Virkin eldri seta sín dám á býarmyndina

Virkin eldri seta sín dám á býarmyndina

”Virkin eldri” er vorðið eitt afturvendandi og vælkent hugtak, og sæst tað aftur í býarmyndini, at fólkapensjónistar í Norðoyggjum hava fjølbroyttar møguleikar, tá ið tað kemur til hugna, venjing og samveru.

Alex Sólstein er ein av teimum 40-50 pensjónistunum, sum dúgliga møta til eginvenjing í venjingarhølunum hjá Ven og virka á Kjalarvegnum.

Venjingarhølini eru opin hvønn týsdag og hósdag kl. 9 – 12, og eftir venjingina er altíð ein kaffimunnur at fáa í Smæruni. Hendan hugnaliga samveran eftir venjing hevur stóran týdning fyri hugin, ásannar fyrrverandi skúlastjórin.

– Eg føli so avgjørt væl, at venjingin er heilsufremjandi fyri meg, og eg eri altíð glaður fyri kensluna í kroppinum, tá eg havi rørt meg eitt sindur. Men eg má eisini viðganga, at kaffimunnurin og hugnaligu prátini, sum eru í Smæruni eftir venjingina, gera hugin at koma til eginvenjing enn betur, sigur Alex Sólstein við einum smíli. Tað er brúkararáðið fyri virkishúsið Smæruna, sum sjálvboðin skipa fyri kaffimunninum.

Eginvenjingin er eitt tilboð hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, men tað eru tey eldru sjálvi, sum stýra venjingini. Hóast starvsfólkini hjá NBH eisini eru til staðar og til reiðar at vegleiða teimum, sum koma til eginvenjing, so eru eldru borgararnir sjálvir óførir at leggja hvørjum øðrum lag á. Umframt at vera tøk til vegleiðing, standa hesi starvsfólkini eisini fyri ergo- og fysioterapi tænastuni hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Gerda Arge kennir eisini væl til hetta, at hugni og samvera hevur stóran týdning fyri hugin til at fara til venjing. Hon er fastur gestur í Svimjihøllini, tá eldrasvimjing er á skránni har hvønn leygarmorgun. Vanliga møta eini 20 – 30 fólk til eldrasvimjing, og eisini her verður hugnin og samveran sett í hásæti.

– Vit svimja, drekka kaffi, njóta góðu umstøðurnar í svimjihøllini og geva okkum góða tíð til sauna. Tað kennist fyribyrgjandi, tá hørðu strálurnar í baðilandinum mýkja vøddarnar, og tí eru vit eisini sera spent til nýggi vælverudepilin opnar, sigur Gerda, sum viðmælir øðrum at royna tilboðið.

Endaleysir møguleikar
Eginvenjingin í Ven og virka og eldrasvimjingin í Klaksvíkar svimjihøll eru bert tvey dømi um møguleikarnar fyri einum virknum aldurdómi. Umframt tilboðini og tænasturnar, sum Norðoya Bú- og Heimatænasta veitir, er eisini ein ørgrynna av øðrum tiltøkum og tilboðum til eldri.

Til dømis hava Klaksvíkar kvøldskúli og Handarbeiðsskúlin fyri stuttum kunngjørt vetrarskránna, har fleiri serlig tilboð eru ætlað eldri borgarum, og harumframt eru eisini fleiri afturvendandi tiltøk í Norðoyggjum, sum nógv eldri vitja og brúka javnan. Til ber at kunna seg nærri um nøkur av mongu tilboðunum her.

Um eginvenjing og eldrasvimjing
Eginvenjing er eitt ókeypis tilboð, sum Norðoya Bú- og Heimatænasta veitir øllum fólkapensjónistum í Norðoyggjum. Eginvenjingin fer fram í Ven og virka á Kjalarvegi 48, týsdagar og hósdagar kl. 9 – 12 (halgidagar og frídagar undantiknir).

Eldrasvimjing er tilboð í Klaksvíkar svimjihøll hvønn leygarmorgun kl. 9 – 10. Í hesum tíðarskeiði er svimjihøllin bert opin fyri pensjónistum, men til ber eisini at svimja, tá svimjihøllin annars er opin fyri almenninginum.

