Kom í talgildi í Smæruni

Kom í talgildi í Smæruni


Hevur tú brúk fyri hjálp til at samskifta talgilt?

Alsamt størri tørvur er hjá okkum øllum at kunna samskifta talgilt og avgreiða síni viðurskifti á netinum. Í tí sambandi hava vit í Eldraráðnum í Norðoyggjum, saman við Talgildu Føroyum, tikið stig til eitt kunningarátak, har høvi verður hjá teimum sum ynskja tað, at fáa hjálp og vegleiðing.

Tí bjóða vit øllum, ið eru 60+ til kunningarfund um talgilding, har vit seta sjóneykuna á, hvussu vit brúka nýggju tøknina.

Kunningarfundurin verður:

Hvar: Smæran
Nær: 27. apríl 2022 kl 14.00 – 16.00

Umboð frá Talgildu Føroyum fara at veita hjálp til at brúka Samleikan og Vangan.
Stig fyri stig vegleiða tey, hvussu tú fært Samleika appina niður á fartelefon ella teldil og skrásetur teg. Tey vegleiða eisini um, hvussu tú ritar inn á Vangan og Netbankan. Eisini fært tú kunning um møguleikarnar, ið eru á Vanganum.

Øll áhugaði eru vælkomin. Vit viðmæla, at tú hevur telefon ella iPad við tær. Um tú ikki hevur Samleikan, fært tú hjálp at skráseta teg á kunningarfundinum. Minst til at hava pass ella koyrikort við tær.

Á Facebook síðuni hjá Eldraráðnum kanst tú melda teg til tiltakið, so vit vita, hvussu nógv fólk vit skulu vænta.

Til ber eisini at ringja tel. 228488, 221722 ella 215174.

Skipað undirvísing fyri hjálparfólkum á eldraøkinum

Skipað undirvísing fyri hjálparfólkum á eldraøkinum

Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur tikið stig til at fara undir skipaða undirvísing fyri hjálparfólkum, sum ikki hava heilsufakliga útbúgving.

Tilsamans 30 starvsfólk hava seinastu tvær vikurnar verið á skeið, har tey í fimm seinnapartar, tríggjar tímar hvørja ferð, hava fingið undirvísing í millum annað persónligari røkt, heilivági, rehabilitering, ergonomi, demens, samskifti, etik og umsorgan.

Marna E. Jensen, stjóri í NBH, sigur, at hon gleðist um, at NBH hevur so nógv dugnalig starvsfólk. Fleiri av okkara starvsfólkum hava høgan starvsaldur og tí nógvar royndir, og tað styrkir okkum avgjørt í strembanini eftir at veita eina tænastu á høgum fakligum støði.

– Tað er ein sannroynd, at eftirspurningurin eftir fakligum heilsustarvsfólkum er stórur og trupul at nøkta. Tí er tað gleðiligt, at okkara royndu deildarleiðarar, og onnur starvsfólk í NBH, kunnu raðfesta tíð til at undirvísa okkara starvsfólkum, soleiðis at vit áhaldandi kunnu veita eina góða tænastu.

– Ummælini, eftir tvey tey fyrstu skeiðini, hava verið ómetaliga góð. Hóast fleiri av starvsfólkunum hava arbeitt í røktini í eina rúma tíð, so siga starvsfólkini, at skeiðið avgjørt styrkir tey fakliga og ger tey enn meira trygg í uppgávuni, og tað er gleðiligt, sigur Marna E. Jensen.

Ætlanin er at bjóða skeiðið út eftir tørvi.

 

Væleydnað ráðstevna um støðuna á eldraøkinum

Væleydnað ráðstevna um støðuna á eldraøkinum

Landsfelag Pensjónista og Eldraráðini í Føroyum skipaðu í gjár fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Ráðstevnan viðgjørdi støðuna á eldraøkinum í Føroyum og framtíðarhugsanir hesum viðvíkjandi. Sjóneyka varð eisini sett á starvsfólkatrotið, ið krevst eina loysn.

