Nú ber til at vitja aftur sum vanligt á búeindunum

Nú ber til at vitja aftur sum vanligt á búeindunum

Nú fáir tilburðir eru av Koronu og tamarhald tykist vera á støðuni, ber aftur til at vitja á búeindunum í NBH sum vanligt. Tað vil siga, at talið av vitjandi ikki er avmarkað longur, men vitjaninar eru skipaðar eftir ávísum leisti og treytum.

Nærri kunning um núverandi mannagongd fyri vitjan á búeindunum sæst her.

Almennu tilmælini um sosiala samveru og reinføri eru sjálvandi altíð galdandi. Sí her.

Kunning um vitjan á búeindunum og tænastur/tilboð í NBH

Kunning um vitjan á búeindunum og tænastur/tilboð í NBH

Nú ber aftur til at vitja á búeindunum eftir ávísum leisti

Í sambandi við at fleiri tilburðir av smittu við koronuvirus vórðu staðfestir fyrst í august-mánaði, varð mett neyðugt at seta smittuverjuátøk í verk, sum m.a. høvdu við sær, at tað ikki var møguligt at vitja á búeindunum í NBH.

Nú tamarhaldið á smittuni tykist vera betri, hava eldraøkini í Føroyum í saman við Pál Weihe, yvirlækna, tikið ta støðu, at tvey avvarðandi hjá hvørjum búfólki aftur kunnu vitja á røktarheimum og eldrasambýlum. Hetta er galdandi frá mikudegnum 19. august 2020.  Sí, nærri kunning um vitjanina her.

Áheitan til avvarðandi um at lata seg kanna

Fyri at forða smittuni at koma inn á búeindirnar, fer NBH staðiliga at heita á avvarðandi um javnan at lata seg kanna fyri COVID-19, serliga áðrenn vitjað verður aftur fyrstu ferð. Kanningartíðirnar síggjast á heimasíðunum hjá teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum: www.ks.fowww.ls.fowww.ssh.fo.
Tað ber somuleiðis til at kanna seg hjá privatu fyritøkuni Thetis, sí vegleiðing her.
NBH fylgir kanningarskráum, ið eru gjørdar fyri starvsfólk, búfólk og heimabúgvandi borgarar við støði í heilsufakligum tilmælum á økinum. Hesar kanningar verða gjørdar í NBH.

Aðrar tænastur í NBH

Aðrar tænastur og tilboð í NBH, so sum Dagtilhaldið Sóljan og virksemið í Ven og Virka hava eisini verið skerd hesa tíðina og byrjað verður varisliga aftur í hesi og næstu viku.
Nærri kunning fæst undir hvørji tænastu sær, sí Tænastur.

Verður latið enn meiri upp?

Alt eftir, hvussu koronasmittan í samfelagnum háttar sær, verður latið enn meiri upp fyri vitjan á búeindunum og øðrum tænastum í NBH.

 

Eingin vitjan á búeindunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu

Eingin vitjan á búeindunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu

Nú fleiri tilburðir av smittu við koronuvirus eru staðfestir í landinum er neyðugt at seta smittuverjuátøk í verk, so smittan ikki rakar eldri borgarar og onnur, ið eru í vanda fyri at fáa eina álvarsliga sjúkugongd.

Hetta merkir m.a., at tað ikki verður møguligt at vitja á búeindunum í NBH til og við mikudagin 19. august 2020, tá nýggj støða verður tikin.

Felags mannagongd fyri vitjan á búeindum í Føroyum

Felags mannagongd fyri vitjan á búeindum í Føroyum

Eldraøkini í Føroyum hava gjørt felags mannagongd fyri vitjan á búeindum.

Frá 15. juni 2020 verður loyvt seks vitjandi at vera á vitjanarlistanum hjá hvørjum búfólki. Um ynski er um tað, ber til at skifta ein vitjandi út um vikuna.

Almennu tilráðingarnar um frástøðu og reinføri eru framhaldandi galdandi, og tí eru fysisku karmarnir og fermetratal m.a. avgerandi fyri, hvussu nógv kunnu vitja í senn á ymsu heimunum.

Nú landamørkini lata upp aftur, er vandin fyri smittuspjaðing øktur, og tí er somuleiðis neyðugt, at vitjandi framhaldandi lata seg skráseta, so tað ber til at spora møguliga smittu.