Atgongd til svimjihøllina kostar 20 kr fyri fólkapensjónistar, og til ber eisini at keypa sær 20- ella 10-túrakort til pensjónistar fyri ávíkavist 350 ella 190 kr.

Emma Jacobsen 100 ár

Emma Jacobsen 100 ár

Emma Jacobsen hevur í dag hátíðarhildið sín 100 ára føðingardag. Hópin av fólki vóru komin at heiðra Emmu á hesum heilt serliga degi.

Føðingardagurin varð hildin í hølum á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Emma hevur seinastu árini búð á Norðoya Røktarheimi, sum er staðsett við síðuna av Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Monika Ziska, deildarleiðari á Norðoya Røktarheimi bjóðaði vælkomin og harumframt hildu Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum og Jógvan Skorheim, borgarstjóri røður.

Millum gestirnar var eisini Aksel W. Johannesen, løgmaður, sum í hesum høpi mintist aftur á gamlar dagar í Búðunum, har hann vaks upp sum barn, og hevði góð minnir um Emmu og familjuna í Búðunum.

Røður og sangur settu ein heilt serligan dám á hátíðarløtuna, men frøin á Emmu kom veruliga til sjóndar, tá hon pakkaði gávuna frá KÍ leikarunum upp, sum var ein KÍ blusa við hennara navni á. Við undirskriftum á bakinum á blusuni, varð Emma eisini heiðra av øllum KÍ leikarunum, sum sjálvandi høvdu givið henni nr. 100 á bakið.

Niðanfyri endurgeva vit røðuna hjá Jógvani Skorheim, borgarstjóra og stýrisformanni í Norðoya Bú- og Heimatænastu:

Góða Emma

Hjartaliga til lukku við stóra føðingardegnum.
Tað er mær ein stórur heiður at verða boðin í 100-ára føðingardag og sleppa at hátíðarhalda ein so serligan merkisdag sum hendan saman við tær og tínum.

***
Fá eru tey, sum hava livað gjøgnum fleiri og størri broytingar enn tú, Emma.

Í dag kann tað vera ringt hjá teimum yngstu at ímynda sær ein heim uttan internet og facebook, sjónvarp og Dag og viku.

Vit vaksnu kunnu betri minnast tíðina áðrenn skermarnir tóku við valdinum.
Men vit hava hinvegin ilt við at ímynda okkum ein heim uttan gerandislutir sum strikukotur, tyrlur og kopimaskinur.

Fyri ikki at tala um lívsbjargandi ting sum insulin, pencilin og dialysuapparat.
Øll hesi tingini eru komin í verðina í tíni livitíð, Emma.
Tað sigur ikki so lítið.

***
28. september 1918 var ein leygardagur, og tann dagin kom 78. tjúginda útgávan av Dimmalætting tað árið á gøtuna.

Dimma skrivaði tá framvegis á donskum. Og eitt av evnunum, sum varð umrøtt júst hendan dagin, var løgtingssamtyktin um at strika danskt sum frálærumál í føroyska fólkaskúlanum.

Blaðið innihelt eisini nýggjastu boðini um veraldarbardagan.

Tá var eitt tríggjar dagar gamalt telegram úr Keypmannahavn at rokna sum fesk tíðindi.

Og í Dimmu stóð 28. september 1918 at lesa, at bulgararnir høvdu trekt seg á Balkanfrontinum, og at ein svenskur bumbubátur var sokkin fyri eini minu í Kattegat.

Sjálvt um umheimurin tá mundi tykjast longri burturi frá Klaksvík og Føroyum, enn hann ger í dag, so var tað eisini til stóra gleði her heima, tá veraldarbardagin hasaði av bert fáa mánaðar seinni.

Men ymiskt annað var eisini á breddanum tann leygardagin fyri 100 árum síðan.

Heilt nógvar lýsingar vóru eftir ungum gentum, sum kundu koma í tænastu.