Karl Johansen, stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), luttók og helt røðu á ráðstevnuni. Hann segði m.a., at eldri borgarar ynskja at búgva í egnum heimi, sum longst. Tað er eisini tað, sum eldralógin leggur upp til.

Stýrisformaðurin segði í hesum sambandi, at NBH í longri tíð hevur arbeitt við ætlanini at byggja ein eldradepil í Klaksvík, har heimatænasta, eldraíbúðir, dagtilhald, venjing og nýtt røktarheim eru í sama umhvørvi.

– Í einum eldradepli verður raksturin munandi minni, við tað at starvsfólkatilfeingið verður betur gagnnýtt við t.d. færri náttarvaktum. Tað er sjálvsagt eisini ein týðandi liður í mun til starvsfólkatrotið, sum bara økist, segði Karl Johansen m.a.

Onnur evnið, sum vórðu viðgjørd vóru m.a. eldraráð sum myndugleiki og teirra uppgávur, eftirmeting av eldralógini, tænastan á eldraøkinum og framtíðarhugsanir, heilsustøðan hjá teimum eldru 75+, kanning og eftirlit á røktarheimum. Ráðstevnan endaði við einum pallborði við evninum: avbjóðingar og loysnir innan eldraøkið.

Røðan hjá Karl Johansen kann lesast her:

Góðan dagin øll somul

Takk fyri innbjóðingina og høvi til at halda eina røðu til hesa Ráðstevnuna.

Yvirskriftin til ráðstevnuna er, sum tykkum kunnugt: Støðan á eldraøkinum

Góðu áhoyrarar

Um eg var spurdur um, hvussu støðan á eldraøkinum í Norðoyggjum er, so hevði mítt stutta svar verið, at tað gongur gott, men at har er eitt MEN.

– Vit gleðast um, at kunna veita bústað til okkara eldru borgarar, men vit ynskja at veita betri og meira fjøltáttaði bústaðartilboð

– Vit eru errin av okkara fjølbroyttu tænastum, sum fevna um alt frá heimatænastu til venjing og dagtilhald, men vit ynskja at menna okkara tænastur enn meira.

– Vit hava eitt høgt fakligt støðið á fleiri økjum, og tað ynskja vit at halda fast í

***

Tá ið eldraøkið varð flutt til kommunurnar at umsita, avgjørdi Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu ikki at gera stórar broytingar á økinum beinanvegin.

Kommunurnar í Norðoyggjum góvu ístaðin teimum, sum kenna eldraøkið best, møguleika at mynda framtíðina á eldraøkinum.

Hvørji vóru tey? Jú, tað vóru starvsfólk, borgarar, avvarðandi og aðrir fakbólkur, sum samstarva verður við á eldraøkinum. Hesi luttóku í eini umfatandi nøgdsemiskanning og eftirfylgjandi varð visjónin hjá NBH orðað, og hevur hon verið stýringsamboðið hjá NBH líka síðan.

Kanningararbeiði víst m.a. at eldri borgarar ynskja at búgva í egnum heimi, sum longst. Tað sama leggur eldralógin upp til.

Tænasturnar hjá NBH vóru og verða tí áhaldandi mentar við ynskinum um fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru.

Her verður hugsað um eitt nú venjingarmøguleikar og dagtilhald, har sosiala samveran avgjørt ikki skal undirmetast, tí tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri tey eldru, sum gleðast um at kunna vera saman um ymiskt virksemi, so sum venjing, spæl, sang og hugnaligt prát.

Ætlanin er tí at halda fast í menningini av hesum økinum.

Eg kann t.d. nevna, at man í NBH hevur tveir samskaparar í starvi, har endamálið við tænastuni er at skapa ein virknan, innihaldsríkan og lívsjáttandi gerandisdag saman við teimum, sum búgva á búeindunum. Umframt at starvfólkatalið í Ven og Virka, sum er venjingarhøli hjá Fysio- og ergoterapieindini, er økt frá trimum til átta starvsfólk.

