vegleiðaraútbúgvingin er at menna førleikar hjá heilsustarvsfólkum, sum síðani kunnu virkað sum vegleiðarar og undirvísarar hjá lesandi í samband við kliniska undirvísing.

Súsanna Danielsen sigur, at við fleiri vegleiðarum í Norðoya Bú- og Heimatænastu eru møguleikarnir hjá lesandi nú enn betri, tá ið lesandi skulu hava kliniska undirvísing í samband við heilsuútbúgving.

– Tað eru nógv ung úr Norðoyggjum, sum nema sær útbúgving innanfyri heilsuøkið, og tí er tað sera gott, at vit kunnu taka ímóti lesandi soleiðis, at tey longu í lestrartíðini fáa eina góða uppliving av starvsøkinum í NBH.

Jóna Østerø leggur afturat, at tey seinastu árini er eldraøkið blivið ein sergrein í sær sjálvum.

– Vit arbeiða nógv tvørfakligt og brúkarar verða skjótari útskrivaðir aftaná sjúkrahúslegu. Hetta setur bæði faklig krøv, og økir um tørvin á samstarvi. Tað ger starvsøkið á eldraøkinum sera spennandi, og er avgjørt nakað, sum vit eisini meta er tydningarmikið hjá lesandi at fáa ráðgeving og vegleiðing í.

Pernille Frandsen sigur eisini, at tað er heilt nýtt í ergo- og fysioterapeuteindini í Ven og Virka at taka ímóti lesandi. Tí vónar hon, at nýggi møguleikin letur upp fyri, at fleiri, sum lesa ergo- og fysioterapi, velja Norðoya Bú- og Heimatænastu, tá ið starvsplássið skal veljast. Tí um kliniska undirvísingin eydnast væl, so er sannlíkt, at valið fellur aftur á starvsplássið, tá ið søkt verður eftir arbeiði.

Norðoya Bú- og Heimatænasta ynskir Súsannu, Jónu og Pernille hjartaliga til lukku og blíðan byr við uppgávuni sum kliniskir vegleiðarar.

Kunning um avvarðandibólkar

Kunning um avvarðandibólkar

Um áhugi er fyri tí skipar Alzheimerfelagið fyri avvarðandibólkum

Tilmelding umvegis teldupost: alzheimer@alzheimer.fo

Viðmerk maki ella barn og hvar í landinum tú býrt.

Kostnaður 250 kr.

Tilmeldingarfreist 1. mars 2021

Málið við bólkunum er at:

  • fáa kunnleika um demens.
  • fáa hent ráð um almenn tilboð.
  • finna stuðul og styrki til at megna gerandisdagin.
  • viðgera kenslur.
  • fáa hjálp til at bróta sosiala avbyrging.
  • fáa hugskot til samveru við tann demenssjúka.
  • fyrireika tey avvarðandi til nýggjar avbjóðingar, sum sjúkan kann hava við sær.
  • Hví er felagskapur týdningarmikil?

Avvarðandi hjá fólki við demenssjúkum eru í eini truplari lívsstøðu. Tá ein í familjuni er raktur av demenssjúku, verður øll familjan rakt.

Tað hevur stóran týdning fyri avvarðandi at fáa kunnleika til sjúkuna og fáa stuðul frá øðrum, sum kunnu skilja, hvussu ein hevur tað.

Tilboðið er ikki eitt viðgerðartilboð, men luttakararnir kunnu saman finna loysnir og greiða frá egnum royndum. Bólkarnir verða stuðlaðir av fakfólki innan demensøkið.

Luttakarunum og fakfólkunum er áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.