Á Sandi hevði Johan Petur Hentze eina unga kúgv til sølu, og lýst varð eisini fyri evangeliskum møti í Ebenezer sunnukvøldi kl. 18.

Hetta vitnar um, at hóast nógv er broytt í heiminum hesi seinastu 100 árini, so er eisini nógv, sum hevur staðið tíðarinnar roynd.

***
Góða Emma.

Eg ivist ikki í, at tú meira enn einaferð er spurd, hvør uppskriftin er uppá at blíva 100 ár.
Tað er ein føðingardagur, sum helst øll droyma um og ynskja sær at sleppa at uppliva, men sum verri enn so øll sleppa.

So hvør er uppskriftin?

Eg veit tað av góðum grundum ikki sjálvur, men tá ið eg hoyri fólk í tínum aldri greiða frá sínum lívi, so eru tað nøkur ting, sum ganga aftur.

Ein stórur, kanska tann allar størsti, parturin av uppskriftini er kærleiki.

Vit liva, tá vit elska. Og tað veit eg, at tú hevur nógvan kærleika í tínum lívi.

Tú og Sam fingu góð 50 ár saman sum hjún.

Fimm børn eru blivin til níggju ommubørn, 22 langommubørn og fimm oldurommubørn, og kærleikin er eyðsýndur millum teg og tey.

Men í lívinum fylgist kærleikin eisini við sorgini.

Fá uppliva kærleika uttan eisini at uppliva sorg, og eisini her eigur tú tínar royndir, Emma.

Men títt jaliga og sterka lyndi, saman við trúfasta baklandinum, tú hevur átt bæði í familjuni og samkomuni hevur óivað verið ljósið í myrkum tíðum.

***
Fyri at blíva 100 ár er ikki nokk bara at vera til í verðini.

Nei, til tað mást tú taka lívið og brúka tað.

Tú mást liva tað.

Og tað veit eg, at tú hevur gjørt og framvegis gert.

Tú hevur altíð verið virkin, tær dámar at vera sosial og práta, og so veit eg eisini, at tær dámar fótbólt betri enn flestu kvinnurnar á tínum aldri.

Tú mundi fylgja nakað væl við tiltikna 66-liðnum hjá KÍ, har sonurin Steinbjørn jú var fastur maður, og í yngru ættarliðunum eigur tú eisini fleiri framúr góðar fótbóltsspælarar í familjuni.

Men eitt er at fylgja við sínum egnu og at halda við KÍ.

Nakað heilt annað er at vera eldhugaður fjeppari í stóru stjørnunum úti í heimi.

Men tað ert tú eisini – eg havi í hvussu er skilt á lagnum, at tú ert millum størstu Messi-fjeppararnar yvirhøvur.

Tað má eg siga er heilt ómetaliga imponerandi, tí eg eri ikki eingongd sikkur í, um mamma mín yvirhøvur veit, hvør Messi er.

***
Góða Emma.

Heimurin í dag er ikki tann sami, sum hann var fyri 100 árum síðan, og títt íkast til lívið og heimin liggur sanniliga ikki eftir.

Tú gevur og lærir tínum næstum so ómetaliga nógv, og tað eigur tú eina hjartans tøkk fyri.

Enn einaferð takk fyri stóra heiðurin at verða boðin við til hendan stóra føðingardagin.

Og vegna okkum øll í Klaksvíkar kommunu ynski eg tær hjartaliga til lukku við føðingardegnum, og Harrans signing framyvir.

Takk fyri.

 

Norðoya Bú- og Heimatænasta bjóðar borgarunum fjølbroyttar tænastur

Norðoya Bú- og Heimatænasta bjóðar borgarunum fjølbroyttar tænastur

Síðan í januar í ár hevur Norðoya Bú- og Heimatænasta bjóðað heimabúgvandi fólkapensjónistum í Norðoyggjum eitt nýtt tilboð, sum skal stuðla teimum, ið hava fingið afturgongd í førleikastøðuni, at endurvinna mistar førleikar.