Fyri øll vitjandi, sum hava verið uttanlands ella koma úr útlandinum, og líkamikið um talan er um lond, sum myndugleikarnir hava latið upp fyri ella ikki, er hetta galdandi:

– Øll vitjandi, sum koma heim til Føroyar, verða biðin um at bíða við at vitja á ellis- og røktarheimunum/eldrasambýlum fyrstu 14 dagarnar eftir heimkomu

– Eru serligar grundir til, at vitjanin ikki kann bíða í 14 dagar, verður mælt til at bíða við at vitja á ellis- og røktarheimum/eldrasambýlum til 7. dagin aftan á heimkomu og at lata seg testa 6. dagin eftir, at ein er komin til landið

 

Starvsfólk á eldraøkinum kannað fyri COVID-19

Starvsfólk á eldraøkinum kannað fyri COVID-19

Í dag vórðu nøkur av starvsfólkunum hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu kannað fyri COVID-19. Kanningarnar verða gjørdar í samstarvi við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Pál Weihe, yvirlækna, og eru serliga ætlaðar teimum starvsfólkum, sum búgva saman við avvarðandi, ið eru í heimasóttarhaldi, t.d. makar ella onnur, ið starvast uttanlands ella eru uttanlands í lestrarørindum.

Fyri at verja eldru borgararnar og fyri at bøta um korini hjá starvsfólkunum hevur stýrisformaðurin fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, Jógvan Skorheim, eftir tilmæli frá leiðsluni í NBH og Pál Weihe, tikið avgerð um, at bjóða starvsfólkum í NBH at verða kannað fyri COVID-19.

– Eldri borgarar, sum NBH varðar av, eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, um teir verða smittaðir við COVID-19. Hetta eru starvsfólkini vitandi og óttafull um, og hava tí víst sera stórt umhugsni og stóra ábyrgd, har tey hava avmarkað síni sosialu sambond enn meira, enn mælt verður til.

– Vit fegnast um góðu gongdina í Føroyum, nú eingin tilburður av COVID-19 er staðfestur seinasta góða mánaðin. Tó er framvegis vandi fyri, at smittan kemur aftur til Føroyar úr útlondum. Hetta er orsøkin til, at avgerð er tikin um, at bjóða starvsfólkum í NBH at verða kannað fyri COVID-19, sigur Jógvan Skorheim.

Tilboðið skal síggjast sum eitt ískoyti til kanningarmøguleikarnar umvegis kommunulæknaskipanina, har fólk við sjúkueyðkennum kunnu venda sær.

Eisini er tilboðið til borgarar, sum fáa tænastur frá NBH, og sum ikki hava sjúkueyðkenni, men hava samband við avvarðandi, ið skulu í heimauppihald. Hesir borgarar kunnu venda sær til avvarðandi deildarleiðarar.

Eldraøkið upp í ferð

Eldraøkið upp í ferð

Tá Føroyar um miðjan mars mánað fór niður í ferð fyri at forða fyri, at COVID-19- smittan verður spjadd, hevði tað eisini við sær, at øll fyriskipað felags tiltøk fyri eldri borgarar, sum eldratænasturnar vanliga veita, vórðu avlýst, og bústovnar vórðu stongdir fyri allari vitjan.

Nú smittutrýstið í samfelagnum er minkað munandi, fara eldraøkini, eins og samfelagið annars, varisliga at økja virksemið aftur. Kommunufelagið hevur tí, saman við teimum 8 eindunum, sum umsita eldraøkið, gjørt tilmæli um, hvussu hetta kann fara fram.

Tilmælini vísa á, hvussu virksemið á eldraøkjunum/heimatænastunum kann setast í verk aftur. Grundarlagið er verandi støða, nú tamarhald er á smittuni við COVID-19. Broytist smittutrýstið, og tamarhald ikki longur er á smittuvegunum, verður neyðugt at herða átøkini aftur.

Mælt verður til, at átøk og tænastur stig fyri stig og varisliga verða sett í verk aftur eftir einum skipaðum leisti, har atlit verður havt at almennu leiðreglunum um sosialan atburð og reinføri.

Tilmælini eru í stuttum at:

  • Lata upp aftur fyri, at næstu avvarðandi aftur kunnu vitja búfólk á røktarheimum og sambýlum. Í fyrstani er neyðugt bert at loyva heilt fáum, og teimum somu avvarðandi at vitja.
    Somuleiðis verður møguligt hjá búfólki at fara av heiminum við avvarðandi, treytað av at tey í fyrstu atløgu bert eru saman við hesum somu avvarðandi.
  • Persónligar tænastur til búfólk, so sum fótarøkt, tannrøkt, hárfríðkan o.a. kunnu byrja aftur varisliga. Hvussu hetta verður gjørt, verður ymiskt frá øki til øki, tí umstøðurnar at skipa hesar tænastur eru ymiskar. Tað ræður um at fylgja almennu leiðreglunum um sosialan atburð, handreinføri, reingerð og eisini verndarútgerð, tá tað er neyðugt.
  • Talið av borgarum til umlætting kann við tíðini økjast stigvíst, treytað av at virksemið verður skipað, soleiðis at pláss er fyri at fylgja almennu tilmælunum um frástøðu.
  • Fyribyrgjandi tænastur, so sum venjing, rehabilitering og samdøgursrehabilitering, sum kunnu stimbra likamligu og sálarligu heilsuna og betra trivnaðin, verða varisliga veittar aftur eftir skipaðum leisti, ið tekur atlit til áhaldandi at forða fyri smittu. Somuleiðis verður flutningur skipaður til hesar tænastur.
  • Visiterað dagtilboð kunnu stigvíst byrja aftur, í tann mun fysisku karmarnir og starvsfólkatilfeingið loyva tí. Hetta verður gjørt soleiðis, at borgarar við størstum tørvi fyrst fáa tænastuna í boði.
    Opin tilboð um dagtilhald, frítíðarvirksemi, venjingar o.a. kunnu, har tað ber til, verða skipað sum visiterað tilboð.
  • Fyribyrgjandi heimavitjanir kunnu byrja aftur. Eisini her verða teir borgarar raðfestir fremst, ið vantandi hava størstan tørv á tænastum frá heimatænastuni/eldratænastuni.
  • Mælt verður til heilt at bíða við øllum virksemi inni á búeindunum, sum krevur, at onnur fólk koma inn á heimini, so sum andaktum, barnagarðsvitjanum, vitjanarvinum, framførslum o.a. Hesi tiltøk kunnu framhaldandi verða skipað uttandura.

 

Um 14 dagar er ætlanin at meta um, hvørt ráðiligt er at víðka enn meira um tænastur og vitjanir.

Føroyar er helst millum einastu samfeløg í heiminum, har tað hevur eydnast at hildið koronasmittuni frá eldraøkinum; men hetta hevur bert eydnast, tí avvarðandi hava víst neyðugt fyrivarni, og tí at starvsfólk hava víst neyðugan professionellan hugburð. Vón okkara er, at somu fyrivarni og sami professionelli hugburður fara at vera til staðar, nú eldraøkið varliga letur upp aftur.

Eldraøkið letur varliga upp

Eldraøkið letur varliga upp

Líkt er til, at tey eldru í næstum kunnu fáa vitjan og ein meira innihaldsríkan gerandisdag, tá ið nú eldraøkið varliga verður latið upp.

Norðoya Bú- og Heimatænasta er, í tøttum samstarvi við Koronaráðgevingina og hinum eldrasamstørvunum, í gongd við at samskipa, hvussu eldraøkið stigvíst kann latast upp aftur.

Somuleiðis verður ætlan løgd fyri umlættingum, samdøgurðsrehabiliteringum, venjingum og dagtilboðum annars.

Nærri verður at frætta um hetta eftir 8. mai.

Útikonsert á Heiminum við Vágna

Útikonsert á Heiminum við Vágna

Búfólkini á Heiminum við Vágna fingu eina heilt serliga uppliving fyrrapartin í gjár, tá ið Hallur Joensen framførdi nøkur løg fyri teimum, sum í hesum døgum eru serliga hart rakt av korona-støðuni, nú møguleiki ikki er fyri, at fáa vitjan frá sínum avvarðandi.

Útikonsertin var skipað í samstarvi millum Hall Joensen og Góðan morgun Føroyar (GMF), sum eisni var framvið og tosaði við Hall, Katrina Hansen, deildarleiðara á Heiminum við Vágna, og Turið Fuglø, sum er búsitandi á heiminum.

Hallur Joensen greiddi frá í GMF sendingini, at endamálið við framførsluni var at geva búfólkunum eina heilt serliga uppliving, og tað var Turið Fuglø ógvuliga fegin um. Turið segði m.a,. at hon næstan fór at dansa, meðan hon sang til góðu tónarnar hjá Halli. Turið greiddi somuleiðis frá, at hóast íkomna korona-støðan er tung, so er tað fantastikst at kenna, at starvsfólkini eru so fitt.

Fleiri av búfólkunum vóru komin út at njóta fagra veðrið og góðu tónarnar frá Halli, og tey, sum ikki hattaðu sær útum, høvdu sett seg tætt við vindeyguni, soleiðis at tey eisini kundu lýða á.

Samrøðan frá Heiminum við Vágna í GMF kann hoyrast við at trýsta á leinkjuna her.

NBH – kanst tú hjálpa okkum?

NBH – kanst tú hjálpa okkum?

Orsaka av serligu umstøðunum, nú Koronavirus ger um seg, hava vit brúk fyri tínari hjálp.

Ert tú lesandi innan heilsufakliga økið ella fyrrverandi starvsfólk vilja vit fegin hoyra frá tær.

Somuleiðis hava vit tørv á hjálp til køksarbeiði og reingerð, og vilja vit fegin hoyra frá fólki, sum kunnu hjálpa á hesum økjum.

Um tú kanst hjálpa okkum ert tú vælkomin at skriva ein teldupost á: nbh@nbh.fo