MieBeth 100 ár

MieBeth 100 ár

MieBeth hevur í dag hátíðarhildið sín 100 ára føðingardag. Hópin av fólki vóru komin at heiðra MieBeth á hesum heilt serliga degi, sum familjan segði seg hava bíðað eftir tey seinastu tvey árini.

Føðingardagurin varð hildin í virkishúsinum Smæran. MieBeth hevur í mong ár búð á Sambýlinum á Heygnum. Hon var nevnliga ein av teimum fyrstu, sum búsetti seg á sambylinum, tá heimið lat upp.

Sólgerð Vang, deildarleiðari á Sambýlinum á Heygnum, bjóðaði vælkomin og harumframt hildu Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu, røður.
Millum gestirnar var eisini Jógvan Fríðriksson, bispur, sum í hesum høpi mintist aftur á løtur, tá hann sum prestur plagdi at búgva hjá MieBeth úti í Fugloy, tá hann var búsitandi á Viðareiði og virkaði sum prestur m.a. í Fugloy.
Røður og sangur settu ein heilt serligan dám á hátíðarløtuna. Eyðsýnt varð eisini, at MieBeth gjørdist bilsin og glað, tá ríkisumboðið kom við einari heilsan frá Drotning Margrethu.
Niðanfyri endurgeva vit røðuna hjá Jógvani Skorheim, borgarstjóra og stýrisformanni í Norðoya Bú- og Heimatænastu:

***

Góða Miebeth
Tað er mær ein sera stórur heiður at bera tygum eina heilsan á tygara 100 ára føðingardegi.
Orsøkin, til at eg sleppi at bera tygum hesa heilsan, er tann, at eg eri formaður í stýrinum fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, sum hevur ábyrgdina av eldratænastunum í Norðoyggjum.
Men vit bæði hava nakað meir enn hetta til felags, tí vit bæði eru nevniliga bæði tvey sannførd sjálvstýrisfólk, og tað ger tað bara enn hugaligari fyri meg at halda talu fyri tygum.

Góða Miebeth
Hetta er ein stórur og heilt serligur dagur, tí tað er ikki á hvørjum degi, at ein 100 ára føðingardagur verður hildin.
Bíblian sigur, at “lív okkara varir 70 ár – ella 80 ár, tá ið styrkin er nógv”, so vit kunnu í dag staðfesta, at HARRIN hevur givið tygum nógva styrki, tí tygum hava nátt sonnum kempualdri.
Sjálvur eri eg einans 36 ár, so tygum hava livað umleið 3 ferðir tað, sum eg havi livað, og tygara royndir og lívsvísdómur er sjálvsagt eisini fleiri ferðir størri enn mín.

Eg kann bara ímynda mær, hvussu nógv ymiskt tygum hava upplivað í hesi 100 árini, og hvussu nógv er broytt síðani 1919, tá ið fyrru veraldarbardagi júst var liðugur.
Tað er so ómetaliga nógv, sum er komið, síðan tygum vóru smágenta úti í Fugloy.
Telefonin, elektrisitetið, ljós, sentralvarmi, vaskimaskina, komfýrur, vegir, bilar, teldur, fartelefonir o.s.fr.

At vera vaksin upp á Fugloynni er eisini nakað heilt serligt, tí hendan vakra oyggj okkara, liggur jú so avsíðis, og hetta hevur kravt nakað eyka av tykkum, sum har búðu og virkaðu. At klára seg sjálvan og at geva sítt íkast til samfelagið og at koma hvørjum øðrum til hjálpar, tá ið tørvur var á tí.
Vit kenna jú eisini nógvar persónar av Fugloynni, sum hava givið hesum samfelag nógv. Ikki minst eru tað nógvir fugloyingar, sum hava verið og eru partur av tí menning, sum Klaksvík hevur verið fyri.
Í dag er íbúgvaratalið á Fugloynni ikki so stórt, men oyggin er hinvegin blivin ein forkunnug oyggj, ikki minst í sambandi við ferðavinnuna.

