Dagtilhaldið letur upp í nýggjum hølum

Dagtilhaldið letur upp í nýggjum hølum

Dagtilhaldið, sum seinastu árini hevur verið á Heiminum við Vágna, flytur í morgin inn í nýggj høli á Stoksoyravegi 39. Umframt at staðsetingin verður nýggj, so hevur dagtilhaldið eisini fingið nýggja navnið: Dagtilhaldið Sóljan.

Navnið til Dagtilhaldið hevur verið umrøtt, og var størst undirtøka millum teirra, ið koma í dagtilhaldið, fyri navninum Dagtilhaldið Sóljan, sum eisini var navnið, áðrenn dagtilhaldið flutti inn á Heimið við Vágna.

Hugnaliga samveran í Dagtilhaldinum hevur seinastu árini fingið fleiri heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum at hittast til sosiala samveru, og nýggju hølini taka seg væl út og hóska væl til endamálið.

Til ber at kunna seg um virksemið hjá Dagtilhaldinum Sóljuni á heimasíðuni https://nbh.fo/tiltoek/

Sambýlið í Bøgøtu verður umskipað

Sambýlið í Bøgøtu verður umskipað

Seinnapartin í gjár fingu níggju starvsfólk hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu prógv í samband við skeiðsvirksemi í demenssjúkum. Skeiðsvirksemið er liður í at førleikamenna starvsfólk til umskipanina á Sambýlinum í Bøgøtu, sum framyvir verður karmur um búfólk, sum hava fingið staðfest demens.

Norðoya Bú- og Heimatænasta arbeiðir støðugt við at menna tíðarhóskandi tilboð til borgarar, sum hava fingið staðfest eina demenssjúku, og er hendan førleikamenningin ein liður í fyrireikingini til, at Sambýlið í Bøgøtu fer at hýsa borgarum, ið hava fingið staðfest demens.

Fleiri av starvsfólkunum á Sambýlinum í Bøgøtu hava drúgvar starvsroyndir, og kenna tískil eisini til tær avbjóðingar, sum koma fyri, tá demenssjúka rakar. Tó vóru allir skeiðsluttakararnir samdir í, at eitt tílíkt skeið hevur stóran týdning.

-Vit læra nógv nýtt, samstundis sum vit verða mint á, at arbeiðið, sum vit gera dagliga, er í tráð við tær vegleiðingar og krøv, sum verða sett til starvsfólk, ið arbeiða á økinum.
Umskipanin verður framd líðandi, og tí verður ein ávís skiftistíð, áðrenn Sambýlið í Bøgøtu kann kallast fyri eitt heim fyri borgarar, ið hava demens.

Norðoya Bú- og Heimatænasta ynskir skeiðsluttakarunum hjartaliga til lukku við próvnum.

Nýggjur deildarleiðari á Norðoya Ellis- og Vistarheimi

Nýggjur deildarleiðari á Norðoya Ellis- og Vistarheimi

Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur sett Wanju Petersen í starv sum deildarleiðara á Norðoya Ellis- og Vistarheimi.

Wanja hevur starvast innan eldraøkið í nógv ár. Hon gjørdist sjúkrarøktarfrøðingur í 1984, og hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir í sjúkrarøkt. Umframt at vera sjúkrarøktarfrøðingur, so hevur Wanja eisini diplomútbúgving í leiðslu, og hevur hon leiðsluroyndir bæði í Føroyum og í Grønlandi, har hon eisini hevur arbeitt í fimm ár.

Í starvinum skal Wanja tryggja, at búfólkini á Norðoya Ellis- og Vistarheimi fáa dygdargóða røkt og umsorgan í heimligum umhvørvi.

Harumframt verður Wanja ein týðandi partur av leiðslutoyminum hjá NBH, og kemur tískil at hava ein virknan leiklut í menningini av eldraøkinum í Norðoyggjum, til frama fyri bú- og starvsfólk.

Wanja tók við starvinum 4. november 2019.

Vit ynskja Wanju hjartaliga til lukku, og bjóða henni vælkomnari í starv hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy fingið íblástur frá NBH

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy fingið íblástur frá NBH

Seinnapartin í gjár vitjaði Stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy Norðoya Bú- og Heimatænastu. Endamálið við vitjanini var at fáa íblástur, hvussu NBH hevur skipað seg á eldraøkinum, og at deila hugskot millum eldrasamstørvini.