Ein av teimum, sum higartil hevur fingið gleði av nýggja tilboðnum, er Magnus Mikkelsen. Hann hevur verið knýttur at tænastuni seinastu fýra vikurnar. Hóast Magnus var skeptiskur at byrja við, so hevur hann verið glaður fyri tilboðið.

– Skipaðu venjingarnar tvær ferðir um dagin, saman við ergo- og fysioterapeutunum og heilsugóði kosturin, hevur avgjørt styrkt meg seinastu tíðina, sigur Magnus. Hann leggur aftrat, at tá ið viðgerðin nú er liðug, so fer hann at halda fram í Ven og Virka, sum er venjingarhøli hjá Ergo- og fysioterapieindini í NBH. – Tað hevði eg ikki trúð fyri eini tíð síðani, sigur Magnus við einum smíli

Samdøgursrehabilitering er eitt døgntilboð, sum kann vara í nakrar vikur, men sum krevur, at borgarin eisini hevur eitt ynski um at endurvinna mistar førleikar. Høvuðsendamálið við tænastuni er at stuðla fólkapensjónistinum at megna sín egna gerandisdag í tann mun tað ber til, soleiðis at borgarin aftur kann fáa eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív.

Sostatt snýr rehabilitering á eldraøkinum seg um, at tann eldri er í miðdeplinum, sjálvur setur sær mál fyri rehabiliteringina, og at fakfólkini taka støði í gerandisvirkseminum hjá eldru borgarunum.

– Hetta hevur stóran týdning fyri tann eldra borgaran, siga starvsfólkini í rehabiliteringstoyminum, og leggja aftrat, at hond verður tikin um alla lívsstøðuna hjá borgaranum, tá ið førleikastøðan skal betrast.

Samdøgursrehabiliteringin er staðsett á Sambýlinum á Heygnum við tveimum plássum og er skipað við einum tvørfakligum toymi. Í toyminum eru ergoterpeutar, fysioterapeutar og sjúkrarøktarfrøðingur. Heilsustarvsfólk á sambýlinum eru somuleiðis virkin í endurvenjingartilgongdini allan sólarkringin.

Meira kunning um tilboðið Samdøgursrehabilitering er at finna her.

Myndirnar eru av virknum eldri, sum javnan vitja venjingarhøli hjá Ergo- og fysioterapieindini í NBH.

Menning og eftirmeting av vælferðatøkni á eldraøkinum

Menning og eftirmeting av vælferðatøkni á eldraøkinum

Sum ein liður í arbeiðnum fyri at menna tænastuna og arbeiðsumstøðurnar á eldraøkinum, eru Norðoya Bú- og Heimatænasta og føroyska fyrtøkan TechCare farin í samstarv um verkætlan við atliti til vælferðatøkni á eldraøkinum.

Jóannes Norðberg Poulsen, sum er techno-antropologur og hevur royndir við vælferðatøkni á eldraøkinum, er settur í verkætlanarstarv í eitt hálvt ár, har hann saman við brúkarum, avvarðandi og starvsfólkum á eldraøkinum fer at kanna tørvin á vælferðatøkni innanfyri tænastuøkið hjá NBH. Síðani verður tøkni, sum TechCare mennir og framleiðir roynd í verki. Tað kann t.d. vera tøkni, ið kann staðfesta eitt fall, eld ella annað og tøkni til sporing umvegis GPS.

Vælferðatøkni fevnir um nógv ymisk hjálpartól, sum á ymsan hátt hava til endamáls at gera eldri borgarar meira sjálvhjálpnar og harvið eisini skapa fleiri møguleikar og øktan tryggleika fyri bæði brúkarar og avvarðandi, og hetta kann eitt nú vera við til at gera tað møguligt og trygt hjá eldri borgarum at verða búgvandi longri í egnum heimi.

Harumframt kann vælferðatøkni stuðla undir arbeiðið hjá starvsfólkum á eldraøkinum og hækka støðið á tænstunum til borgaran, bæði í heiminum og á bústovnum.