Tygum eru fødd á Kirkju í 1919 um sama mundið sum 11 mans á Hestoynni sjólótust, sum vit eisini minnast í hesum døgum, og sum vit hoyrdu um í útvarpinum í dag.
Tygum vita sjálvandi nógv betur enn eg, at soleiðis er lívið. Tað bjóðar okkum bæði gaman og álvara, bæði gleði og sorg – tá er gott at eiga Hann at fara til, sum øllum valdar, og sum ikki blundar og ikki svevur.

Tað er so nógv, vit ikki kunnu gera nakað við, men tað er tó eitt, vit hava ávirkan á, og tað er, hvussu vit sjálvi hugsa, hvat vit siga og hvussu vit eru ímóti øðrum menniskjum.
Tygum vóru millum tey fyrstu, sum í 2003 fluttu inn her á Sambýlið á Heygnum, tá ið tað lat upp fyri fyrstu ferð, so tygum eru væl kend her millum starvsfólkini og hini búfólkini.
Eg veit frá teimum, sum starvast her á sambýlinum, at tygum eru ein serliga virðiliga kvinna, og tí hava starvsfólkini og leiðslan her ómetaliga stóra virðing fyri tygum.
Tygum hava sjálvandi upplivað og verið saman við nógvum ymiskum fólkum í ymiskum umstøðum, men tey hava sagt mær frá, at tygum hava tann framúr góða eginleika, at tygum behandla øll menniskju líka, uttan mun til, hvørji tey eru, ella hvussu tey eru fyri.
Víðari siga tey fyri mær, at tygum eru lítillátin, fyrimyndarlig og fitt – tað er ikki eiti á skoðsmáli at fáa, og eg eri glaður fyri at sleppa at bera tygum hesa uppibornu heilsan.

Góða Miebeth
Eg ynski tygum hjartaliga tillukku við 100 ára føðingardegnum.
Takk fyri tað góðu fyrimynd, sum tygum eru fyri okkum onnur.
Harrin signi tygum
Hjartaliga til lukku.

***

Ungir skúlanæmingar hugna um búfólkini á bústovnunum í býnum

Ungir skúlanæmingar hugna um búfólkini á bústovnunum í býnum

Samstarv er komið í lag ímillum Norðoya Bú- og Heimatænastu og skúlanæmingar á Skúlatrøð, sum í næstum fara at vitja á øllum bústovnunum, har tey fara at lesa fyri teimum eldru.

Í farnu viku vóru næmingar á Skúlatrøð til undirvísing í Búðatrøð, sum er dagtilhald fyri heimabúgvandi borgarar í Norðoyggjum, sum hava fingið staðfest eina demenssjúku. Burna Hentze, sum starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur, og Ingrid Heinesen, sum starvast sum heilsurøktari á dagtilhaldinum, undirvístu næmingunum í, hvussu tey á besta hátt kunnu møta teimum eldru, tá ið tey í næstum fara á vitjan. Í hesum sambandi framførdu tær ein stuttan skemtileik, sum gav eina góða mynd av støðum, sum næmingarnir møguliga koma at uppliva.

Marna E. Jensen sigur, at endamálið við hesum átakinum m.a. er, at koma nærri visjónini hjá NBH, sum er at bjóða eldru borgarunum fjølbroytt tilboð. NBH hevur tveir samskaparar í starvi, sum hava til uppgávu at geva borgarum, sum búgva á bústovni, ein innihaldsríkan gerandisdag. Marna E. Jensen sigur, at hetta átakið avgjørt fer at stuðla undir virksemið, sum longu er, og leggur afturat, at nøkur av búfólkunum av og á eisini fáa vitjan av børnum á dagstovnaøkinum.

Ungu genturnar, sum vóru møttar til undirvísing hendan dagin, søgdu seg allar vera spentar til uppgávuna, og hildu, at tað heilt sikkurt fór at vera spennandi og læruríkt. Bæði í mun til at menna lesiførleikan, men eisini at fáa góðan lærdóm, hvussu vit eiga at vera saman við eldri, sum m.a. at hava fingið staðfest demenssjúku.

