Fyribyrgjandi tiltøk hjá NBH

Fyribyrgjandi tiltøk hjá NBH

Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur sett nøkur tiltøk í verk, soleiðis at NBH best kann fyribyrgja og avmarkað smittuvandan av Covid19. Tiltøkini, sum eru sett í verk, eru fyribils galdandi frá fríggjadegnum 13. mars til fríggjadagin 8. mai.

Búplássini á eldraøkinum stongja fyri vitjandi
Fyri at verja okkara eldru borgarar á eldraøkinum verður stongt fyri vitjandi á øllum bústovnum hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu. Í átrokandi førum kunnu avvarðandi venda sær til viðkomandi leiðara, har onnur avtala kann verða gjørd.

Umlætting
Norðoya Bú- og Heimatænasta tekur ikki nýggjar borgarar til umlætting.

Telefonavgreiðsla hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu
Telefon nr. 793400 hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu svarar yrkadagar frá kl. 8.00 – 15.00.

Kjatt-linja í boðklivanum á facebook
Starvsfólk hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu og allir borgarar í kommununi fáa møguleika at seta spurningar, sum viðvíkja átøkum hjá Klaksvíkar kommunu í samband við Covid19. Hesir spurningar kunnu setast í boðklivanum hjá Klaksvíkar kommunu á facebook, og verða svaraðir eftir besta førimuni

 

Dagtilhaldið Sóljan og Ven og Virka fyribils stongt í tvær vikur

Dagtilhaldið Sóljan og Ven og Virka fyribils stongt í tvær vikur

Norðoya Bú- og Heimatænasta (NBH) avlýsir øll tiltøk, har nógv eldri fólk savnast, fyri at verja eldri borgarar ímóti Corona smittuvandanum.

Jógvan Skorheim, stýrisformaður í NBH, sigur, at tað hevur stóran týdning, at serlig atlit verða tikin til okkara eldru borgarar næstu tvær vikurnar.

-Ven og Virka er staðsett á Sambýlinum á Heygnum, har bæði búfólk og eldri uttanífrá venja dagliga, men fyri at verja búfólkini á Sambýlinum best, so er neyðugt at avmarkað tilboðið soleiðis, at tað bert eru búfólk á Sambýlinum, sum eru til endurvenjing, ið fáa atgongd til Ven og Virka. Aðrar venjingar verða fyribils avlýstar, sigur Jógvan Skorheim.

-Dagtilhaldið Sóljan er eitt vælvitjað tilboð, har fleiri eldri eisini savnast til ítriv og hugna nakrar ferðir um vikuna, men næstu tvær vikurnar verður Dagtilhaldið Sóljan eisini stongt.

-Norðoya Bú- og Heimatænasta fylgir sjálvsagt gongdini neyvt og er til reiðar at tillaga virksemið og mannagongdir, um heilsumyndugleikarnir koma við nýggjum tilmælum, sigur Jógvan Skorheim.

Í Norðoyggjum eru nógv tiltøk, sum verða fyriskipaði av virknum eldri. Bæði Virkishúsið Smæran og pensjónistafelagið Hugni skipa regluliga fyri tiltøkum fyri bæði menn og kvinnur, men Brúkararáðið í Smæruni og pensjónistafelagið Hugni hava í samráð við leiðsluna í NBH boðað frá, at næstu 14 dagarnar verður heldur onki virksemi í kjallarahæddini í Sambýlinum á Heygnum, har bæði Smæran og Hugni hava sítt vanliga virksemi.

Ven og Virka letur aftur fyribils í 14 dagar

Ven og Virka letur aftur fyribils í 14 dagar

Staðfest er, at Corona virus, Covid19, er komið til Føroyar, og tað er tí umráðandi at áseta og fylgja greiðum reglum til tess at verja okkara gomlu og sjúku borgarar.

Fyri at verja tey ímóti hesi smittu, sum búgva í Sambýlinum á Heygnum, og sum eisini lutvíst venja í Ven og Virka, verður Ven og Virka fyribils latið aftur fyri øðrum enn teimum, sum búgva í bygninginum.

Verja tey eldru í Norðoyggjum ímóti Corona virus

Verja tey eldru í Norðoyggjum ímóti Corona virus

Jógvan Skorheim, stýrisformaður í NBH, sigur, at eftir at tað er staðfest, at Corona virus, Covid19 er komið til Føroyar, so eiga vit at gera alt fyri, at verja okkara gomlu og sjúku borgarar. Hetta er serstakliga galdandi fyri eldraøkið, og tí ger leiðslan í NBH alt fyri at fylgja øllum teimum reglum og fyrivarnum, sum landsmyndugleikarnir seta í verk.

– Leiðslan í NBH fylgir neyvt við á hesum øki, sum er alneyðugt, tí í løtuni kunnu broytingar henda, sum krevja nýggj átøk, og leypandi verða mannagongdir settar í verk, samstundis sum strammað verður upp kring verandi mannagongdir, til tess at verja búfólk og brúkarar hjá NBH ímóti Covid19, sigur Jógvan Skorheim.