Jógvan Skorheim, stýrisformaður í NBH, bjóðaði vælkomin og greiddi í stuttum frá, at Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu ikki valdi at gera stórar broytingar á økinum, tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita. Stýrið setti sær fyri at nýta fyrstu tíðina til umfatandi og nágreiniligar kanningar av eldraøkinum, so haldgott grundarlag fekst fyri at leggja eina strategi fyri framtíðarvirksemið hjá NBH.

Strategiin, sum seinni gjørdist veruleiki sást eisini aftur í framløguni, sum Marna E. Jensen, stjóri, og Sunnuva á Lakjuni, fakligur samskipari, høvdu fyri gestunum. Sigast má, at gestirnir vóru ógvuliga hugtiknir av, hvussu væl eldraøkið í Norðoyggjum er skipað.

Nakað, sum kanska eyðkennir eldraøkið í Norðoyggjum er, at fakliga støðið verður raðfest høgt. Tí valdi man eisini, tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita, at seta ein fakligan samskipara í starv. Hetta varð serliga grundað á, at fleiri kompleksar sjúkur eru alsamt vaksandi, og at tað tí hevur stóran týdning, at starvsfólk áhaldandi verða ment til uppgávurnar soleiðis, at borgarin fær tænastur og tilboð á høgum støði.

Sunnuva á Lakjuni segði eisini í framløguni, at hóast talið á búplássum hjá NBH seinastu árini er minkað, so er tørvurin á búplássum minni nú, enn hann var, tá økið varð yvirtikið, og plássini vóru fleiri. Hetta er møguliga tí, at fleiri tilboð eru ment soleiðis, at møguleiki at búgva heima er blivin betri. Harumframt eru fleiri umlættingarpláss raðfest, og ongantíð áður hava so nógv eldri verið virkin í Ven og Virka, sum bæði skipar fyri visiteraðum venjingum fyri eldri eins og ókeypis tilboð um eginvenjing tvær ferðir um vikuna. Harumframt er samdøgurðsrehabilitering eisini ein tænasta, har ergo- og fysioterapeutar hava ein virknan leiklut.

Hetta er ein tilgongd, sum NBH framyvir eisini ynskir at raðfesta, tí nøgdsemiskanningin vísti eisini, at tey flestu eldru ynskja at búgva heima sum longst, tí verður eisini mett, at ein raðfesting av heimatænastuni er gongda leiðin.

Gestirnir úr Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy vitjaðu eisini á Heiminum við Vágna, á Sambýlinum á Heygnum og í Ven og Virka. Somuleiðis fingu tey høvi at heilsa uppá tey eldru, sum vóru komin til hugnaløtu í Smæruni, har tað er pensjónistafelagið Hugni, sum skipar fyri tiltøkum seinnapart týsdag.

Poul Havn, sum er raskur at møta upp til tiltøkini tók beinavegin munnharpuna fram og spældi eitt lag fyri gestunum, og hann nýtti eisini høvi at fortelja suðuroyingunum, tá ið hann fór á Jóansøku við motorsúkklu, og at siglitúrinin tá tók 8 tímar.

Tænastur í støðugari menning

Tænastur í støðugari menning

Sum liður í arbeiðnum fyri at menna tænastuna og arbeiðsumstøðurnar á eldraøkinum, fingu starvsfólk hjá NBH í gjár undirvísing í, hvussu starvsfólk kunnu brúka eina flytilyftir, sum í næstum verða settar upp á Heiminum við Vágna, Sambýlinum á Heygnum og á Røktarheiminum.

Síðani eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita, hevur NBH raðfest tætt samstarv millum eitt nú leiðslu og starvsfólk. Ergoterapeutarnir hjá NBH hava í eina tíð víst á, at flytilyftir kunnu gera stóran mun, tá ið talan er um flytistøður, sum m.a. gerast smidligari fyri borgaran, umframt at starvsfólkini fáa nógv betri arbeiðsumstøður.

– Hetta er avgjørt eitt stig rætta vegin, tá hugsað verður um tænastuna til borgaran og arbeiðsumstøðurnar hjá okkara starvsfólkum. Í ár hevur stýrið raðfest pening soleiðis, at 16 kømur kunnu gerast klár til flytilyftir, og í komandi ári verður eisini peningur settur av til enn fleiri flytilyftir. Málið er, at vit framyvir fara at hava møguleika at knýta flytilyftir í allar búeindirnar hjá NBH, sigur Jógvan Skorheim, formaður í NBH.