Skipað verður fyri upplestri aðru hvørja viku, tá tveir næmingar saman vitja á ymisku bústovnunum.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Hannilena Jacobsen er sett í starv sum kost- og føðslustarvsfólk á Heiminum við Vágna

Hannilena Jacobsen er sett í starv sum kost- og føðslustarvsfólk á Heiminum við Vágna

Starvið, sum kost- og føðslustarvsfólk er nýtt starv, og er ein liður í einari nýggjari tilgongd, har matarskipanin verður miðsavnað í einum nýggjum køki, sum er ætlaður endamálinum um, at góðskutryggja matarskipanina á Heiminum við Vágna.

Hennilena Jacobsen hevur drúgvar royndir sum kost- og føðslustarvsfólk. Hon varð útlærd í 1977 og hevur starvast innan økið líka síðan. Hennilena Jacobsen hevur roynt nógv ymiskt á síni starvsleið, men hetta starvið verður heilt serstakt, sigur hon.

-Tað er sera spennandi, at fáa møguleika at vera við í hesi tilgongdini frá byrjan. Eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at maturin verður gjørdur á staðnum. Tú fært fylgt neyvt við tørvinum, sum kann vera sera ymiskur hjá búfólkunum. Tí fari eg at brúka fyrstu tíðina til at kunna meg um tørvin hjá búfólkunum. Hannilena Jacobsen leggur afturat, at góðu umstøðurnar gera tað eisini møguligt at gera matin frá grundini, og tað er avgjørt við til at tryggja góðskuna.

Katrin Hansen, deildarleiðari á Heiminum við Vágna, fegnast eisini um broytingina, sum nú verður framd. Røktarstarvsfólkini, sum áður hava tikið sær av hesi uppgávuni, kunnu nú í størri mun hugsavna seg um røktaruppgávuna og samstundis vera vís í, at búfólkini fáa rættan heilsukost, sum verður lagaður til tørvin hjá hvørjum einstakum búfólki.

24 búfólk eru á Heiminum við Vágna. Harumframt eru 8-10 borgarar tilknýttir dagtilhaldinum, Búðatrøð. Somuleiðis koma nakrir borgarar, ið eru knýttir at dagtilhaldinum, til døgurða hvønn mikudag á Heiminum við Vágna.

Síðsta arbeiðið verður nú gjørt, og væntast nýggja umskipanin klár fyrst í marts 2019.

Væleydnað skeið innan flyting, siti- og liggistøður

Væleydnað skeið innan flyting, siti- og liggistøður

Í seinastu viku skipaðu ergo- og fysioterapeutarnir hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu fyri skeiðið, har umleið 120 skeiðsluttakarar luttóku. Har ímillum røktarstarvsfólk hjá NBH, ergo- og fysioterapeutar í Roðanum, Nánd og KS. Eisini vóru nakrir ansarar við á skeiðnum.

Endamálið við skeiðnum var at geva starvsfólkunum vitan og førleikar um nýtslu av ávísum hjálpartólum, sum kunnu lætta um arbeiði og byrgja fyri arbeiðsskaðum.

-Mær dámar væl, at vit javnan fáa dagført okkara vitan. Nýggjar loysnir, í mun til hvussu vit tryggja okkum, at brúkarin fær bestu hjálpina, verða allatíðina mentar, og tí haldi eg avgjørt at hetta hevur verið eitt gott skeið, sigur Súsanna Danielsen, sjúkrarøktarfrøðingur í Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Skeiðið var ein dagføring í vitan og førleikum innan flyting, siti- og liggistøður. Hetta fevndi um undirvísing og venjing í nýtslu av hjálpartólum sum glíðiløk, snaritorni, amboð til stuðulssokkar, koyristólum og røktarsong.

Malan Steinhólm, ergoterapeutur, sum er ein av fyriskiparunum av skeiðinum sigur, at tað hevur stóran týdning, at brúkarin fær eina kenslu av, at hjálparamboðini eru ein hjálp til dagliga arbeiðið. Somuleiðis hevur tað týdning, at okkara starvsfólk fáa neyðuga kunning í mun til, hvussu tey kunnu tryggja sína arbeiðsstøðu, soleiðis at røktin verður væleydnað fyri báðar partar.