Ein av nýggju mannagongdunum er, at um ein hevur verið og ferðast í teimum londum sum www.sst.dk og www.um.dk frámæla ferðandi at vitja, skal viðkomandi ikki koma á vitjan á eindunum hjá NBH í 14 dagar eftir heimkomudag til Føroyar. Hetta er eisini galdandi, um ein hevur havt vitjan av fólki, sum hava verið og ferðast í útsettum londum.

Jógvan Skorheim, stýrisformaður, sigur, at hetta sjálvandi kann seta avmarkingar fyri, at avvarðandi kunnu vitja á bústovnum, um tey hava verið og ferðast, men eftir boðum frá fremstu fakligheitini hjá landsmyndugleikunum so eru hesi og onnur átøk neyðug til tess at verja okkara eldru og veiku borgarar.

– Eg vil heita á øll um at vísa varsemi á hesum øki og virða ásettar mannagongdir í umhugsni fyri okkara eldru borgarum.

Sambýlið á Heygnum fingið neyðstreymsskipan

Sambýlið á Heygnum fingið neyðstreymsskipan

Eldraráðið í Norðoyggjum hevur regluligar fundir við leiðsluna í NBH, har ymisk mál verða viðgjørd. Eldraráðið hevur m.a. víst á, at tørvur er á at fáa neyðstreym í búeindirnar hjá NBH. Hesum ynski hevur stýrið í NBH gingið á møti, og hevur sett fyrstu neyðstreymsskipanina upp á Sambýlium á Heygnum.

Neyðstreysskipanin er sjálvkoyrandi, og merkir hetta, at tá ið streymurin fer, so verður Sambýlið á Heygnum ikki merkt av hesum, tí tað ganga einans trý sekund frá tí, streymurin fer, til neyðstreymsskipanin tekur við. Tá tangin er fullur, kann neyðstreymsskipanin virka upp til 24 tímar, men eisini longur, um tangin gerst tómur, og meira verður fylt á.

Gerda Absalonsen, sum í løtuni er virkandi forkvinna, sigur, at hendan íløgan hevur stóran týdning fyri Eldraráðið.

-Hetta er eitt ynski, sum vit hava havt leingi, og tí er tað stuttligt hjá okkum at uppliva, at hetta nú er veruleiki. Eg haldi eisini, at hetta átti at givið fleiri mót til at stilla upp til komandi val í heyst, tá Eldraráðið skal skipast av nýggjum, tí í Eldraráðnum gera vit mun, sigur Gerda Absalonsen.

Neyðstreymsskipanin kostaði væl minni, enn mett varð av fyrstan tíð, og tí er støða eisini tikin til, at sama skipan skal setast til á Heiminum við Vágna.

Dagtilhaldið letur upp í nýggjum hølum

Dagtilhaldið letur upp í nýggjum hølum

Dagtilhaldið, sum seinastu árini hevur verið á Heiminum við Vágna, flytur í morgin inn í nýggj høli á Stoksoyravegi 39. Umframt at staðsetingin verður nýggj, so hevur dagtilhaldið eisini fingið nýggja navnið: Dagtilhaldið Sóljan.

Navnið til Dagtilhaldið hevur verið umrøtt, og var størst undirtøka millum teirra, ið koma í dagtilhaldið, fyri navninum Dagtilhaldið Sóljan, sum eisini var navnið, áðrenn dagtilhaldið flutti inn á Heimið við Vágna.

Hugnaliga samveran í Dagtilhaldinum hevur seinastu árini fingið fleiri heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum at hittast til sosiala samveru, og nýggju hølini taka seg væl út og hóska væl til endamálið.

Til ber at kunna seg um virksemið hjá Dagtilhaldinum Sóljuni á heimasíðuni https://nbh.fo/tiltoek/

Sambýlið í Bøgøtu verður umskipað

Sambýlið í Bøgøtu verður umskipað

Seinnapartin í gjár fingu níggju starvsfólk hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu prógv í samband við skeiðsvirksemi í demenssjúkum. Skeiðsvirksemið er liður í at førleikamenna starvsfólk til umskipanina á Sambýlinum í Bøgøtu, sum framyvir verður karmur um búfólk, sum hava fingið staðfest demens.

Norðoya Bú- og Heimatænasta arbeiðir støðugt við at menna tíðarhóskandi tilboð til borgarar, sum hava fingið staðfest eina demenssjúku, og er hendan førleikamenningin ein liður í fyrireikingini til, at Sambýlið í Bøgøtu fer at hýsa borgarum, ið hava fingið staðfest demens.

Fleiri av starvsfólkunum á Sambýlinum í Bøgøtu hava drúgvar starvsroyndir, og kenna tískil eisini til tær avbjóðingar, sum koma fyri, tá demenssjúka rakar. Tó vóru allir skeiðsluttakararnir samdir í, at eitt tílíkt skeið hevur stóran týdning.