Hetta við tí endamáli, at skapa góðar tænastur, sum kunnu stuðla undir ynskinum, at búgva heima, sum longst.

Tey flestu málini í strategiini hjá NBH eru røkkin.

Onkrar tillagingar eru gjørdar í strategiini hjá NBH, tí vit vita, at onki er statiskt. Av somu orsøk hevur Stýrið fyri NBH tí eisini tikið avgerð um, at lata eina nýggja nøgdsemiskanning gera, soleiðis, at vit áhaldandi kunnu menna tænasturnar í samstarvi og eftir ynskjum frá m.a. borgarum, starvsfólkum og avvarðandi.

***

3. februar í ár varð skipað fyri kunningarfundi á Viðareiði í samband við at Stýrið hevur samtykt at fara undir at byggja ein tænastudepil á Viðareiði, sum fevnir um hølir til venjing, heimatænastu og dagtilhald.

Tað er gleðiligt, at vit um stutta tíð eisini kunna bjóða hesa tænastu til tey, sum búgva norðanfyri fjall.

Norðoya Bú- og Heimatænasta arbeiðir í løtuni við fleiri spennandi verkætlanum. Umframt tænastudepil á Viðareiði, so hevur NBH í longri tíð arbeitt við ætlanini at byggja ein eldradepil í Klaksvík, har heimatænasta, eldraíbúðir, dagtilhald, venjing og nýtt røktarheim eru í sama umhvørvi.

Tíverri er eitt ordans knútapunkt, sum kann forða hesum ætlanum, men vónandi verður ikki so.

Í sambandi við at eldraøkið varð latið kommunum at umsita, varð greitt, at kommunurnar skuldu yvirtaka øll búpláss á eldraøkinum.

Hetta varð gjørt við tveimum undantøkum, nevniliga Norðoya Røktarheimi og Røktarheiminum á Tvøroyri, sum bæði eru sambygd við sjúkrahúsini á staðnum.

At byggja ein nýggjan eldradepil er ein stór og kostnaðarmikil verkætlan, og tí hevur í rúma tíð verið arbeitt við møguleikanum at lata Sjúkrahúsverkinum Norðoya Røktarheim, soleiðis at fígging kann fáast til vega at fara undir eldradepilin í Klaksvík. Enn er ikki komið á mál við hesum.

Men tað er okkara vón, at vit fáa greiðu á hesum ongantíð ov skjótt. Stýrið og leiðslan í NBH eru av tí greiðu sannføring, at hóskandi karmar fara at lyfta dygdina í tænastunum, tí umstøðurnar á m.a. Norðoya Røktarheimi eru avgjørt ikki nøktandi.

Í einum eldradepli verður raksturin munandi minni, við tað at starvsfólkatilfeingið verður betur gagnnýtt við t.d. færri náttarvaktum. Tað er sjálvsagt eisini ein týðandi liður í mun til starvsfólkatrotið, sum bara økist.

Tí er tað mín inniliga vón, at vit finna eina loysn á trætuni, sum endaligt kann staðfesta hvør eigur hvat.

Eitt kunnu vit í øllum førum longu staðfesta.

Klaksvíkar sjúkrahús hevur brúk fyri meira plássi og vit í NBH hava brúk fyri at betra um okkara umstøður, so tað burdi verið so líka til ????

***

Góðu starvsfólk á eldraøkinum

Tit knokla. Tað vita vit. Tit geva eina rúgvu av tykkum sjálvum hvønn dag til arbeiðis. Tit útinna tykkara uppgávur, veita fakliga sjúkrarøkt, veita umsorgan og tað nýggjasta: Tit eru øll meira ella minni tvungin at verða lærumeistarar.

Í NBH er man júst farin undir skipaða undirvísing fyri ófaklærdum. Hetta fyri at tryggja, at sjúkrarøktin framhaldandi kann vera á einum fakliga góðum støði. Tað sigur ómetaliga nógv um støðuna, sum allatíðina setur krøv til tykkum um at finna virðiligar loysnir á økinum.