 

Thyra Frank vitjar Norðoya Bú- og Heimatænastu

Thyra Frank vitjar Norðoya Bú- og Heimatænastu

Danski ráðharrin fyri eldraøkið í Danmark, Thyra Frank, hevur í dag vitjað Heimið við Vágna, venjingarhølið hjá ergo- og fysioterapeutunum í Ven og Virka og Smæruna.

Vitjanin í Klaksvík í dag var ein partur av almennu vitjanini, har ráðharrin í døgunum 5. – 6. er á vitjan hjá landsstýriskvinnuni Eyðgunn Samuelsen.

Jógvan Skroheim, stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) og borgarstjóri í Klaksvík, var saman við stjóranum í NBH, Marnu E. Jensen, vertur fyri vitjanini.

Bjóðað var vælkomin á Heiminum við Vágna, har starvsfólk og búfólk tóku væl ímóti ferðalagnum.

Thyra Frank er best kend fyri sín leiklut, sum kvinnan aftanfyri heimið, Lotte, har lívsáskoðanin var, at lívið skuldi livast alt lívið. Seinni er Thyra Frank vorðin ráðharri fyri eldraøkið í Danmark.

Endamálið við vitjanini var vitanardeiling. Jógvan Skorheim, stýrisformaður í NBH sigur, at hann gleðist um vitjanina, og heldur avgjørt, at eldraøkið í Norðoyggjum hevur nakað at bjóðað uppá.

Hesum var Thyra Frank samd í. Hon segði m.a., at tað var hjartanemandi at koma inn á Heimið við Vágna, tí hon merkti nærveruna hjá starvsfólkunum, og hetta sást eisini aftur hjá búfólkunum.

Ráðharrin tók sær góðir stundir at heilsa uppá búfólkini, og hon gjørdist ikki sørt bilsin og rørd, tá búfólkini sungu ”Sildavalsin” fyri henni.

Vitjað var eisini í Ven og Virka, har ráðharrin varð móttikin við opnum ørmun. Hon heilsaði uppá allar fólkapensjónistarnar, sum vóru møttir til eginvenjing. Seinni var bjóðað til kaffi í Virkishúsinum Smæran, har ein trio framførdi nøkur løg. Vitjanin var sera væl eydnað, so mikið, at Thyra Frank til seinast varð bjóðað uppá gólv.

Marna E. Jensen fegnast somuleiðis um vitjanina.
-Sjálvandi eru vit errin, tá onnur ynskja at fáa innlit í, hvussu vit skipa eldraøkið, men tað, sum eg fegnist allarmest um er, at ráðharrin fer avstað aftur við einari kenslu av, at nærvera er nakað, sum myndar eldraøkið í Norðoyggjum.

 

 

 

 

 

 

Tilsamans 395 ár í trúfastari tænastu

Tilsamans 395 ár í trúfastari tænastu

Seinastu tvey árini hevur verið siðvenja hjá bæði Klaksvíkar Kommunu og Norðoya Búð- og Heimatænastu at skipa fyri jólahaldi fyri starvsfólkunum. Fyri fyrstu ferð í ár, varð jólahaldið skipað sum eitt felags jólatiltak, har starvsfólk, ið hava havt rundan starvsdag í 2018, eisini vórðu heiðraði.

Til hátíðarløtuna handaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Marna Ellingsgaard Jensen, stjóri í NBH, starvsfólkunum eitt blómutyssi og eitt gávukort.

Í síni takkarrøðu til starvsfólkini, segði Jógvan Skorheim millum annað soleiðis:

”Í tykkara gerandisdegi syrgja tit hvør í sínum lag fyri, at øll í Klaksvíkar kommunu kunnu hava eitt gott, trygt og innihaldsríkt lív. Tit koma í samband við tey yngstu, áðrenn tey hava hildið sín allar fyrsta føðingardag.