Samband kom í lag millum Jóannes Norðberg Poulsen og NBH á tiltakinum ”Kom og fanga okkum”, sum MFS skipaði fyri fyrr í ár, og verkætlanin er nú á byrjanarstøðinum, har Jóannes saman við starvsfólkunum hjá NBH fær innlit í arbeiðsuppgávurnar, og harvið eisini hvørjar avbjóðingar vælferðatøkni møguliga kann hjálpa ella stuðla undir við.

Verkætlanin er liður í visjónini hjá NBH, sum m.a. er at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni, umframt at raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, sum skulu finnast á eldraøkinum.

Nýggjur leiðari settur á Heiminum við Vágna

Nýggjur leiðari settur á Heiminum við Vágna

Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur sett Katrin Hansen í starv sum deildarleiðara á Heiminum við Vágna frá 1. juli 2018.

Katrin gjørdist sjúkrarøktarfrøðingur í 2005, og hevur starvast innan eldraøkið í fleiri ár. Hon hevur fjølbroyttar royndir í sjúkrarøkt, og hevur í síni yrkisleið eisini verið ein virkin partur av leiðsluarbeiði.

Í starvinum sum deildarleiðari verður Katrin ein týðandi partur av leiðslutoyminum hjá NBH. Hon kemur tískil at hava ein virknan leiklut í menningini av eldraøkinum í Norðoyggjum, til frama fyri bú- og starvsfólk.

Katrin skal harumframt tryggja, at búfólkini á Heiminum við Vágna fáa dygdargóða røkt og umsorgan í heimligum umhvørvi.

Vit ynskja Katrini hjartaliga til lukku, og bjóða henni vælkomnari í starv hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Norðoya Bú- og Heimatænasta luttekur á ráðstevnu fyri lesandi í Keypmannahavn

Norðoya Bú- og Heimatænasta luttekur á ráðstevnu fyri lesandi í Keypmannahavn

Við heitinum: “Kom og fanga okkum” varpar MFS – Meginfelag Froyska Studenta ljós á starvslestur og lestrarstørv.

Á ráðstevnuni verður møguleiki hjá tí lesandi at fanga føroyskar arbeiðsgevarar, soleiðis at møguligt samstarv kann samantvinna tey lesandi og føroysku stovnarnar.

Faklig menning hevur høga raðfesting fyri virksmið hjá NBH. Áhaldandi starvsfólkamenning og tætt samstarv við lesandi og næmingar er tí í dag ein týdningarmikil partur av dagliga virkseminum á økinum.

Eldraøkið eigur at vera í støðugari menning, og tí er tað eitt áhaldandi ynski, at ung lesandi kunnu geva Norðoyggjum íblástur, og vera við til at samskapa og menna tær loysnir, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

Heilt ítøkiliga kann NBH bjóða teimum lesandi spennandi feriustørv og samstarv um uppgávuskriving, og tí gleða vit okkum at hitta tey vitjandi á ráðstevnuni til eitt prát um starvsmøguleikar og samstarv um eitt nú uppgávuskriving og starvsvenjing.

Vøkur løta í umsorganarheiminum Gloria

Vøkur løta í umsorganarheiminum Gloria

Í dag var almenn móttøka í Umsorganarheiminum Gloria, har fyrstu búfólkini flyta inn mánadagin.

Síðan samkoman Soli Deo Gloria keypti bygningin á Stangavegnum fyri nógvum árum síðan, hevur ætlanin verið at lata upp umsorganarheim fyri fólki við víðfevnandi sosialum trupulleikum, og nú er tann dreymurin loksins vorðin veruleiki.

Eftir drúgt og áhaldandi arbeiði í mong ár, varð endaliga samstarvsavtalan millum stigtakararnar, Almannaverkið og Klaksvíkar kommunu beint fyri jól, og nú flyta fyrstu búfólkini inn.

Sjálvsognarstovnurin Soli Deo Gloria eigur og rekur umsorganarheimið við rakstrarstuðli frá Klaksvíkar kommunu og Almannaverkinum, sum í 2018 hava játtað ávíkavist 1,8 og 2 milliónir krónur.