Tað er danski veitarin Guldmann, ið hevur nógv ár á baki, sum er veitari av hesari tøkni. Til undirvísingina í gjár vístu teir m.a. á, at fyritøkan hevur gjørt eitt stórt kanningararbeiði, ið staðfestir høgt nøgdsemi millum bæði brúkarar og starvsfólk.

Malan Steinhólm og Olivia Mikkelsen, ergoterapeutar í NBH, sum saman við leiðsluni hava arbeitt við hesum átakinum siga, at flytilyftirnar hava nógvar møguleikar, sum gólvlyftin ikki hevur. Eitt nú kann nýggja flytilyftin eisini brúkast tá búfólk, sum eru songjarliggjandi, skulu hava venjing ella røkt. Malan Steinhólm og Olivia Mikkelsen fegnast alsamt um hesa menningina og eru stoltar av, at NBH raðfestir hetta høgt.

Jóna Østerø sett í starv í samdøgursrehabiliteringini

Jóna Østerø sett í starv í samdøgursrehabiliteringini

Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur sett Jónu Østerø í starv sum sjúkrarøktarfrøðing í samdøgursrehabiliteringini á Sambýlinum á Heygnum. Jóna verður partur av einum tvørfakligum toymi, har hon saman við ergoterpeutum og fysioterapeutum hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu hevur ábyrgd av samdøgursrehabiliteringini.

Jóna Østerø, sum er kandidatur í sjúkrarøktarfrøði, fer í tøttum samstarvi við ergoterpeutar, fysioterapeutar og røktarstarvsfólkunum á Sambýlinum á Heygnum, at menna tilboðið um samdøgursrehabilitering. Endamálið er m.a. at stuðla fólkapensjónistinum at megna sín egna gerandisdag í tann mun tað ber til, soleiðis at borgarin aftur kann fáa eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív.

Samdøgursrehabilitering er skipað sum eitt døgntilboð, sum kann vara í nakrar vikur, men sum krevur, at borgarin eisini hevur eitt ynski um at endurvinna mistar førleikar.
Jóna Østerø er úr Klaksvík. Hon er sjúkrarøktarfrøðingur og hevur júst tikið kandidatsútbúgving í sjúkrarøktarfrøði. Í síni útbúgving hevur Jóna lagt dent á tann eldra medisinska sjúklingin/borgaran bæði innan sjúkrahúsverkið og í kommunalum høpi, og granskaði í hesum sambandi m.a. í NBH.

Jóna tók við starvinum 1. sep. 2019.

Norðoya Bú- og Heimatænasta ynskir Jónu vælkomnari og blíðan byr.

Ein rørdur borgarstjóri tók ímóti gávu frá Dagtilhaldinum

Ein rørdur borgarstjóri tók ímóti gávu frá Dagtilhaldinum

Seinnapartin í gjár fekk Dagtilhaldið á Heiminum við Vágna eina heilt serliga vitjan. Kristian Skorheim, sum einans er 11 dagar gamal, var boðin til seinnpartskaffi saman við mammu og pápa sínum, Vígdis og Jógvan Skorheim, tí ein heilt serlig gáva bíðaði Kristiani.

Tað var ikki ein sørt rørdur borgarstjóri, sum í gjár saman við konu síni Vígdis tók ímóti einum sera flottum bundnum teppi, sum heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum, sum hittast í Dagtilhaldinum, høvdu gjørt.

Hugskotið til gávuna kom, tá Thyra Frank, ráðharri í eldramálum fyrr í ár vitjaði á dagtilhaldinum saman við Jógvani Skorheim, borgarstjóra og stýrisformanni í NBH.

Thyra Frank var sera bergtikin av hondarbeiðinum, og hildu ídnu bindikonurnar, tá tær høvdu frætt at borgarstjórin skuldi gerast pápi fyri aðru ferð, at nýføddi sonurin skuldi fáa eitt líknandi teppi. Vanliga verður bundið úr restum, men til hesa serstaku gávu varð gjørt eyka burturúr, so teppi bleiv so bleytt og fjálgt sum til ber.

Í húgvu, hosum og fjálgum teppi fingu tey vitjaandi á dagtilhaldinum høvi til at ynskja Kristiani blíðan byr.