Tit fylgja og tæna teimum allan vegin inn í aldurdómin og deila teirra løtur við gleði og sorg. Samanlagt fylgja tit okkara borgarum heilt bókstaviliga úr vøggu í grøv. Tit syrgja eisini fyri, at vit kunnu ganga og koyra trygt í ferðsluni, at vit fáa reint vatn úr krananum og at vit sleppa av við okkara rusk. Tað er eisini tykkum at takka fyri, at vit í frítíðini kunnu hugna okkum við ymiskum mennandi og heilsufremjandi tilboðum og tiltøkum.

Tilsamans veita tit øllum borgarunum í okkara kommunu eina ótrúliga umfatandi, breiða og góða tænastu.”

Tey, ið vóru heiðra, vóru hesi:

10 ára starvsdag

Apollonia Syderbø

Ella Norðoy

Eyðbjørg Magnusson

Malena Hejnessen

Per Johannessen

Vígdis Biskupstøð

Jóngerð Sørensen

Cathrine Steinberg

Gert Wolff-jensen

20 ára starvsdag

Omi Joensen

Frida Marsten

Winnie Fuglø

Lis Sólsker

Malan Jacobsen

Marianna Anthoniussen

Rutt Norðoy Joensen

Líggjas Hansen

Hans Hjalti Skaale

25 ára starvsdag

Mna Bjartalíð

Jákup Joensen

30 ára starvsdag

Thora Hansen

Sigrid Fredriksberg

Kristoffur Olsen

Finnur Sigurðsson

Eldraráðið bjóðar til jólahugna við søtum til góman og heilan

Eldraráðið bjóðar til jólahugna við søtum til góman og heilan

Eldraráðið í Norðoyggjum bjóðar øllum 60+ til Jólahugnaløtu í Smæruni, leygardagin 24. november kl. 15.

Sum vant bjóðar Eldraráðið í Norðoyggjum aftur í ár til jólahugna, og skráin inniheldur sum vant nógv lekkurt og spennandi til likam og sinn.

Á tiltakinum fáa vit eitt serstakt og áhugavert innlit í lívið og verkini hjá Søren Kierkegaard, sum framvegis eigur pláss í heimssøguni sum ein av fremstu og mest víðagitnu heimspekingum. Hetta verður við fyrilestri, har Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki fer at greiða frá Kierkegaard, sum í sínum skaldskapi fokuseraði nógv uppá lívsins mongu síður, stig og innihald í sær sjálvum.

Sum lærari og ikki minst gjøgnum útvarpssendingarnar ”Filosoffarnir” hevur Jógvan D. Hansen gjøgnum nógv ár givið føroyingum innlit í mongu og fjølbroyttu filosofisku greinarnar, sum uppá so nógvar mátar eisini mynda lívið og gerandisdagin hjá okkum øllum, kanska enntá uttan, at vit yvirhøvur varnast tað.

Umframt fyrilesturin fevnir skráin eisini um hugnaligan jólasang, har Herdis Klein og Absalon Østerø syngja og spæla fyri, og so verður borðreitt við ymiskum lekrum jólaligum til góman. Tríggjar mandlugávur verða eisini latnar hepnum vinnarum.

Øll í aldrinum 60+ í Norðoyggjum eru hjartaliga vælkomin til tiltakið. Tað er ókeypis og verður sum nevnt hildið í Smæruni, leygardagin 24. november kl. 15. Í samband við tiltakið bjóðar Eldraráðið ókeypis flutning til tey, sum eru búsitandi norðanfyri.

Nýggjur deildarleiðari í Sambýlinum í Bøgøtu

Nýggjur deildarleiðari í Sambýlinum í Bøgøtu

Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur sett Meibritt W. Djurhuus í starv sum deildarleiðara í Sambýlinum í Bøgøtu frá 19. november 2018.

Meibritt, sum er sjúkrarøktarfrøðingur, hevur áður verið varadeildarleiðari á Norðoya Røktarheimi og virkandi deildarleiðari á Sambýlinum á Heygnum.