Í samband við upplatingina bjóðaði Umsorganarheimið í dag til almenna móttøku, har landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrisformaður í NBH og Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini eldri og bústaðir, vóru millum røðararnar. Harumframt var vakur sangur og ábit á skránni.

Øll hugleiddu tey um stóra týdningin, Umsorganarheimið Gloria hevur og fær, bæði fyri búfólkini og fyri samfelagið sum heild, tí fjølbroytt bústaðartilboð, sum samanlagt nøkta tann fjølbroytta og skiftandi tørvin í samfelagnum, hava alstóran týdning fyri trivnaðin og vælferðina í føroyska samfelagnum.

Stórur áhugi fyri plássunum
Umsorganarheimið Gloria er bústaðartilboð við átta plássum. Fríbjørg Michaelsen er leiðari á heiminum, og afturat sær hevur hon eitt væl samansett og útbúgvið starvsfólkatoymi. Fleiri umsøkjarar hava longu víst plássunum áhuga, og fyrstu búfólkini flyta sum nevnt inn mánadagin 5. mars.

Fólk, ið ynskja búpláss á umsorganarheiminum, kunnu venda sær til Gloria á telefon 256507 ella avvarðandi heilsumyndugleika, fyri at fáa hjálp til umsókn.

Kelda: Klaksvik.fo

 

Norðoya Bú- og Heimatænasta raðfestir tíðarhóskandi bústaðatilboð á eldraøkinum

Norðoya Bú- og Heimatænasta raðfestir tíðarhóskandi bústaðatilboð á eldraøkinum

Seinastu dagarnar hevur bygginevndin í Norðoya Bú- og Heimatænastu verið á ferð Danmark og í Reykjavík. Hugt hevur verið eftir ymiskum sløgum av eldraplássum, sum eru tíðarhóskandi og nøkta tørvin hjá bæði brúkarum, avvarðandi og starvsfólkum.

Tørvurin á bústaðartilboðum á eldraøkinum er stórur. Tí kannar bygginevndin í Norðoya Bú- og Heimatænastu nú møguleikar fyri, hvussu tørvurin hjá so nógvum sum møguligt best kann nøktast.

Føroyska ferðaliðið hevur millum annað verið á vitjan á Fremtidens Plejehjem i Aalborg, sum er eitt nýtt røktarheim, ið hevur raðfest vælferðartøkni í síni bygging. Teirra royndir vísa, at sjálvræði hjá búfólkunum hevur stóra ávirkan á teirra trivnað, og her er vælferðartøknin eitt hent amboð, sigur Lars Nøhr, ið er stjóri á Fremtidens Plejehjem.

Í Reykjavík og í Danmark hava tey ymiskar bústaðarmøguleikar. At veita ymisk bústaðartilboð í mun til tørv, er nakað Marna E. Jensen, leiðari fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, heldur verða áhugavert.Eitt rák sum eisini sæst í Danmark og í Reykjavík er, at fleiri av búplássinum sameina bústaðar – og tænastutilboð, sum ger bústaðarumhvørvi áhugavert hjá øllum borgarum. Tankin um at samband er millum borgara og búfólk á hendan hátt kann styrkjast, er eisini nakað sum vit fara at taka við í okkara eftirmeting, sigur Marna E. Jensen.

Eisini Jógvan Skorheim, borgarstjóri vísir á, at tað hevur týdning, at vit fáa tíðarhóskandi bústaðartilboð, tí hevur tað verið áhugavert at sæð, hvussu okkara grannar skipað eldraøkið. Vit ynskja at fáa íblástur, men tað hevur sera stóran týdning fyri okkum, at loysnin vit velja er tillaga okkara heimligu viðurskifti, sigur Jógvan Skorheim.

Eftir ætlan kann gongd koma á byggingina seint í 2019.

Í bygginevndini eru Jógvan Skorheim, Hans Jákup Kallsberg, Tummas Eliasen, Heri Hammar, Marna E. Jensen, Sunnuva á Lakjuni, Hedvig Matras og Svend Sivertsen.