Takk fyri tykkara megnar arbeiði.

***

Eg havi líka eina heilsan afturat. Hon er til Eldraráðið í Norðoyggjum. Tað er ein fragd, at hava eitt so vælvirkandi eldraráð, sum kann koma við góðum íkasti til viðurskifti, sum eru aktuel at viðgera á eldraøkinum. At eg skuldi sita á fundi saman við Eldraráðnum, sum stýrisformaður í NBH, tað heði Marna nokk ikki rokna við, tá hon spurdi pensjóneraða sýslumannin, um hann hevði verið áhugaður í, at stilla upp til eldraráðið.

Marna, kanska tú kanst ringja til mín næstu ferð tað verður val til eldraráðið ????

Takk fyri.

Klárt at venja og niðurteljingin til nýggjan tænastudepil er byrjað

Klárt at venja og niðurteljingin til nýggjan tænastudepil er byrjað

Fleiri møttu til kunningarátakið á Viðareiði, sum var í samband við at Norðoya Bú- og Heimatænasta fer undir at byggja tænastudepil til heimatænastu, venjing og dagtilhald.

Katrin Næs, borgarstjóri i Hvannasundi, leiddi átakið og Marita Sumberg, borgarstjóri á Viðareiði, bjóðaði vælkomin. Síðan var orðið givið til Marnu E. Jensen, stjóra fyri NBH, sum stutt kunnaði um tilgongdina, tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita. Marna greiddi m.a. eisini frá málsetningum, sum Stýrið tá setti sær fyri. Nógv er komið á mál og nógv er í eini tilgongd, men næsta stóra málið, sum nú nærkast, er tænastudepilin, sum væntast klárur í 2024.

Marna segði, at endamálið við tænastudeplinum er at veita tænastur, ið stuðla heilsuni og lívsgóðskuni. Somuleiðis skulu tænasturnar í deplinum stuðla fólkapensjónistum at vera heima, sum longst og kunna ráða sær sjálvum, tí tað hevur kanningararbeiðið hjá NBH víst, at tey eldru ynskja.

Svend Sivertsen, arkitektur frá FuglArk, kunnaði um tænastudepilin og vísti spennandi tekningar, sum eisini vístu hvar Viðareiðis kommuna hevur ætlanir um at byggja barnagarð og tvær íbúðir.

Hedevig Matras, deildarleiðari fyri fysio- og ergoterapieindina hjá NBH, kunnaði  um venjingartilboðið, sum longu nú er tøkt og venjingarmøguleikarnar, sum vera í nýggja deplinum. Hedevig vísti m.a. á gransking, sum vísur, at venjing kann útseta innlegging á røktarheim 5 ár. Hetta m.a. tí, at venjing betrar um og varðveitir virkisførleikan.

Til seinast hugleiddi Margetha í Buð, limur í Eldraráðnum, um tað at flyta úr egnum heimi.

Olvheðin Jacobsen sang tríggjar vakrar sangir og øll vórðu boðin til kaffi og hugnaligt prát meðan hugt var eftir nýggju venjingartólunum, sum eru sett upp í eini skúlastovu í skúlanum á Viðareiði.

Venjing á Viðareiði verður mikudag og fríggjadag kl. 13.00 og 14.00. Heimabúgvandi fólkapensjónistar kunnu venja ókeypis, men venjingarskeiðið er tíðaravmarkað og endar aftaná 3 mðr.

Kunningarátak: Tænastudepil skal byggjast á Viðareiði

Kunningarátak: Tænastudepil skal byggjast á Viðareiði

Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu hevur gjørt av, at tænastudepilin skal fevna um hølir til venjingar, heimatænastu og dagtilhald. Í hesum sambandi verður skipað fyri kunningarátaki.

Hóskvøldið 3. febr. kl. 19.00 verður kunnað um tænastudepilin í Auluni í skúlanum á Viðareiði.