Í starvinum sum deildarleiðari fær Meibritt ein týðandi leiklut við at virka fyri at búfólkini í Sambýlinum í Bøgøtu fáa dygdargóða røkt og umsorgan í heimligum umhvørvi.

Harumframt verður Meibritt partur av leiðslutoyminum hjá NBH. Hon kemur tískil at hava ein virknan leiklut í menningini av eldraøkinum í Norðoyggjum, til frama fyri bú- og starvsfólk.

Vit ynskja Meibritt hjartaliga til lukku við nýggja starvinum.

Virkin eldri seta sín dám á býarmyndina

Virkin eldri seta sín dám á býarmyndina

”Virkin eldri” er vorðið eitt afturvendandi og vælkent hugtak, og sæst tað aftur í býarmyndini, at fólkapensjónistar í Norðoyggjum hava fjølbroyttar møguleikar, tá ið tað kemur til hugna, venjing og samveru.

Alex Sólstein er ein av teimum 40-50 pensjónistunum, sum dúgliga møta til eginvenjing í venjingarhølunum hjá Ven og virka á Kjalarvegnum.

Venjingarhølini eru opin hvønn týsdag og hósdag kl. 9 – 12, og eftir venjingina er altíð ein kaffimunnur at fáa í Smæruni. Hendan hugnaliga samveran eftir venjing hevur stóran týdning fyri hugin, ásannar fyrrverandi skúlastjórin.

– Eg føli so avgjørt væl, at venjingin er heilsufremjandi fyri meg, og eg eri altíð glaður fyri kensluna í kroppinum, tá eg havi rørt meg eitt sindur. Men eg má eisini viðganga, at kaffimunnurin og hugnaligu prátini, sum eru í Smæruni eftir venjingina, gera hugin at koma til eginvenjing enn betur, sigur Alex Sólstein við einum smíli. Tað er brúkararáðið fyri virkishúsið Smæruna, sum sjálvboðin skipa fyri kaffimunninum.

Eginvenjingin er eitt tilboð hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, men tað eru tey eldru sjálvi, sum stýra venjingini. Hóast starvsfólkini hjá NBH eisini eru til staðar og til reiðar at vegleiða teimum, sum koma til eginvenjing, so eru eldru borgararnir sjálvir óførir at leggja hvørjum øðrum lag á. Umframt at vera tøk til vegleiðing, standa hesi starvsfólkini eisini fyri ergo- og fysioterapi tænastuni hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Gerda Arge kennir eisini væl til hetta, at hugni og samvera hevur stóran týdning fyri hugin til at fara til venjing. Hon er fastur gestur í Svimjihøllini, tá eldrasvimjing er á skránni har hvønn leygarmorgun. Vanliga møta eini 20 – 30 fólk til eldrasvimjing, og eisini her verður hugnin og samveran sett í hásæti.

– Vit svimja, drekka kaffi, njóta góðu umstøðurnar í svimjihøllini og geva okkum góða tíð til sauna. Tað kennist fyribyrgjandi, tá hørðu strálurnar í baðilandinum mýkja vøddarnar, og tí eru vit eisini sera spent til nýggi vælverudepilin opnar, sigur Gerda, sum viðmælir øðrum at royna tilboðið.

Endaleysir møguleikar
Eginvenjingin í Ven og virka og eldrasvimjingin í Klaksvíkar svimjihøll eru bert tvey dømi um møguleikarnar fyri einum virknum aldurdómi. Umframt tilboðini og tænasturnar, sum Norðoya Bú- og Heimatænasta veitir, er eisini ein ørgrynna av øðrum tiltøkum og tilboðum til eldri.

Til dømis hava Klaksvíkar kvøldskúli og Handarbeiðsskúlin fyri stuttum kunngjørt vetrarskránna, har fleiri serlig tilboð eru ætlað eldri borgarum, og harumframt eru eisini fleiri afturvendandi tiltøk í Norðoyggjum, sum nógv eldri vitja og brúka javnan. Til ber at kunna seg nærri um nøkur av mongu tilboðunum her.