-Vit læra nógv nýtt, samstundis sum vit verða mint á, at arbeiðið, sum vit gera dagliga, er í tráð við tær vegleiðingar og krøv, sum verða sett til starvsfólk, ið arbeiða á økinum.
Umskipanin verður framd líðandi, og tí verður ein ávís skiftistíð, áðrenn Sambýlið í Bøgøtu kann kallast fyri eitt heim fyri borgarar, ið hava demens.

Norðoya Bú- og Heimatænasta ynskir skeiðsluttakarunum hjartaliga til lukku við próvnum.

Nýggjur deildarleiðari á Norðoya Ellis- og Vistarheimi

Nýggjur deildarleiðari á Norðoya Ellis- og Vistarheimi

Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur sett Wanju Petersen í starv sum deildarleiðara á Norðoya Ellis- og Vistarheimi.

Wanja hevur starvast innan eldraøkið í nógv ár. Hon gjørdist sjúkrarøktarfrøðingur í 1984, og hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir í sjúkrarøkt. Umframt at vera sjúkrarøktarfrøðingur, so hevur Wanja eisini diplomútbúgving í leiðslu, og hevur hon leiðsluroyndir bæði í Føroyum og í Grønlandi, har hon eisini hevur arbeitt í fimm ár.

Í starvinum skal Wanja tryggja, at búfólkini á Norðoya Ellis- og Vistarheimi fáa dygdargóða røkt og umsorgan í heimligum umhvørvi.

Harumframt verður Wanja ein týðandi partur av leiðslutoyminum hjá NBH, og kemur tískil at hava ein virknan leiklut í menningini av eldraøkinum í Norðoyggjum, til frama fyri bú- og starvsfólk.

Wanja tók við starvinum 4. november 2019.

Vit ynskja Wanju hjartaliga til lukku, og bjóða henni vælkomnari í starv hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy fingið íblástur frá NBH

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy fingið íblástur frá NBH

Seinnapartin í gjár vitjaði Stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy Norðoya Bú- og Heimatænastu. Endamálið við vitjanini var at fáa íblástur, hvussu NBH hevur skipað seg á eldraøkinum, og at deila hugskot millum eldrasamstørvini.

Jógvan Skorheim, stýrisformaður í NBH, bjóðaði vælkomin og greiddi í stuttum frá, at Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu ikki valdi at gera stórar broytingar á økinum, tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita. Stýrið setti sær fyri at nýta fyrstu tíðina til umfatandi og nágreiniligar kanningar av eldraøkinum, so haldgott grundarlag fekst fyri at leggja eina strategi fyri framtíðarvirksemið hjá NBH.

Strategiin, sum seinni gjørdist veruleiki sást eisini aftur í framløguni, sum Marna E. Jensen, stjóri, og Sunnuva á Lakjuni, fakligur samskipari, høvdu fyri gestunum. Sigast má, at gestirnir vóru ógvuliga hugtiknir av, hvussu væl eldraøkið í Norðoyggjum er skipað.

Nakað, sum kanska eyðkennir eldraøkið í Norðoyggjum er, at fakliga støðið verður raðfest høgt. Tí valdi man eisini, tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita, at seta ein fakligan samskipara í starv. Hetta varð serliga grundað á, at fleiri kompleksar sjúkur eru alsamt vaksandi, og at tað tí hevur stóran týdning, at starvsfólk áhaldandi verða ment til uppgávurnar soleiðis, at borgarin fær tænastur og tilboð á høgum støði.

Sunnuva á Lakjuni segði eisini í framløguni, at hóast talið á búplássum hjá NBH seinastu árini er minkað, so er tørvurin á búplássum minni nú, enn hann var, tá økið varð yvirtikið, og plássini vóru fleiri. Hetta er møguliga tí, at fleiri tilboð eru ment soleiðis, at møguleiki at búgva heima er blivin betri. Harumframt eru fleiri umlættingarpláss raðfest, og ongantíð áður hava so nógv eldri verið virkin í Ven og Virka, sum bæði skipar fyri visiteraðum venjingum fyri eldri eins og ókeypis tilboð um eginvenjing tvær ferðir um vikuna. Harumframt er samdøgurðsrehabilitering eisini ein tænasta, har ergo- og fysioterapeutar hava ein virknan leiklut.

Hetta er ein tilgongd, sum NBH framyvir eisini ynskir at raðfesta, tí nøgdsemiskanningin vísti eisini, at tey flestu eldru ynskja at búgva heima sum longst, tí verður eisini mett, at ein raðfesting av heimatænastuni er gongda leiðin.

Gestirnir úr Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy vitjaðu eisini á Heiminum við Vágna, á Sambýlinum á Heygnum og í Ven og Virka. Somuleiðis fingu tey høvi at heilsa uppá tey eldru, sum vóru komin til hugnaløtu í Smæruni, har tað er pensjónistafelagið Hugni, sum skipar fyri tiltøkum seinnapart týsdag.

Poul Havn, sum er raskur at møta upp til tiltøkini tók beinavegin munnharpuna fram og spældi eitt lag fyri gestunum, og hann nýtti eisini høvi at fortelja suðuroyingunum, tá ið hann fór á Jóansøku við motorsúkklu, og at siglitúrinin tá tók 8 tímar.