Eisini fer tað í næstum at bera til hjá fólkapensjónistum at venja í skúlanum á Viðareiði. Kunnað verður somuleiðis um hendan venjingarmøguleika og høvi verður at síggja venjingarumstøðurnar.

Skráin: 

·       Marita Sumberg, borgarstjóri á Viðareiði, bjóðar vælkomin

·       Marna E. Jensen, stjóri fyri NBH, og Svend Sivertsen, arkitektur frá FuglArk, kunna um tænastudepilin

·       Hedevig Matras, deildarleiðari fyri fysio- og ergoterapieindina hjá NBH,  kunnar um venjingartilboðið

·       Margetha í Buð, limur í Eldraráðnum, hugleiðir

·       Olvheðin Jacobsen syngur

·       Katrin Næs, borgarstjóri i Hvannasundi, leiðir átakið

Allir fólkapensjónistar norðanfyri fjall eru vælkomnir.

Eldraøkini og talgilda framtíðin

Eldraøkini og talgilda framtíðin

Í síðstu viku skrivaðu umboð fyri eldraøkini og Sjúkrahúsverkið undir sáttmála um, at eldraøkini gerast partur av Talgildu heilsuskipanini hjá Sjúkrahúsverkinum.

Eldraøkini og Sjúkrahúsverkið vara av teimum somu borgarunum, og ofta eru hetta borgarar, sum hava tætt tilknýti til báðar geirar í sambandi við tørv á viðgerð og røkt. Við hesum samstarvi verður samskiftið tvørturum geirar talgilt í einari tryggari skipan.

Tá ein borgari verður útskrivaður frá Sjúkrahúsverkinum og skal hava framhaldandi viðgerð ella røkt frá eldraøkinum, fer nú at bera til at deila tær upplýsingar, sum eru viðkomandi.

Í Talgildu heilsuskipanini fer heilivágsyvirlitið altíð at verða dagført, og hetta er ein stórur fyrimunur samanborið við, hvussu støðan hevur verið.

Komandi árini fara Sjúkrahúsverkið og eldraøkini í felag at gera av, hvussu eldraøkið skal skjalfesta í skipanini, og hvørjar upplýsingar skulu deilast.

Sum kunnugt, skal Sjúkrahúsverkið hava nýggja journalskipan innan komandi árini, tí svenski veitarin av núverandi skipan hevur sagt sáttmálarnar upp við allar kundar uttanfyri Svøríki. Tá Sjúkrahúsverkið flytur yvir á nýggja skipan, flytur eldraøkið við.

Við hesum samstarvi er politiska málið, at tað bert skal vera ein sjúklingajournalskipan fyri føroyska borgaran, rokkið. Tað er okkum vitandi eindømi, at tað verður ein og  sama skipan tvørtur um geirar, og hetta verður ein stórur fyrimunur fyri borgaran eins og fyri starvsfólk, tá samskiftið gerst smidligari, skjótari og altíð dagført.

Landspolitiska og kommunalpolitiska skipanin, leiðslan á eldraøkjunum og Sjúkrahúsverkið gleðast um samstarvið og teir fyrimunir, sum hetta gevur borgarunum.

Átøk halda fram

Átøk halda fram

Smittutrýstið er framvegis stórt, og landið er enn á gulum stigi sambært ferðsluljósskipanini hjá myndugleikunum.

Fyri at forða fyri smittu, serliga á búeindunum, eins og at verja starvsfólkahópin, so hann er tøkur til at arbeiða, er framvegis neyðugt at halda fast við nøkur átøk.

Til ber at lesa um hesi undir hvørji eind sær.

Leiðslutoymið í NBH ger vikuligar eftirmetingar og tillagar átøkini út frá aktuellu støðuni.

Átøkini halda fram enn eina viku, við nøkrum broytingum

Átøkini halda fram enn eina viku, við nøkrum broytingum

Leiðslan í NBH fegnast um, at smittutrýstið er minkandi, men metir tað neyðugt at halda fast við nøkur átøk, meðan onnur verða linkað.