Um eginvenjing og eldrasvimjing
Eginvenjing er eitt ókeypis tilboð, sum Norðoya Bú- og Heimatænasta veitir øllum fólkapensjónistum í Norðoyggjum. Eginvenjingin fer fram í Ven og virka á Kjalarvegi 48, týsdagar og hósdagar kl. 9 – 12 (halgidagar og frídagar undantiknir).

Eldrasvimjing er tilboð í Klaksvíkar svimjihøll hvønn leygarmorgun kl. 9 – 10. Í hesum tíðarskeiði er svimjihøllin bert opin fyri pensjónistum, men til ber eisini at svimja, tá svimjihøllin annars er opin fyri almenninginum.

Atgongd til svimjihøllina kostar 20 kr fyri fólkapensjónistar, og til ber eisini at keypa sær 20- ella 10-túrakort til pensjónistar fyri ávíkavist 350 ella 190 kr.

Emma Jacobsen 100 ár

Emma Jacobsen 100 ár

Emma Jacobsen hevur í dag hátíðarhildið sín 100 ára føðingardag. Hópin av fólki vóru komin at heiðra Emmu á hesum heilt serliga degi.

Føðingardagurin varð hildin í hølum á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Emma hevur seinastu árini búð á Norðoya Røktarheimi, sum er staðsett við síðuna av Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Monika Ziska, deildarleiðari á Norðoya Røktarheimi bjóðaði vælkomin og harumframt hildu Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum og Jógvan Skorheim, borgarstjóri røður.

Millum gestirnar var eisini Aksel W. Johannesen, løgmaður, sum í hesum høpi mintist aftur á gamlar dagar í Búðunum, har hann vaks upp sum barn, og hevði góð minnir um Emmu og familjuna í Búðunum.

Røður og sangur settu ein heilt serligan dám á hátíðarløtuna, men frøin á Emmu kom veruliga til sjóndar, tá hon pakkaði gávuna frá KÍ leikarunum upp, sum var ein KÍ blusa við hennara navni á. Við undirskriftum á bakinum á blusuni, varð Emma eisini heiðra av øllum KÍ leikarunum, sum sjálvandi høvdu givið henni nr. 100 á bakið.

Niðanfyri endurgeva vit røðuna hjá Jógvani Skorheim, borgarstjóra og stýrisformanni í Norðoya Bú- og Heimatænastu:

Góða Emma

Hjartaliga til lukku við stóra føðingardegnum.
Tað er mær ein stórur heiður at verða boðin í 100-ára føðingardag og sleppa at hátíðarhalda ein so serligan merkisdag sum hendan saman við tær og tínum.

***
Fá eru tey, sum hava livað gjøgnum fleiri og størri broytingar enn tú, Emma.

Í dag kann tað vera ringt hjá teimum yngstu at ímynda sær ein heim uttan internet og facebook, sjónvarp og Dag og viku.

Vit vaksnu kunnu betri minnast tíðina áðrenn skermarnir tóku við valdinum.
Men vit hava hinvegin ilt við at ímynda okkum ein heim uttan gerandislutir sum strikukotur, tyrlur og kopimaskinur.

Fyri ikki at tala um lívsbjargandi ting sum insulin, pencilin og dialysuapparat.
Øll hesi tingini eru komin í verðina í tíni livitíð, Emma.
Tað sigur ikki so lítið.

***
28. september 1918 var ein leygardagur, og tann dagin kom 78. tjúginda útgávan av Dimmalætting tað árið á gøtuna.

Dimma skrivaði tá framvegis á donskum. Og eitt av evnunum, sum varð umrøtt júst hendan dagin, var løgtingssamtyktin um at strika danskt sum frálærumál í føroyska fólkaskúlanum.

Blaðið innihelt eisini nýggjastu boðini um veraldarbardagan.

Tá var eitt tríggjar dagar gamalt telegram úr Keypmannahavn at rokna sum fesk tíðindi.

Og í Dimmu stóð 28. september 1918 at lesa, at bulgararnir høvdu trekt seg á Balkanfrontinum, og at ein svenskur bumbubátur var sokkin fyri eini minu í Kattegat.

Sjálvt um umheimurin tá mundi tykjast longri burturi frá Klaksvík og Føroyum, enn hann ger í dag, so var tað eisini til stóra gleði her heima, tá veraldarbardagin hasaði av bert fáa mánaðar seinni.

Men ymiskt annað var eisini á breddanum tann leygardagin fyri 100 árum síðan.

Heilt nógvar lýsingar vóru eftir ungum gentum, sum kundu koma í tænastu.

Á Sandi hevði Johan Petur Hentze eina unga kúgv til sølu, og lýst varð eisini fyri evangeliskum møti í Ebenezer sunnukvøldi kl. 18.

Hetta vitnar um, at hóast nógv er broytt í heiminum hesi seinastu 100 árini, so er eisini nógv, sum hevur staðið tíðarinnar roynd.

***
Góða Emma.

Eg ivist ikki í, at tú meira enn einaferð er spurd, hvør uppskriftin er uppá at blíva 100 ár.
Tað er ein føðingardagur, sum helst øll droyma um og ynskja sær at sleppa at uppliva, men sum verri enn so øll sleppa.

So hvør er uppskriftin?

Eg veit tað av góðum grundum ikki sjálvur, men tá ið eg hoyri fólk í tínum aldri greiða frá sínum lívi, so eru tað nøkur ting, sum ganga aftur.

Ein stórur, kanska tann allar størsti, parturin av uppskriftini er kærleiki.

Vit liva, tá vit elska. Og tað veit eg, at tú hevur nógvan kærleika í tínum lívi.

Tú og Sam fingu góð 50 ár saman sum hjún.

Fimm børn eru blivin til níggju ommubørn, 22 langommubørn og fimm oldurommubørn, og kærleikin er eyðsýndur millum teg og tey.

Men í lívinum fylgist kærleikin eisini við sorgini.

Fá uppliva kærleika uttan eisini at uppliva sorg, og eisini her eigur tú tínar royndir, Emma.

Men títt jaliga og sterka lyndi, saman við trúfasta baklandinum, tú hevur átt bæði í familjuni og samkomuni hevur óivað verið ljósið í myrkum tíðum.

***
Fyri at blíva 100 ár er ikki nokk bara at vera til í verðini.

Nei, til tað mást tú taka lívið og brúka tað.

Tú mást liva tað.

Og tað veit eg, at tú hevur gjørt og framvegis gert.

Tú hevur altíð verið virkin, tær dámar at vera sosial og práta, og so veit eg eisini, at tær dámar fótbólt betri enn flestu kvinnurnar á tínum aldri.

Tú mundi fylgja nakað væl við tiltikna 66-liðnum hjá KÍ, har sonurin Steinbjørn jú var fastur maður, og í yngru ættarliðunum eigur tú eisini fleiri framúr góðar fótbóltsspælarar í familjuni.

Men eitt er at fylgja við sínum egnu og at halda við KÍ.

Nakað heilt annað er at vera eldhugaður fjeppari í stóru stjørnunum úti í heimi.

Men tað ert tú eisini – eg havi í hvussu er skilt á lagnum, at tú ert millum størstu Messi-fjeppararnar yvirhøvur.

Tað má eg siga er heilt ómetaliga imponerandi, tí eg eri ikki eingongd sikkur í, um mamma mín yvirhøvur veit, hvør Messi er.

***
Góða Emma.

Heimurin í dag er ikki tann sami, sum hann var fyri 100 árum síðan, og títt íkast til lívið og heimin liggur sanniliga ikki eftir.

Tú gevur og lærir tínum næstum so ómetaliga nógv, og tað eigur tú eina hjartans tøkk fyri.

Enn einaferð takk fyri stóra heiðurin at verða boðin við til hendan stóra føðingardagin.

Og vegna okkum øll í Klaksvíkar kommunu ynski eg tær hjartaliga til lukku við føðingardegnum, og Harrans signing framyvir.

Takk fyri.