Til nærri boð koma, verður heitt á avvarðandi o.o. at fylgja tilmælunum, og at kunna seg um tilmælini, sum eisini liggja á heimasíðuni nbh.fo

Vitjandi á búeindum
Tilmælini síggjast her.

Dagtilhaldið Sóljan
Letur varisliga upp aftur eftir avtalu við deildarleiðaran.

Dagtilhaldið Búðatrøð
Letur varisliga upp aftur eftir avtalu við deildarleiðaran.

Ven og Virka
Stongt til og við 15. november – tó ikki fyri teimum, sum eru til samdøgurðsrehabilitering.

Samskaparar
Framhaldandi steðgur við virkseminum í komandi viku.

Átøkini verða eftirmett mánadagin 15. november 2021.

Átøkini á eldraøkinum halda fram til 8. november

Átøkini á eldraøkinum halda fram til 8. november

Støðan við koronu ávirkar framvegis tænasturnar og tilboðini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Leiðslan í NBH harmast sjálvsagt støðuna, men tekur øll neyðug atlit, so tilboðini skjótt kunnu gerast virkin aftur.

Til nærri boð koma, verður heitt á avvarðandi o.o. at fylgja tilmælunum, og at kunna seg um tilmælini, sum eisini liggja á heimasíðuni nbh.fo

Vitjandi á búeindum

Talið av vitjandi verður avmarkað til tvey fyri hvørt búfólk.

Eftir ráðgeving frá Koronuráðgevingini verður tað eisini soleiðis, at vitjandi skulu vera koppsett og hava negativa test, sum í mesta lagi er 48 tímar gomul.

Er talan um serligar umstøður, ber til at víkja frá hesum eftir avtalu við deildarleiðaran.

Vitjanin skal fara fram á kømrunum, og vitjandi vitja bert síni avvarðandi

Dagtilhaldið Sóljan

Stongt til 8. november.

Dagtilhaldið Búðatrøð

Stongt til 8. november.

Ven og Virka

Stongt til 8. november – tó ikki fyri teimum, sum eru til samdøgurðsrehabilitering.

Samskaparar

Framhaldandi steðgur við virkseminum í komandi viku.

Átøkini verða eftirmett mánadagin 8. november 2021.

Serlig atlit tikin til búfólk og starvsfólk komandi vikuna

Serlig atlit tikin til búfólk og starvsfólk komandi vikuna

Leiðslan í Norðoya Bú- og Heimatænastu hevur samskift við heilsufakliga myndugleikan um átøk í NBH fyri at halda øktu smittuna burtur. Semja er um, at neyðugt er við átøkum, sum verja búfólk og starvsfólk, soleiðis at tey kunnu vera tøk at koma til arbeiðis.

Í fyrstu syftu er talan um átøk, sum er galdandi til og við 1. november, tá ið smittutalið vónandi aftur er lækkað aftur í Norðoyggjum. Til nærri boð koma, verður heitt á avvarðandi o.o. at fylgja tilmælunum, og at kunna seg um tilmælini, sum eisini liggja á heimasíðuni nbh.fo


Vitjandi á búeindum

Talið av vitjandi verður avmarkað til tvey fyri hvørt búfólk.

Eftir ráðgeving frá Koronuráðgevingini verður tað eisini soleiðis, at vitjandi skulu vera koppsett og hava negativa test, sum í mesta lagi er 48 tímar gomul.

Er talan um serligar umstøður, ber til at víkja frá hesum eftir avtalu við deildarleiðaran.

Vitjanin skal fara fram á kømrunum, og vitjandi vitja bert síni avvarðandi


Dagtilhaldið Sóljan

Stongt til 2. november.


Dagtilhaldið Búðatrøð

Stongt til 2. november.


Ven og Virka

Stongt til 2. november – tó ikki fyri teimum, sum eru til samdøgurðsrehabilitering.


Samskaparar

Steðga við virkseminum hesa vikuna.